mánadagur 7. mars 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Loksins rullaði bólturin aftur
í Effodeildini. Spenningurin
náddi at røkka hæddini áðr
enn alt brádliga hekk í leys
ari luft vegna eina lúrandi
dómaraverkfall, sum tó bleiv
av ongum, og síðani einum
bítandi kulda, sum hótti
dystirnar kring landið.
Tá ið runavíkingar og
fólk har um vegir vaknaðu
dystarmorgunin, vórðu teir
blendaðir av sólini, sum stóð
á heiðum himni, og tá var
greitt, at bráðnandi kavin
var í ferð við at borðreiða
fyri dystinum ímillum NSÍ
og HB.
Nýtt HB-lið
Tað var púra óvandur stíl
ur yvir HB. Í hvítum og
ljósabláum stríputum leik
blusum møttu teir upp við
einum liði, sum var uttan
Fróða Benjaminsen, Andrew
av Fløtum, Alex José dos
Santos, Levi Hanssen, Rógva
Holm og Arnbjørn T. Hansen.
At loysa teir av var fyri tað
mesta ungir leikarar, og tað
var meiri enn so, at uttan
veltað fólk máttu hyggja í
leikaralistan fyri at vita hvør
var hvør.
Teir skuldu tó alt fyri eitt
prógva sítt virði, tí ímóti tí
annars væl samansnikkaða
NSÍ-liðnum smæddust teir
als ikki at leggja upp ímillum.
Tað fekst lættliga eyga
á, at HB hevði lagt sær ein
ágangandi
spælistíl
fyri
dagin og at endamálið var
at órógva NSÍ-spælið, sum
serliga í fjør var eyðkent fyri
at ganga bæði skjótt og væl
frameftir vøllinum.
NSÍ hevði ógvuliga ilt við
at fáa eyðkenda vongspælið
á glið, kanska serliga tí at
HB í Jógvan Róa Davidsen
og Ára Mohr Jónsson hevði
tveir bakkar, sum eru sera
kvikir.
Ungur málskjútti
Sum mótsvar hevði NSÍ í
álopsstøðu einans tríggjar
í
verjuni,
meðan
Jóhan
Jacobsen í høgru og Einar
Tróndargjógv í vinstru virk
aðu sum vongleikarar heldur
enn bakkar.
Tað merkti, at NSÍ stund
um hevði nógv fólk við
frammi á vøllinum, og hetta
gav HB møguleikan at lúra
eftir mótálopum.
Tíggju
minuttir
vóru
farnir, tá ið Teitur M. Gests
son fekk bóltin í hendurnar,
og tað sá innøvað út, tá ið
hann við nógvum skundi
gúppaði bóltin fram til tveir
tvísporandi Ara Mohr Olsen
og Teit Jacobsen. Tríggir
NSÍ-leikarar vóru komnir
aftur við, men bólturin stakk
í vøllin, Jóhan Jacobsen fekk
ikki beint bóltin burtur og
18 ára gamli Ari Mohr Olsen
svingaði við vinstrabeininum
bóltin hegnisliga upp undir
nettakið.
1-0 til HB og fjáltur á NSÍ-
arum.
Fjáltur í
Fjálturin hjá NSÍ var til at fáa
eyga á, og tað merktist ein
óvandur ófriður yvir NSÍ-
spælinum. Frá at hava ilt við
at finna røttu sendingarnar
á síðsta triðinginum av vøll
inum, so hevði NSÍ nú ilt við
at seta eina avlevering yvir
høvur.
Einans ta einu ferðina
gekk eitt NSÍ-álop hegnisliga
frameftir vøllinum, og júst
sum Klæmint A. Olsen skuldi
royna at runda tað av, vóru
heimamenninir ónøgdir við,
at hann ikki fekk brotsspark
eftir at verða feldur av Jóhan
Troest
Davidsen.
Petur
Reinert risti við høvdinum.
Í grundini skuldi NSÍ
vera væl nøgt við at støðan
einans var 1-0 til HB í hálv
leikssteðginum, tí stutt fyri
hálvleik var Tróndur Jensen
ógvuliga tætt við at økja til
2-0. Hann avrættað eitt mis
eydnað skot við halinum,
men bólturin fór á stongina.
Klæmint tók av
NSÍ fekk valla komið verri
inn til seinna hálvleik, enn
teir gjørdu til fyrra, og fræg
ari sá eisini út eftir hvíldina.
Ikki tí at nøkur útskifting
ella taktisk broyting var
gjørd, men tað var heldur
sálarliga, at teir høvdu fingið
ein uppsang, tí nú tordu NSÍ-
ararnir betur.
Hóast NSÍ formáddi sær
meiri, so var framvegis ótrú
liga torført at koma ígjøgn
um eitt sera væl skipað HB-
lið. Verjan stóð stinn og á
miðvøllinum var disciplin so
tað baskaði.
Um enn tað var lítið uppi
borið, so megnaði heimaliðið
at koma á máltalvuna stutt
inn í seinna hálvleik. Árni
Frederiksberg, sum annars
var lítið eyðsýndur, sneiddi
eitt frísparksinnlegg í pann
una á Klæminti A. Olsen,
sum stýrdi bóltinum í mál
til 1-1.
Avgerð og kavabóltur
Eftir útjavnandi málið var
aftur ferð á NSÍ-arunum,
sum nú tevjaðu meira. Eins
nógv sum NSÍ-málið kom
burturúr ongum, eins nógv
burturúr ongum gav HB
teimum vátan vøttin løtu
seinni – hesaferð eisini eftir
deyðbólt.
Christian R. Mouritsen
sendi
hornasparksinnlegg
innfyri málið, har júst inn
skifti Magnus Egilsson kom
væl upp og stútaði bóltin
3
SÍMUN RÓGVI
HANSEN
Nærum prísgivin í báðum HB-
málunum, kundi tó komið út eftir
innlegginum til seinna málið.
Annars sterkur í feltinum og
bjargaði eisini einum brotssparki.
2
MONRAD HOLM
JACOBSEN
Í verjuni var í lagi, men hevði
ógvuliga ilt við at finna
mótstøðuleikararnar og ov
nógvar sendingar fóru skeivar.
2
PER LANGGAARD
Var helst tann verjuleikarin
hjá NSÍ, sum vann flestar
luftbóltar, men hvørki hann ella
restin av verjuni imponeraði
nakran.
2
JENS JOENSEN
Dekan ov seinur av við
bóltin í nøkrum støðum, og tapti
beinleiðis nærdyst við Magnus
Egilsson við sigursgevandi
2-1-málið.
3
EINAR
TRÓNDARGJÓGV
Var ein av teimum frægu í
fyrra hálvleiki, og enn frægari
í seinna hálvleiki, har hann var
álopskendur og sendi fleiri
innlegg innfyri. Bjargaði einum
bólti á málstrikuni.
2
JÓHAN JACOBSEN
Á óvandum plássi plássi
longri frammi í síðuni, og tað
sást. Fekk ikki sparkað bóltin út
av kommununi við fyrra málið.
2
MAGNUS H. OLSEN
Sjáldsamt óróð yvir spælinum
hjá sær í fyrra hálvleiki. Kom fyri
seg í seinna hálvleiki, men varð tá
útskiftur næstan alt fyri eitt.
4
PETUR KNUDSEN
Róligur á bóltinum, góðar
spælingar og bjóðaði eisini
javnan av. Ógvuliga skapandi og
púra greitt dagsins leikari hjá
heimaliðnum.
2
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
Kropsstyrkin kom ikki til sín rætt
á vonginum, slapp ikki aftur um
kviku HB-bakkarnar og spældi
allar bóltar upp á tvørs ella
aftureftir.
2
ÁRNI
FREDERIKSBERG
Nærmast fullkomiliga lukkaður
niður av ágangandi HB-arunum,
men legði upp til málið við
frálíkum frísparksinnleggi.
3
KLÆMINT A. OLSEN
Datt væl aftur á vøllin at
luttaka í uppspølunum, og
megnaði eisini at skjóta eitt mál.
Lá, sum altíð, framvið.
3
NICOLAJ KØHLERT
(inn. í 52. min.) Fekk seinastu
40 minuttirnar á vøllinum, men
náddi at vísa, at hann kann eitt
sindur av øllum, og at hann
heldur eitt gott støði. Ilt at gera
niðurstøður longu nú.
SPÆLARAMETING NSÍ LÍKTIST
IKKI SÆR
SJÁLVUM
Við ágangandi spælistíli legði HB seg talríkar ferðir upp
ímillum NSÍ-spælið, sum ongantíð kom á glið og hevði ein
óvanligan ófrið yvir sær. Ungir og væl stríðandi HB-leikarar
stóðu fyri málunum í einum heldur óvæntaðum, men tó fult
uppibornum 2-1-sigri til nógv broytta høvuðsstaðarliðið
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
Nógvir sandoyingar, ella í øllum førum við rótum av Sandoynni,
vóru á vøllinum við Løkin. Símun Rógvi Hansen og Magnus H.
Olsen vóru við fyri NSÍ, meðan Ari Mohr Olsen, Ári Mohr Jónsson
og Símin Hansen vóru við hjá HB. Fleiri aðrir vóru eisini við í
øðrum dystum hetta umfarið – næstan eitt heilt B71-lið!