Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HALDA SEG HAVA FUNNIÐ RØTTU UPPSKRIFTINA Í Klaksvík og Sarpugerði kendust sigrarnir søtir, og bæði á Argjum og á Toftum halda teir tað vera at liva við, at tað í innanhýsis uppgerðini endaði javnt Jóannes Hansen Bæði í Eystur kommunu og í Klaksvík er fótbóltslagið betri, enn tað var eftir fyrsta um­far í fjør. Tá spældi KÍ í Trongisvági. KÍ var leingi frammanfyri 1-0, men sjey minuttir und­ an leikloki javnaði TB, hóast heimamenninir vóru tveir færri á vøllinum enn klaks­ víkingarnir. Tað kendist sum ræðuligt fyrsta umfar hjá teim­um bláu og hvítu. Sambært skránni skuldu hesi bæði – KÍ og TB – spæla í Klaksvík leygardagin. Høgættin og nógvi kavin norðan­fyri vóru orsøk til, at tað fríggjadagin varð avgjørt at flyta úr Klaksvík og suður til Trongisvágs. Harvið rokn­ aðu KÍ viðhaldsfólkini ikki við, at teirra lið var favorittur soleiðis, sum tað annars varð roknað við, at heimaliðið fór at verða í Klaksvík. Tí er einki at siga til, at fótbóltsfepurin – hóast køldu høgættina – er ógvu­ liga høgur í Klaksvík og Norð­ oyggjum. Leygar­kvøldið var KÍ og heilt fáu áskoðararnir, sum treiskaðust og fóru suð­ur, aftur í Klaksvík, og í við­før­inum var 1-0 sigur og har­við trý stig ella tvey fleiri enn eftir fyrsta umfar fyri ein­um ári síðani. Eisini í Sarpugerði og Eystur kommunu er fótbólts­ lagið gott. Fyri einum ári síð­ ani endaði tað 2-2 í fyrsta um­fari. Tað var á heimavølli ímóti ÍF. 4-1 sigurin ímóti Skála í gjár ber við sær, at Víkingur longu er tvey stig frammanfyri úrtøkuna frá fyrsta umfari í fjør. Tað verður ikki dult, at tey í Vikingi leingjast nógv eftir at vinna fyrsta FM heit­ ið. Í fjør spældi Víkingur fýra ferðir javnt, áðrenn tað eydn­ að­ist at vinna fyrsta sigurin. Nú skulu víkingarnir til Havn­ar at spæla ímóti HB, so til Fuglafjarðar, áðrenn B68 skal inn um Gøtueið. Í fjør restaðu átta stig í at røkka fremsta plássið og FM heitið, tá ið tað varð endaliga gjørt upp. Tað kann ikki útihýsast, at Víkingur eftir fýra tey fyrstu umførini í ár fer at eiga átta stig ella næstan átta stig fleiri, enn úrtøkan var eftir fýra tey fyrstu umførini í fjør, og har­ við verður risastig tikið ímóti betri endastøðu í lands­ kapp­ingini enn nakran­tíð áður. Bólturin er rundur, og nú fáa vit at síggja, hvussu víkingar­nir takla góðu út­ gangs­støðuna, teir nú eru komnir sær í. Fínur hugburður Í KÍ leguni hava tey longu vent nøsini ímóti viku­skift­ inum fyri framman, tá ið NSÍ fer at vitja á Eiðnum í Klaksvík. Tepri sigurin í Trongis­ vági bar ábendingar við sær um, at marginalirnir, sum seinnu árini ofta ikki hava verið við, nú koppa klaks­ vík­ing­um til fyrimunar. Tað gjørdu teir í hvussu so er leygar­dagin. Ein hálvur tími var farin, tá ið KÍ toppskjúttin í fjør, Heðin Klakstein, eftir trunka­spæl prikaði bóltin í málið. Stóru avbjóðingarnar hjá KÍ hava nógvu tey sein­astu árini verið, at tað hev­ur gingið so illa við at vinna á útivølli, og at tað hevur gingið so illa at halda tætt í verjuni. Í fjør vann KÍ tvær ferðir á útivølli – ímóti niðurflytarunum í FC Suðuroy og ímóti AB – og tað var bara í hesum báðum dystunum, at tað eydnaðist at halda mótstøðuliðnum burt­ur frá at skora, tá ið KÍ var á útivølli – talan var um sigrar á ávikavíst 2-0 og 4-0. Serliga fram ímóti dystar­ enda leygardagin legði TB øgiliga nógv fyri í royndini at javna. Bólturin brast einaferð í stólpan aftanfyri nýggja KÍ málverjan, Kristian Joensen, og í øðrum førum var ein fótur ella eitt knæ fyri, tá ið TB vísti áræði og vilja, og tá ið klaksvíkingarnir ofraðu seg. Lættin og fagnaðurin vóru stór millum gestirnar, og vónbrotið var sjálvandi stórt millum heimafólkini, sum høvdu verið eygnavitni til góðan hugburð hjá TB, sum var mannað við fleiri nýggj­um monnum – eitt nú í mál­inum Joslain Mayebi sum stór­bjargaði, tá ið Páll A. Klettskarð fram ímóti dyst­ar­enda varð púra leysur í skjót­um mótálopi. Nýggi hjálparvenjarin í Klaksvík, Agnar Frederiksen, var ovurfegin, tá ið Alex Troleis hevði bríkslað fyri síðstu ferð: – Vit kunnu ikki annað enn rósa spælarunum. Teir vístu framúr hugburð, teir vóru sera tilvitaðir um, hvørj­ir leiklutirnir vóru, teir gjørdu ikki persónlig mis­ tøk, og so vóru teir hepnir, tá ið tað skuldi til. At vinna sovornar tættar dystir er avgerandi, um tað skal eydn­ ast at røkka fram millum tey bestu. At hava trý stig við aftur norður um Suður­oyar­ fjørð var ein ógvuliga kær­ komin byrjan upp á nýggja kappingarárið. Hetta var fyrsti KÍ sigurin á útivølli ímóti TB síðani 22. juli í 2012. Tá var úrslitið 6-1. Tríggir av málskjúttunum ta ferðina – Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein og Páll A. Klettskarð – vóru teir ein­ astu, sum vóru millum teir fyrstu ellivu bæði fyri fýra árum síðani og leygardagin. Hjá TB var miðvallarin og liðformaðurin Rógvi Joensen tann einasti, sum var millum teir fyrstu ellivu fyri fýra árum síðani og aftur leygar­ dagin. Sunnudagin fer TB at vitja B68 og Páll Guðlaugsson á Svangaskarði. Víkingnir vóru flúgvandi Tá ið Eiler Rasmussen bríksl­aði fyri hálvleiki í góð­ veðrinum í Sarpugerði í gjár, vísti máltalvan 1-0 til Skála. Einki var at siga til, at ávísur fjáltur var millum heima­ fólkið, tá tað so ofta hevur roynst so illa í fyrsta umfari hjá Víkingi. Liðformaðurin Edvin Jacobsen skoraði Skála málið, eftir at hann í fyrstu at­løgu hevði misnýtt brots­ spark, sum Geza Turi bjarg­ aði. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Álvur F. Christiansen, sum var í vinstra borði, varð óreguliga steðg­aður, eftir at hann hevði stungið bóltin millum beinini á Sølva Vatnhamar. Bárður J. Hansen hevur verið skaddur, síðani hann fyrr í vetur var í Svøríki og royndarvandi. Nú var hann tøkur aftur, og tað gjørdi góðan mun hjá Víkingi. FÓTBÓLTUR KRISTIAN JOENSEN KÍ Nemt nokk. Ein frálík byrjan. Komandi viku­ skiftið verður tað toppur móti botni í Klaksvík. Sodan KÍ SÆBJØRN LEITI ÍF So taptu vit fysta dyst 4-1 vit mugu bara koma sterkt afrur koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB Fantastiskt at koma væl frá byrjan. NSÍ vóru nú ikki so góđir sum eg møguliga væntađi. Uppiborđin 3 stig til okkum. HåååBeee. LISSI MOURITSEN B36 FLOTT HVÍTIR! ÍF'arnir sóu út sum jólanissir saman við teimun vøkru kavaflykrinum ... JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Sigfríður spáddi at botnliðini fóru at taka stig frá toppliðunum hetta kapp­ingar­ árið. Man kann ikki siga annað enn at maðurin fekk rætt! FJEPPARA SMS Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 1 1 0 0 4 1 +3 3 2 B36 1 1 0 0 4 1 +3 3 3 HB 1 1 0 0 2 1 +1 3 4 KÍ 1 1 0 0 1 0 +1 3 5 B68 1 0 1 0 1 1 0 1 6 AB 1 0 1 0 1 1 0 1 7 NSÍ 1 0 0 1 1 2 -1 0 8 TB 1 0 0 1 0 1 -1 0 9 Skála 1 0 0 1 1 4 -3 0 10 ÍF 1 0 0 1 1 4 -3 0 Myndir: Áki Bertholdsen