Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bárður steðgaði beinan­ vegin eftir steðgin Skála á miðj­um vølli. Bólturin varð sendur fram til Andreas Lava Olsen, sum av brots­teigar­ mark­inum heilfluktaði upp í nettakið. So var víkingatónin sligin ann. Eftir trivaliga 4-1 sigurin var nýggi Vikinga venjarin Sámal Erik Hentze væl nøgdur: – Tað sást at spælararnir vóru spentir, nú talan var um fyrsta landskappingardystin. Í steðginum tosaðu vit um at taka tað róligt, og vit vóru vísir í, at tá ið tað eydnaðist at skora, so fór tað at gleppa. Lava skoraði fínt mál beinan­ vegin eftir steðgin, og so sást, at vit eru har, sum vit eiga at vera, sigur Sámal Erik Hentze, sum ikki sær stórar trupul­leikar í framrættaða part­inum: Philip Djordjevic er fremsti maður. Hann skoraði tvey mál – tað fyrra eftir horna og hitt seinna eftir frí­spæl­ing – og so kunnu vit ikki rokna við meiri. Vit vóna, at Jón Krosslá Poulsen skjótt verður tøkur aftur, og so fáa vit ta positivu støðu, at kapping verður um fremsta plássið. Innskifti Jákup V. Olsen staðfesti 4-1 sigurin, tá ið hann varð spældur leysur í høgru. Hjá Skála kom tað illa við, at Pauli G. Hansen ikki var tøkur. Veteranurin hevur vant nógv, og hann er ætlaður lyklaleiklut á mið­ vøll­inum. Í gjár var hann sjúkur og tískil ikki tøkur. At Jónhard Frederiksberg, sum var vongverji í høgru, noydd­ ist skaddur av vøllinum, tá ið ein lítil tími var farin, gjørdi ikki støðuna betri. Edvin Jacobsen átti stór­ an leiklut á miðvøllinum, og Ari Olsen vísti gott hegni, bæði í útgangsstøðuni á fram­rætt­aðum plássi í høgru, og tá ið hann varð fluttur aftur á høgra vongverja. Víkingur fer sunnudagin í Gundadal at spæla ímóti HB, meðan Skála leygardagin fær vitjan av B36. B68 misti á stokkinum Hákun Edmundsson legði á Argjum í gjár B68 framum átta minuttir eftir steðgin. Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri óbeinleiðis frísparki fimm metrar úr AB málinum. Evrard Blé hælaði bóltin til Hákun, sum sendi hann í netið. Toftamenn hildu tørn um leiðsluna, inntil tað rest­ aðu tveir minuttir. Tá peik­ aði dómarin á ellivu metra blettin, og ein av nýggju AB spælarunum, Patrik Johannesen, umsetti brots­ spark­ið til 1-1, sum gjørdist úrs­litið. Hóast hansara menn høvdu mist sigurin í evstu løtu, so var B68 venjarin Páll Guðlaugs­son ikki so mis­ nøgdur: – Sjálvandi var tað harm­ iligt at missa tvey stig, men eg eri nøgdur við nógv av tí, sum eg sá. Vit hava vant nógv, spælararnir vóru spent­ir at sleppa í gongd, og tað vóru nógvir nervar uppií. Men í nógvum løtum hekk samanspælið væl saman hjá okkum. Nú ræður um at fokusera upp á næstu av­bjóð­ingina, sigur B68 venj­ arin, sum sunnudagin fær vitjan av TB. Páll Guðlaugsson er nýggjur venjari á Svanga­ skarði, og Trygvi Mortensen er nýggjur venjari hjá AB: – Vit høvdu vónað og rokn­að við, at tað ímóti B68 á Argjum skuldi eydnast at vinna fulla úrtøku. Tá ið tað nú tørnaði út, sum tað gjørdi, so kunnu vit ikki ann­að enn vera nøgdir. Tað er fræg­ari at vinna eitt stig, enn einki at fáa. Vit eru ikki vanir at mynda so nógv av spælinum, men eg staðfesti, at vit spældu okkum til nakrar málmøguleikar, og tað var ikki so galið. Umstøðurnar vóru ikki optimalar, tí tað var hált á einum parti av vøllinum, men eg haldi, at talan var um ein fínan fótbóltsdyst, tá ið havt verður í huga, at hetta var fyrsta umfarið, var viðmerkingin hjá AB venjaranum. FÓTBÓLTUR Víkingur - Skála 4-1 (0-1) 0-1: Edvin Jacobsen 35. 1-1: Andreas Lava Olsen 48. 2-1: Philip Djordjevic 62. 3-1: Philip Djordjevic 65. 4-1: Jákup Vatnhamar Olsen 83. Dómari: Eiler Rasmussen Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen (Hans Pauli Samuelsen, 70.), Heðin Hansen (Jobin Drangastein, 55.), Magnus Jarnskor (Jákup V. Olsen, 80.) – Philip Djordjevic Gult kort: Sølvi Vatnhamar Venjari: Sámal Erik Hentze Skála: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg (Arnhold Berg, 58.), Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen – Ólavur Mikkelsen, Símun Petur Poulsen (Hendrik á Fríðriksmørk, 63.) – Ari Olsen, Edvin Jacobsen, Álvur F. Christiansen – Brian Jacobsen (Jan I. Hansen, 85.) Gult kort: Símun Petur Poulsen, Ólavur Mikkelsen, Álvur F. Christiansen TB - KÍ 0-1 (0-1) 0-1: Heðin Klakstein 30. Dómari: Alex Troleis TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Ragnar Joensen (Eirikur M. Ellendersen, 90.) – Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Rógvi Joensen, Kofi Appiah (Teitur Justinussen, 81.) – Hervé Din Din Gult kort: Ndende Adama Guéye Venjari: Robert F. Roelofsen KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Oladele Alli, Niels Pauli Danielsen – Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð (Aksel B. Danielsen, 90.), Súni Olsen (Atli Danielsen, 75.), Heðin Klakstein (Ahmed Mujdragic, 75.) – Páll A. Klettskarð Gult kort: Sørmundur Kalsø, Niels Pauli Danielsen, Súni Olsen Reytt kort: Sørmundur Kalsø 88. (tvey gul) B36 - ÍF 4-1 (2-0) 1-0: Gestur B. Dam 8. 2-0: Jógvan Skeel Nolsøe 49. 2-1: Bogi Reinert Petersen 60. 3-1: Jógvan Skeel Nolsøe 62. 4-1: Sebastian Pingel 88. Dómari: Lars Müller B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie (Hørður Askham, 81.), Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Benjamin Heinesen (Sebastian Pingel, 71.), Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam – Jógvan Skeel Nolsøe (Pætur Petersen, 81.) Gult kort: Benjamin Heinesen Venjari: Eyðun Klakstein ÍF: Oliver Korch (Hallgrím G. Hansen, 78.) – Leivur Joensen, Bogi R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Andy Olsen (Adeshina Lawal, 74.) – Clayton Soares Gult kort: eingin Venjari: Jógvan Martin Olsen 2. umfar Leygardagin 12. mars Skála - B36 Sunnudagin 13. mars KÍ - NSÍ B68 - TB ÍF - AB HB - Víkingur HELGI EIDESGAARD TB Jólini vara líka til páska, verður sagt, men av tí sama behøvist man ikki at geva einum púrt ófarligum KÍ liði tvær risa gávur, har teir valdu at taka av fyrru ferð! TB betri enn KÍ, men tóku tíverri ikki av, tá útiliðið eisini byrjaði at deila gávur út! RÓGVI HANSEN B68 Fressarnir fingu klóra seg til ein javnleik í dag, sera spell, straffi var tað so ikki. So verður tað TB á Fort Knox næstuferð JOHN REID NYBO VÍKINGUR Tók ein hálvleik at koma í gongd so bar alt til, vunnu sanførandi og uppibori, vónandi fáa vit betri byrjan í ár enn undanfarin ár. WLYV JÓAN PAULI OLSEN SKÁLA Vunnu fyrra hálvleik, men komu tíverri ongantíð í gongd eftir hálvleik. Vit koma sterkt aftur. Go Skála Myndir: Áki Bertholdsen