Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 TEITUR M. GESTSSON Ein friðarligur dagur á kontór­ inum hjá HB-málverjanum, sum fekk góða hjálp frá verjuni og annars var prísgivin tá ið NSÍ fekk mál. 4 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN NSÍ hevði ilt við at koma aftur um kviku bakkarnar hjá HB, og tað átti hann sín lut í. Kom eisini sum eitt toruslag fram við fleiri ferðir. 4 JÓHAN T. DAVIDSEN Var helst heppin, at brots­ spark ikki varð floytað ímóti honum, men tað myndaði avrik hansara væl. Spældi kontant og fór til markið. 4 BARTAL WARDUM Ungur, men eftir hondini royndur, og útstrálar róð í spæli sínum. Kropssterkur og átti eina sera avgerandi takkling seint í dystinum. 4 ÁRI MOHR JÓNSSON Fekk onkran hendingabólt inn um seg, men ongantíð vanda­mikið, og avrik hansara var álops­kent, tó eisini trygt. 3 CHRISTIAN R. MOURITSEN Tryggur á bóltinum. Trekti javnan inn í vøllin, meðan hann á vong­inum fekk fleiri yvirlapp frá bakkunum. 4 TRÓNDUR JENSEN Hóast sentrali miðvøllurin ikki varð nógv nýttur, so var hann skilagóður og vendi spælinum væl, tá ið høvið býðst. Setti viðleikarar væl upp. 3 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Var ikki serliga nógv á bóltinum, so kreativu evnini komu ikki til sín rætt, men kom sum heild væl frá uppgávuni og endar á miðal. 3 PÁL M. JOENSEN Var sjáldan ein spælistatión vegna nógv yvirlapp, sum hann tó setti væl upp, og sum heild eitt miðal avrik. 3 TEIT JACOBSEN Kvikleiki hansara gav NSÍ- verjuni eina uppgávu fyri, og tað gav liði hansara eitt brotsspark, sum tó varð misnýtt. 3 ARI MOHR OLSEN Ein gott stríðsavrik hjá blað­ unga áleyparanum, sum hevði fingið álitið frá venjarunum, og tók av. Væl sett inn til 1-0. 4 MAGNUS EGILSSON (inn í 60. min.) Fekk úr at gera einu løtuna, men hann og restin riðu stormin av, og so trein hann heiðurliga fram við sannførandi stútara og gav HB øll stigini. sann­førandi í málið til 2-1 til HB. NSÍ royndi at svara aftur við at senda Jónleif Højgaard og Jannik M. Olsen á vøllin, men hóast NSÍ fekk gott spæl í, so var hetta fyri tað mesta ófarligt á miðjuni og HB-verjan vardi fyri so skjótt teir gulu hóttu. Við framúr kvikleika rann Teit Jacobsen frá NSÍ-verj­ uni og varð feldur av Símun Rógva Hansen – brotsspark til HB, men Christian R. Mouritsen tók ikki av gylta møgu­leikanum at punktera NSÍ, tí nýggi NSÍ-málverjin gjørdi skaðan góðan aftur og bjargaði. Lívlinjan til NSÍ kastaði tó einki av sær. Seinastu løtuna minti tað meiri um kavabólt enn fótbólt, og hevði tað ikki verið so seint í dystinum, so hevði helst verið vandi fyri, at dysturin varð avblástur. NSÍ líktist ikki sær sjálv­um hendan dystin, og 2-1-sigurin hjá HB var fult uppi­borin. Við snildum taktikki, fáum villum og ein­um orkufyltum avriki megn­aðu hugagóðu HB-leik­arar­nir at seta NSÍ undir við­var­andi trýst og góvu silvur­vinn­ar­unum eina óynskiliga byrj­an upp á kapp­ingar­árið. albinus@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Álvur Haraldsen Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 NSÍ - HB 1-2 (0-1) 0-1: Ari Mohr Olsen 10. 1-1: Klæmint A. Olsen 57. 1-2: Magnus Egilsson 64. Dómari: Petur Reinert NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard, 71.), Petur Knudsen, Magnus H. Olsen, (Nikolaj Køhlert, 52.), Einar Tróndargjógv - Árni Frederiksberg (Jannik Mathias Olsen, 75.), Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen Gult kort: Magnus H. Olsen, Jens Joensen, Símun Rógvi Hansen, Petur Knudsen Venjari: Anders Gerber HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen (Adrian Justinussen, 75.), Pál Mohr Joensen (Magnus Egilsson, 60.) – Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Símun Hansen, 88.) Gult kort: Tróndur Jensen, Rókur Jespersen Venjari: Jan C. Dam FÓTBÓLTUR Petur Knudsen, Bartal Wardum og aðrir blað­ ungir leikarar vóru millum teir mest róligu á bólt­ inum. Tað er prógv um, at fótbólts­skúlingin í Føroyum er góð, og tað boðar gott fyri framtíðina. Tað var ein erlig sak, at NSÍ ikki hepnaðist við nýggju spæliskipanini. Tað var sera einfalt hjá HB at leggja upp fyri hesi skipan, og tá skal NSÍ – sum væntað topplið – hava eina plan B í ermuni. Tað bar brá av einum góð­ um taktiskum uppleggi, tá ið HB fullkomiliga fekk hildið NSÍ frá fatinum við Løkin leygardagin, og nýggi høvuðs­venjarin hjá HB, Jan Dam, aftrar seg ikki við at av­dúka hvør taktikkurin var. – Taktikkurin var at vera ágang­andi í trýstinum og at møta teimum høgt. Verjan kom eisini langt niðan og teir fingu ikki rúm at spæla. Har­afturat vóru vit eisini øgiliga raskir og jastraðu teir nógv, tá ið teir høvdu bóltin, sigur Jan Dam um lykilin til sigurin. HB-heimasíðan skrivar, at talan var um óvæntaðan sigur, so Jan fekk sjálvandi spurn­ingin, um sigurin eisini var óvæntaður í hansara huga­heimi. – Um tú spurdi meg áðr­ enn dystin, so hevði eg selt dystin fyri eitt stig, tí NSÍ hevur jú eitt klassalið. Men nú tú spyrt meg eftir dystin, so hevði eg verið vónbrotin, um vit bara fingu tað eina stigið, sigur Jan og gevur unga hópi sínum rósandi orð við á vegnum. – Teir tíma væl at venja, møta væl upp og hava góð­an hugburð. Nógvir hava fót­ bóltin sum fyrstu rað­fest­ing í teirra unga lívi, og so elska teir eisini at spæla fótbólt. Sjálv­andi hava teir eisini góð evni og eru dugnaligir fót­ bólts­spælarar, sigur Jan. Um tit klára at vinna NSÍ á útivølli, so kunnu tit eisini blíva meistarar? – Tað hugsa vit ikki um. Beint nú hugsavna vit okk­ um um at koma væl frá byrj­an. Tað kann eisini vera, at vit vórðu undirmettir til hend­an dystin. Nú møta vit Víkingi næstuferð, og teir vita, at vit vunnu í Runa­vík, so vit verða neyvan undir­ mett­ir einaferð afturat, sigur Jan Dam at enda. JAN DAM »VERÐA IKKI UNDIRMETTIR AFTUR« KLÆMINT A. OLSEN »TAÐ VAR BROTSSPARK« Mong NSÍ-viðhaldsfólk vildu hava brotsspark, tá ið Klæmint A. Olsen ta einu ferð­ina sá út til at verða feld­ur í brotsteiginum, og tað heldur Klæmint eisini sjálv­ur. – Eg meti at eg átti eitt brotsspark miðsleiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Jóhan (Troest Davidsen, red.) sparkaði støttu­beinið undan mær í eini vending, men dómarin sá ikki hendingina. Tíverri, sigur Klæmint A. Olsen, sum ann­ars var illa nøgdur við lið­avrikið hjá NSÍ. – Eg haldi vit byrja dystin rímiliga væl, hóast vit koma afturút tá ið 10 minuttir eru leiktir. Annars halta vit aftaná restina av fyrra hálv­leiki, vit vóru ov langt frá mótstøðu­monnunum í press-spæl­inum og vit spæla ikki góðan fótbólt, heldur Klæmint. Hann heldur tó, at tað batnaði. – Vit tosaðu um hvat vit skuldu gera betri í seinna hálvleiki. Eg haldi, at spælið gekk betur og vit megna at javna, og ta løtuna hava vit eisini gott trýst á HB. Aftaná 2-1-málið hava vit ikki nógvar atsøknir á HB-málið, við­ gongur Klæmint. – Vit skulu betrast á øllum plássum til komandi dyst. Vit skulu spæla sum vit venja og halda okkum til leik­háttin, sum vit hava av­talað frammanundan. So skal tað nokk bera á mál, sigur Klæmint A. Olsen at enda. albinus@sosialurin.fo Hvør er Ari Mohr Olsen? 18 ára gamli HB-áleyparin, sum skoraði 1-0-málið, er sonur B71-legenduna Ib Mohr Olsen. Í fjør skeyt hann 13 mál í 21 dystum fyri besta liðið hjá B71 í næstbestu deildini, men spældi samstundis eisini við U18- liðnum hjá HB, har hann skeyt fimm mál í 12 dystum.