mánadagur 7. mars 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
www.banknordik.fo
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at
luttaka, skal biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á heimasíðu bankans
www.banknordik.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki og atkvøðuseðlar er fríggjadagin
hin 25. mars 2016 kl. 16.00.
Tá atgongumerki og atkvøðuseðlar verða bíløgd, skal prógv førast fyri,
at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki
eru skrásett við navni, verða atgongumerki og atkvøðuseðlar útgivin
ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá VP
Security A/S ella frá kontuførandi peningastovninum (depotstaðið),
sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig
váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn
skrásetingardagin.
Fulltrú
Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava møguleika
at geva fulltrú. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, umframt á
høvuðsskrivstovu bankans, er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at
geva nevnd bankans fulltrú til at møta og atkvøða tygara vegna. Fulltrúin
skal vera skrivlig, dagfest og móttikin á høvuðsskrivstovu bankans á
Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi fríggjadagin
hin 25. mars 2016, kl. 16.00.
Brævatkvøður
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at
nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at tygum ynskja at greiða
brævatkvøðu, skal oyðublaðið vera móttikið á høvuðsskrivstovu bankans
á Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi týsdagin
hin 29. mars 2016 kl. 16.00.
Ársroknskapurin 2015 og fundarskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2015 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing
umframt fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum fara at liggja frammi á
høvuðsskrivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo í
seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn aðalfundin.
Avgerðir, partapeningur, atkvøðurættur
og kontuførandi peningastovnur
Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,
smbr. § 9, stk. 2 í viðtøkum bankans.
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp
á kr. 20. Hvørt partabræv á kr. 20 gevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó
eru ávísar atkvøðuavmarkingar galdandi sambært § 8, stk. 3 í viðtøkum
bankans.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við
partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin
eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein vika,
áðrenn aðalfundurin verður hildin.
8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1, og
sum ynskir at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum biðja
um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part
ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri
egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða
fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar
avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran
part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan
fyri somu konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki
saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum
tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman
við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna,
móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt
tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,
uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan
meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna
avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt
við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum
við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3
av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli
av quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3
av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti
umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi
atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S.
Partaeigarar bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontuførandi
stovn til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik
Nevndin