Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Nicolaj Køhlert. Tað er eitt av nýggju nøvnunum, sum fót­bólts­føroyar skal venja seg við. Talan er um danskan mið­vallar­leikara, sum NSÍ hevur fingið til vega úr Silke­ borg í næstbestu deild­ini í Dan­mark. Tað er umvegis nýggja venjaran, Anders Gerber, at NSÍ hevur fingið fatur á 23 ára gamla Køhlert, sum í fyrstu atløgu hevur gjørt leigu­sátt­mála fyri hetta kappingar­árið. 23 ára gamli danski mið­ vall­arin hevur verið víða um á yrkisleið sínari, og í ensk­ um stórfelag vóru tekin um, at hann av álvara skuldi fáa sítt gjøgnumbrot sum heilt ungur, men hetta hevur drigið út og nú skal hann fyri­bils royna at sær aftur í Føroyum. Tørv á spælitíð Sambært Nicolaj, sum hevði tað alstóran týdning fyri hann, at liðið, sum hann nú skuldi velja at spæla við, spælir rætta slagið av fót­ bólti. – Tað hevði stóran týdn­ ing fyri meg at koma til eitt felag, sum vil spæla tann fót­ bóltin, sum mær dámar, og tann fótbóltin, sum eg dugi best. Tað var áhugavert at fáa eitt tilboð frá NSÍ, sum hev­ur orð á sær at spæla álops­fótbólt. Tað veit eg, at Anders (Gerber, red.) eisini ger, so hetta var upplagt fyri meg, sigur Nicolaj. Spurdur, hvat var av­ger­ andi fyri at hann valdi at fara úr Silkeborg, ivast hann ikki. – Spælitíðin. Heilt greitt. Tað kom ein nýggjur venjari til eftir summarsteðgin, og hon­um dámar at spæla ein heilt øðrvísi fótbólt enn hvar mín­ar styrkir passa inn. Tað vóru eingin útlit til spælitíð, so nú vil eg gjarna fáa nógvar dystir í beinini, tí tað havi eg brúk fyri, sigur Nicolaj, sum síðani lýsir seg sjálvan sum spælara: – Mær dámar væl at stýra spælinum. Eg eri ein sen­ tralur miðvallari, sum dámar at vera í balansu, og at seta spælið upp. Mær dámar eis­ ini væl at liðið stýrir dyst­ inum við góðum álops­kend­ um spæli, og tað er eisini ein av orsøkunum til at eg valdi NSÍ, greiðir Nicolaj frá. Vil vinna NSÍ-legan hevur verið heldur varin við at siga hvat málsetningurin hjá felag­ num er fyri hetta kapp­ ingar­árið. Nýggi danski NSÍ-arin sigur, at persónliga mál hans­ara er at spæla so nógvar dystir sum tilber og at gerast ein umráðandi spæl­ari á liðnum, og hann er ikki bangin fyri at siga hvat málið saman við liðnum er. – Málið er at spæla við í toppinum og at vinna deild­ ina. Sum spælari er málið altíð at vera bestur, og tað er málið hjá bæði mær og felag­num. NSÍ spældi væl í fjør og bleiv nummar tvey, so vit ætla at vita, um vit ikki kunnu gera tað enn betri í ár, sigur Nicolaj. Liverpool Nicolaj er føddur og upp­ vaksin í Tjæreborg, sum er ein lítil býur vestanfyri Esbjerg. Tað var eisini í Esbjerg fB, at fótbóltsleið hans­ara byrjaði, og talentið var skjótt til at fáa eyga á. Longu tá ið Nicolaj var 15 ára gamal, fekk hann tilboð úr út­landinum. Tað var enska stór­felagið, Liverpool, sum ynskti at fáa hann til Onglands, og tá ið hann var 16 ára gamal, reiv hann telt­ pelarnar upp og kastaði seg út í enska ævintýrið. – Í og við at eg var sera ungur, so var hetta eitt stórt upp­livilsi, sum var mennandi fyri meg bæði sum spælari og sum menniskja, sigur Nicolaj og lýsir hvussu stórsligið alt var. – Tað eru heilt aðrar ramm­ur. Alt er størri, og har er stórt fokus á einum, bæði frá fjøl­miðlum, áskoðarum og bý­num, greiðir hann frá. Nicolaj spældi við U18- lið­num hjá Liverpool, men hann vandi eisini javnan við eyka­liðnum, har leikarar frá besta liðnum eisini vandu við inn ímillum. Ein leik­ ari, sum Nicolaj hevði sum lið­felaga á U18-liðnum, var Nýggi NSÍ-leikarin, Nicolaj Køhlert, var sum heilt ungur eitt risa talent, og spældi hann í útivið trý ár við Liver­pool, har hann var liðfelagi hjá eitt nú Raheem Sterling. Glæsiligu umstøðurnar í Liverpool eru skiftar út við gras­líkis­vallir í Føroyum, her hann nú skal royna at fóta sær. – Beint nú havi eg brúk fyri at fáa nakrar dystir í beinini og at fáa ment meg tann vegin. Fortreyt­ir­nar fyri tí eru góðar í Runavík, heldur Nicolaj FÓTBÓLTUR FRÁ LIVERP NICOLAJ KØHLERT Nocolaj Køhlert í reyðu Liverpool troyggjuni NICOLAJ UM LIVERPOOL – TAÐ ERU HEILT AÐRAR RAMM­UR. ALT ER STØRRI, OG HAR ER STÓRT FOKUS Á EINUM, BÆÐI FRÁ FJØL­MIÐLUM, ÁSKOÐARUM OG BÝ­NUM