mánadagur 7. mars 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Argir
B68 hevur roynt seg eina
ferð. Teir hava óbeinleiðis
fríspark á fimmmetrinum
hjá AB. Fyrru ferðina hevði
dómarin ikki bríkslað, og
skotið hjá Óla H. Olsen verð
ur ruddað vekk.
B68 fær enn ein møgu
leika at taka óbeinleiðis
frísparkið. Hesa ferð tekur
Evrard Blé AB verjuna á bóli,
tí hann trillar bóltin afturum
seg til Hákun Edmundsson.
Nógv umtalaði miðvall
arin meddar til. Bólturin fer
framvið fleiri argjamonnum
og í mál. Tað er greitt, at
Hákun Edmundsson er fegin
um, at hann aftur spæl
ir fótbólt við B68. Hann
rennur yvir til bonkin og
klemmar venjaran, Páll H.
Guðlaugsson. U21 landsliðs
spælarin er longu byrjaður
at gjalda aftur til barndóms
felagið, ið hevur loyst hann
úr ósemjuni við NSÍ.
90.000 krónur
Síðani kappingarenda í 2015
hevur ósemja verið millum
NSÍ og 19 ára gamla Hákun
Edmundsson um samstarv
ið fyri 2016. Í vikuni upp til
fyrsta umfarið í Effo-deildini
hava samráðingar verið mill
um NSÍ og B68, um at leiga
Hákun Edmundsson út til
barndómsfelagið á Toftum.
ÍtróttarSosialurin skilur,
at tað hevur kostað B68 90
túsund krónur at leiga mið
vallaran fyri 2016.
Hvørki
NSÍ
ella
B68
ynskja at vátta upphæddina.
Sonni L. Petersen, formaður
í NSÍ, sigur tó, at felagið
heldur allar sínar skyldur, og
betalur Hákuni Edmunds
son løn fyri 2016. Tí skal upp
hæddin eisini skiljast sum
samsýning fyri ta lønina.
Fegnast um skiftið
Niclas Davidsen, formaður
í B68, ynskir heldur ikki at
gera viðmerkingar til fíggjar
liga partin av avtaluni, men
fegnast um at U21 landsliðs
miðvallarin
er
aftur
á
Toftum.
– Vit eru komnir ásamt um
at leiga Hákun Edmundsson,
so hann spælir við B68 í ár,
sigur Niclas Davidsen við
ÍtróttarSosialin.
Hákun Edmundsson byj
raði inni móti AB, og spældi
sum heild væl á miðvøll
inum. Hann ynskir ikki
at gera viðmerkingar til
íkomnu støðuna í NSÍ.
Søguligur spanióli
30 ára gamli Pedro Tarancon
Anton skrivaði søgu, tá hann
sum tann fyrsti spaniólin
nakrantíð spældi í føroysku
landskappingini. Berskøllti
miðverjin stóð seg væl í
verjuni hjá B68. Hann hevði
eins og restin trupulleikar
av fyrsta undirlagnum, sum
skýlið skuggaði fyri. Annars
eitt spennandi íkast til før
oyskan fótbólt.
Hin spaniólin í B68, 28
ára gamli Carlos Quintana
Herrero, var við á Argjum,
men spældi ikki. Formaðurin
í B68 væntar tó, at hann
verður tøkur til dystin móti
TB um eina viku.
– Øll loyvini eru upp á
pláss frá okkara síðu, men
í vikuni fingu vit at vita, at
spanska fótbóltssambandið
eisini skal góðkenda skiftið.
Tað bíða vit so eftir nú, men
eg vænti, at hann verður
tøkur til dystin móti TB,
sigur Niclas Davidsen.
Debutantar og
gamlir kenningar
Tað sást á fyrsta hálva
tímanum av dystinum, at
3
HEÐIN STENBERG
Stóð seg sum heild væl, men
mundi kostað mál í misskiljing, tá
B68 rakti stongina.
3
JÓNAS STENBERG
Fingið afturval á høgra
bakki. Bleiv sjáldan avbjóðaður í
verjustøðu. Spældi á frosti í fyrra
hálvleiki, og kom ov lítið framvið
í seinna. Annars gott.
4
SØRIN SAMUELSEN
Stinnur í verjupartinum og
ágrýtin í nærdystunum. Torført at
siga, um hann skuldi gjørt nakað
annað, tá B68 fekk óbeinleiðis
fráspark.
4
RÓI DANIELSEN
Tordi væl at spæla bólt í
verjuni, og vann sínar nærdystir.
Eisini ein hóttin í álopsspælinum.
4
ANDRI F.
BJØRNSSON
Óvia ein góður styrkur fyri AB.
Tryggur í verjustøðu, men hevði
nakrar feilavleveringar. Verður
helst AB góður í ár.
3
BÁRÐUR OLSEN
Eitt javnt gott avrik á
miðvøllinum. Flytur bóltin væl
og vann fleiri dystir á miðjuni.
Nakað frá toppformi, men
týdnungarmikil fyri AB.
2
DAN Í SOYLU
(Út 68.min) Datt niður i
millum á miðvøllinum, har góðu
evnini á bóltinum ikki komu til
sjóndar. Skal til at berjast meir.
3
PATRIK
JOHANNESEN
Skoraði upp á brotssparkið og
vísti tekin um, at hann nokk skal
verða AB góður.
3
RASMUS DAN
SØRENSEN
Spældi seg upp á eitt 3-tal í
seinna hálvleiki, tá hann upp til
fleiri ferðir kom væl framvið.
2
SANDRI FÆRØ
(Út 80.min) Gekk illa í fyrra
hálvleiki, men spældi seg nakað
upp í seinna. Nógva ferðin er eitt
týdnungarmikil eginleiki fyri liðið.
3
KARSTIN
HØJGAARD
(Út 83.min) Ger nógv rætt, men
enn restar endaproduktið. Skjótur
og sterkur, og tað gav verjuni hjá
B68 nógv at hugsa um.
3
ÁRNI G. NIELSEN
(Inn 68.min) Hevur illa
nokk vant saman við nýggjum
liðfeløgunum, men gjørdi mun tá
hann kom inn. Væl við í spælinum
í fleiri førum.
3
HØGNI MIDJORD
(Inn 80.min) Kom inn
seinastu tíggju minuttirnar, og
var við til at leggja trýst á B68
liðið.
3
NICOLAJ L. ERIKSEN
(Inn 83.min) Inn at órógva
B68 verjuna, og tað riggaði teir
minuttirnar hann var inni.
SPÆLARAMETING 90.000
KRÓNUR
FYRI HÁKUN
Tað kostaði B68 áleið 90.000 krónur, at leiga Hákun
Edmundsson úr NSÍ, men ein partur av pengunum er
løn, ið NSÍ framvegis skal gjalda. Miðvallarin er longu
byrjaður at gjalda aftur til barndómsfelagið við málum
1 til 6
DYSTURIN
HESA VIKUNA
Páll H. Guðlaugsson – Eg eri glaður fyri hetta stigið, men
vit kundu havt fingið øll trý stigini. Brotssparkið sá eitt
sindur tilvildarligt út, men tað er ikki brotssparkið, sum
er trupulleikin. Vit skulu avgera dystin áðrenn, tá vit raka
stongina, sigur Páll H. Guðlaugsson, venjari hjá B68.
Myndir: Álvur Haraldsen