mánadagur 7. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur
Bygdasavnið - og Fornminnisfelagið í Nes
Kommunu hava ársaðalfund 19.03.2016
kl.16.00 í gamla prestagarði á Nesi.
Skrá sambart viðtøkunum
Nevndin
Klaksvíkar
Handverkarafelag
Ársaðalfundurin verður í hølum felagsins,
við Stangaveg 2,
Mikukvøldið 17. Mars 2016 KL.19.00
Skrá samb. Lógum felagsins
Klaksvíkar Handverkarafelag
Nevndin
LÝSINGARTORGIÐ
Arbeiði
BETONGSAGING.FO TLF. 560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,garðar,
o.a,ring og fá ein góðan prís.
Betongsaging.fo,"560056
Málaraarbeiði
Alt málara arbeiði verður
gjørt,vit reinsa eisini tøk. bert í
høvuðsstaðar økinum.
+298580838
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir
mánakvøldið 14-03-2016 kl 19
. Øll hjartaliga vælkomin.
EB-Streymur
Bingo EB-Streymi
Bingo sum skuldi verða við
Margáir mánakvøldið 7. mars
2016 kl. 19. verður í staðin
mánakvøldið 14-03-2016 kl. 19
EB-Streymur
Býli í Føroyum
Íbúð í Havn
til leigu til eitt tilkomið fólk
Tlf 508878
Ynskist
Íbúð ynskist til leigu í Havn
Vit eru eitt par við einum
soni, sum leita eftir íbúð í ella
rundanum Tórshavn. Roykja
ikki. Helst 2 sovikømur. sigrid.
zachariasen@gmail.com
+298267111
Lítil íbúð í Havn
til leigu, til einligan. Prísur 5.500
kr við hita, el og internet
Bill. mrk. 25-02-16
Fundir
Funnings Fornminnisfelag
Aðalfundur verður í Ólvustovu
mikudagin 30.03.2016 kl 19
Nevndin
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá Sjóvar Sóknar
Arbeiðarafelag verður týsdagin
8. mars 2016 kl. 18.00 í
Bygdahúsinum á Strondum.
Nevndin
KJAK
Gamlarætt og
Sandoyartunnilin
Marin Katrina
Frýdal
býráðslimur fyri Tjóðveldi
í Tórshavnar býráði
Fari
at
koma
við
n ø k r u m
v i ð m e r k
ingum
til
greinina
í
Sosialinum,
mánadagin
29. februar, um Gomlurætt,
Sandoyartunnilin v.m.
Eitt av málunum sum var
til viðgerðar á síðsta býráðs
fundi, var málið um at leingja
flótibrúnna á Gomlurætt.
Síðani brúgvin varð løgd
út fyri 8 árum síðani, er
ferðavinnusiglingin
nógv
økt, soleiðis at tað nú kann
vera trupult hjá Kolturs- og
Hestbátum at fáa pláss við
brúnna. Tí verður brúgvin
nú longd við 15 metrum, sum
eisini varð einmælt samtykt
av býráðnum.
Tá ið nú Gamlarætt var
til umrøðu í býráðnum, so
nýtti eg høvið at mæla bý
ráðnum til at heita á land
sins myndugleikar um at
varðveita Gomlurætt, sum
hon er, og ikki at gera seg inn
á hana við at lata Sandoyar
tunnilin koma upp í sjálvum
havnarlagnum.
Eg vísti á nógva virksem
ið, sum er á Gomlurætt, har
tað m.a. eru fleiri ferða
vinnufeløg, sum brúka havn
ina regluliga. Eisini hevur
Luna alivirksemi har til ali
ringarnar fram við Velba
staðlandi. Tað eru feløg, sum
sigla við ferðafólki; skjótt
gangandi bátar og onnur
skip, so sum Westward Ho,
Norðlýsið, Rib62 o.o. Eis
ini bátar úr Hesti, Koltri og
aðrastaðni frá brúka havn
ina. So samanumtikið er tal
an um fleiri arbeiðspláss.
Verður skynsamt farið
fram, og hugsað verður fram
eftir við tilrættaleggingini av
undirsjóvartunnilinum,
so
kann havnarlagið á Gomlu
rætt gerast tókt til enn fleiri
endamál, bæði innan ferða
vinnu og aðra vinnu við. Tí
eigur hesin møguleiki ikki
at verða forkomin, bert tí
at tunnilin partú skal upp
niðri við havnarlagið fyri
at spara pening. Haldi, at
allir býráðslimir eisini tóku
undir við hesum sjónar
miði. Gamlarætt var ein stór
íløga, og er ein havn, sum
hevur virkað sera væl. Sam
anumtikið er talan um sam
felagsvirðir, sum vit øll eiga
og hava goldið fyri, og sum
tí ikki mugu søplast burtur,
tí sparast skal í eini nýggjari
samferðsluíløgu.
Eitt sum ikki kom við í
greinina, og sum eg eisini
nevndi á býráðsfundinum
hóskvøldið, eru øll báta
plássini, sum Tórshavnar
kommuna, við loyvi frá
Landsverk, hevur gjørt á
Gomlurætt. Hetta eru fólk
á Velbastað og í Kirkjubø
sera glað fyri. Hetta er við til
at skapa trivnað, ið styrkir
samleikan og sambondini
bygdanna millum. Umframt
fólk av Velbastað og úr
Kirkjubø, so eru eisini fólk
bæði úr Hesti og Havn, sum
hava bátar liggjandi har. Tað
verður eisini arbeitt við eini
ætlan um at gera skúrar á
Gomlurætt, soleiðis at fólk
kunnu hava lutir o.a. á sta
ðnum og undir taki, og hvør
veit, um ikki eitt undirhús
spyrst burtur úr hesum.
Landsstýrismaðurin
í
samferðslumálum,
Henrik
Old,
verður
í
blaðnum
endurgivin fyri at siga, »Tað
kann ikki verða talan um at
geva eina havn, sum hevur
kostað landskassanum nógv
ar pengar, burtur fyri einki.
So vil Tórshavnar komm
una yvirtaka havnina, mugu
tey koma við einum boði.
Vil Tórshavnar kommuna
sleppa at yvirtaka Gomlu
rætt, og fáa ávirkan á, hvar
Sandoyartunnilin skal koma
upp, mugu tey bera skjótt at,
tí tað eru nógvir spurningar
at greiða.«
Vænti, at landsstýrismað
urin er skeivt endurgivin, tí
mín greiði boðskapur var
bert at broyta ætlanini um,
at
Sandoyarferðslan
úr
tunlinum kemur upp á sjálv
um havnarlagnum. Tí, um
tunnilsmunnin
skal
vera
á sjálvum havnarlagnum,
høvdu vit mist stór virðir,
og havnarlagið hevði ikki
kunnað verið brúkt til tað,
ið møguleikar annars eru
fyri í framtíðini. Men kemur
tunnilin harafturímóti út,
har Merkið er málað í bergið,
so hevði øll ferðslan gjøg
num Sandoyartunnilin, og
kanska seinni úr Suðuroynni
við, sloppið undan at koyrt
niðan ígjøgnum tveir krapp
ar bugar ella »hárnálssnar
ingar«.
So til tykkum landsins
kosnu, gott í tykkum, málið
snýr seg um at gagnnýta tað,
vit hava bygt upp, at skapa
bestu loysnirnr og at hugsa
og virka burðardygt.
Gamlar almennar ognir,
sum ikki verða brúktar long
ur, fella ofta í órøkt og liggja
og forfarast. Tí hevði her
verið ein funnin fressur, at
landið og kommunan gingu
inni í eitt samstarv, sum
veruliga bar ávøkstur.
Henrik Old er ikki hvør
sum helst, og hann hevur
drúgvar lívsroyndir. At hann
hugsar og handlar praktiskt
og skynsamt hava vit hoyrt
góð dømir um mangar leyg
armorgnar, har hann er sum
tikin úr leikum. So latið okk
um í felag hugsa loysnir,
trivna og menning fyri land
ið alt, og mest av øllum fyri
tey, sum eftir okkum koma.
TROTABÚGV
Við avgerð tann 3.
mars 2016 er Sp/f
29.12.2003 (Hjánavn:
Sp/f Canada Import),
Skotarók 3, 100
Tórshavn, skrá.nr. 3714,
sks.nr. 3-11/2016,
komið undir
trotabúarviðgerð
við Føroya Skiftirætti
eftir áheitan frá
Skráseting Føroya um
tvingsilsupploysn,
dagfest tann
12.02.2016.
Sum fyribils bústjóri
er settur advokatur
Ingi Højgaard,
Advokatfelagið, Yviri
við Strond 4, 100
Tórshavn.
Tað verður innkallað
til skiftifund til val av
bústjórn á skrivstovuni
hjá skiftirættinum,
C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn,
mikudagin tann 23.
mars 2016, kl. 10.00.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 3. MARS 2016.
TROTABÚGV
Við avgerð tann 3.
mars 2016, er Sp/f
Multigólv, Ognarvegur
12, 240 Skopun,
skrás.nr. 5315, sks.
nr. 3-12/2016, komið
undir trotabúarviðgerð
við Føroya Skiftirætti
eftir áheitan frá
Skráseting Føroya um
tvingsilsupploysn,
dagfest tann
12.02.2016.
Sum fyribils bústjóri
er settur advokat
Djóni Thomassen,
Hansen & Thomassen,
Bryggjubakki 22, 100
Tórshavn.
Tað verður innkallað
til skiftifund til val av
bústjórn á skrivstovuni
hjá skiftirættinum,
C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn,
mikudagin tann 23.
mars 2016, kl. 10.15.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 3. MARS 2016.
TROTABÚGV
Við avgerð tann 3.
mars 2016, er Sp/f
Mi Casa, (hjánavn:
Magnstøðin á Sandi),
Undir Reynum 16, 210
Sandur, skrás.nr. 5407,
sks.nr. 3-13/2016,
komið undir
trotabúarviðgerð
við Føroya Skiftirætti
eftir áheitan frá
Skráseting Føroya um
tvingsilsupploysn,
dagfest tann
12.02.2016.
Sum fyribils bústjóri
er settur advokatur
Djóni Thomassen,
Hansen & Thomassen,
Bryggjubakki 22, 100
Tórshavn.
Tað verður innkallað
til skiftifund til val av
bústjórn á skrivstovuni
hjá skiftirættinum,
C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn,
mikudagin tann 23.
mars 2016, kl. 10.30.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 3. MARS 2016.