Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 FRÍÐI SIGURÐSSON Hevði tað trupult við onkrum av innleggunum hjá AB, men annars eitt gott avrik. 2 NIKLAS POULSEN Gjørdi brotssparkið, sum endaði við at kosta B68 tvey stig. Stríðist annars sum altíð væl. 3 JÓHAN DÁVUR HØJGAARD Sá tungur út í onkrar kapp­renn­ ing, men sum heild var B68 verja rímuliga væl skipað. 4 PEDRO TARANCON ANTON Spanski miðverjin stóð seg væl í miðverjuni við fleiri góðum avspælinum. Spennandi spælari. 2 ALBERT JOHANNESEN Hevði tað trupult í vinstru síðu, har AB serliga í seinna hálvleiki legði trýst á. 3 EVRARD BLÉ Er ikki komin heilt í gear enn, men evnini eru har. Í løtum vísti hann gomlu dygdirnar, men fekk millum annað gult fyri alt ov seina takling. 4 HÁKUN EDMUNDSSON Skorar málið hjá B68 og spældi sum heild væl. Skiftið er akkurát komið upp á pláss og nógv hevur verið tosað um ungan mannin – hann svaraði væl aftur. 3 KRISTIAN ANTON ANDREASSEN Ein stríðsmaður á miðjuni, sum kom sær í onkra góða álopsstøðu, men slapp ongantíð at medda til. 2 LEIVUR HØJGAARD (Út 61.min) Hevði onkra góða støðu í fyrra hálvleiki, men datt so smátt úr dystinum. Hevði tað trupult í frostinum í høgru síðu í seinna hálvleiki. 3 ANDRÉ OLSEN Greiddi sín part, men fekk annars lítið burturúr á vinstra vongi. Var á markinum til útvísing. Tóktist feilplaseraður. 3 ÓLI H. OLSEN Skuldi havt avgjørt dystin, tá hann fekk ein risa møguleika í seinna hálvleiki, men rakti stongina. Arbeiðssamur, men ov lítið kom burturúr. 3 ESMAR CLEMENTSEN (Inn 61.min) Fekk væl burturúr fyrsta korterið á vøllinum, men datt niður í millum, tá AB trýsti móti dystarenda. talan var um fyrsta um­far í landskappingini, um­framt at liðini ikki vóru saman­ spæld. Fyri AB vóru Andri Freyr Bjørnsson Patrik Johannesen og Rasmus Dan Sørensen nýggir á liðnum frá byrjan, meðan Árni G. Nielsen og Høgni Midjord blivu skiftir inn. Afturat teim­um, so spældi Sandri Færø við aftur, eftir at hann í 2014 skifti til B36. Pedro Tarancon Anton og Fríði Sigurðsson fingu debut fyri B68, meðan Hákun Edmundsson og Evrard Blé eru komnir til, men hava fyrr spælt í felagnum. Deyðbóltar B68 kom á odda aftaná 53 minuttir, tá Kári á Høvdanum bríkslaði fyri óbein­leiðis frísparki á fimm­ meturin-strikuni, tí Sørin Samuelsen so gott sum setti seg á bóltin. Í aðru royndini sendi Hákun Edmundsson bóltin í málið til 1-0. Páll H. Guðlaugsson, venj­ari hjá B68, iðraði seg eftir dystin um, at B68 ikki hevði avgjørt dystin. Tað skuldu teir havt gjørt, tá Óli H. Olsen bleiv púra leysur í fimm­metrinum, men áleyp­ arin rakti stongina. Tað endaði við, at AB javnaði tveir minuttir fyri tíð upp á brotsspark, sum Patrik Johannesen tók sær av. Toftamenn dugdu ikki at síggja brotssparkið, sum Niklas Poulsen skuldi hava framt. – Trupulleikin er ikki brots­sparkið, men at vit skulu avgera dystin áðrenn, sigur Páll H. Guðlaugsson. Javnur dystur Tað sást á spælinum, at talan var um tvey lið, ið fáa tað trupult í ár. Hvørki AB ella B68 spældu væl, men tað merkir ikki, at tey ikki koma at fáa fleiri stig í ár. Tá alt kom til alt, so var ein javn­leikur nokk á góðari leið. Bæði liðini hava nú fingið stig í fyrsta umfarinum. Heilt ítøkuliga, so munnu toftamenn iðra seg meir, tá teir nú vóru á odda 1-0 líka til tveir minuttir fyri tíð. trondur@sosialurin.fo SPÆLARAMETING 1 til 6 AB - B68 1-1 (0-0) 0-1: Hákun Edmundsson 53. 1-1: Patrik Johannesen br 88. Dómari: Kári J. á Høvdanum AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen, Andri Freyr Björnsson – Dan í Soylu (Árni G. Nielsen, 68.), Bárður Olsen, Patrik Johannesen – Sandri Færø (Høgni Midjord, 80.), Karstin Højgaard (Nicolaj Eriksen, 83.), Rasmus Dan Sørensen Gult kort: Jónas Stenberg, Patrik Johannesen Venjari: Trygvi Mortensen B68: Fríði Sigurðsson – Niklas Poulsen, Pedro Tarancon, Jóhan Dávur Højgaard, Albert Johannesen – Evrard Blé, Hákun Edmundsson, Kristian Anton Andreassen – Leivur Højgaard (Esmar Clementsen, 61.), Óli H. Olsen, André Olsen Gult kort: Evrard Blé, André Olsen, Óli H. Olsen Venjari: Páll Guðaugsson Stuttligt at síggja ein spanióla í føroyskum fótbólti. Annars væl arbeitt at fáa vøllin kláran til dyst – men... Tað ávirkaði dystin nógv, at tað er heldur hált framvið síðuni undir skýlinum SØGULIGI PEDRO TARANCON ANTON Pedro Tarancon Anton er fyrsti spaniólin at spæla í bestu deildini í føroyskum fót­bólti. Miðverjin er úr Valencia, og hevur fyrr spælt í Malta, Singapor og Malasia. – Tað er deiligt at endiliga sleppa at spæla dyst. Vit hava vant í kava í tveir mán­ aðir, so eg havi vant meg við tað, men tað var gott, at eg í fyrra hálvleiki spældi í sól­ ini. Har var lættari spæla bólt, enn í fyrsta partinum av vøll­inum. – Tað er stuttligt at vera søguligur í føroyskum fót­ bólti, men eg vóni at lands­ mað­urin hjá mær, Carlos Quintana Herrero verður tøkur skjótt. – Tað var gott hjá okkum at fáa eitt stig. Eg sá ikki brots­sparkið hjá teimum, tí eg tveitti meg í eina takling. Dómarin segði, at tað var Niklas Poulsen, sum hevði gjørt brotsspark, men eg veit ikki hvat hann gjørdi. – Eg hugsi bara um ein dyst í senn. Venjarin sigur eis­ini, at tað einasta vit skulu hugsa um nú, er komandi dyst­urin móti TB. So vóna vit, at tað samanlagt røkkur mál­inum, sum felagið hevur sett sær í ár. trondur@sosialurin.fo Trygvi Mortensen um B68 málið – Eg helt, at vit áttu fríspark áðrenn frammi á miðjuni. Eg síggi ikki ordiliga hvat hendir har, men sum skilst, so endar Sørin Samuelsen við at sita á bóltinum. Eitt stig er betri enn einki, men vit høvdu ætlað okkum trý stig í dag. Myndir: Álvur Haraldsen