Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR POOL TIL NSÍ Raheem Sterling, sum í dag spælir við Manchester City og enska landsliðnum. Man­ chester City keypti hann úr Liverpool fyri 470 m i l l i ó n i r krónur, og hann tjenar 1,7 milliónir krón­ur um vikuna. – Tað er stuttligt at hyggja aftureftir og síggja fyrr­ver­ andi viðleikarar, sum í dag – um eg skal siga tað pent – gera tað gott, sigur Nicolaj. Heimaftur Nicolaj fekk ongantíð av­ ger­andi gjøgnumbrotið í Liver­pool, og á sumri 2011, eftir tvey og eitt hálvt ár í fel­ag­num, var tíðin komin til at fara víðari. Tað var tó frá einum stórfelag til eitt ann­að, tí tá skifti ungi heiman­farni danin nevniliga til Glas­gow Rangers í Skott­ landi. Har fekk hann tvey ára sáttmála, men lagnan vildi tað soleiðis, at skotska stór­ felagið fór á húsagang, og sátt­málarnir hjá øllum leik­ ar­unum vórðu strikaðir. Hann náddi bara at vera í Glasgow Rangers í eitt hálvt ár. Eftir trý ár í útlegd í Stóra­bretlandi fór Nicolaj aftur til heimlandið, har hann við royndum frá ensk­ ari fótbóltsmentan og 33 ung­dóms­landsdystum fyri Dan­mark í viðførinum ikki hevði trupult við at finna sær eitt felag. Silkeborg, sum um hetta mundið spældi í Super­liguni, bjóðaði honum sátt­mála, og hann tók av. Hetta skuldi tó vísa seg at gerast byrjanin til endan á einari annars lovandi yrkis­leið, tí tað tók honum langa tíð áðrenn hann slapp at spæla. Hann sat nógv á beink­inum, varð onkra hend­ inga­ferð innskiftur, men tey fýra árini, hann hevur spælt í Silkeborg, hevur hann einans spælt við í 36 dystum, og tá er vert at bíta merki við, at Silke­borg nú er at finna í næst­bestu deildini. Runavík Hóast Nicolaj Køhlert hevur skift glæsiligu umstøðurnar í Liverpool út við ein gras­ líkis­vøll í Runavík, so er hann ikki fallin í fátt. – Tað er greitt, at ein fót­ bólts­leikari altíð droymir um at koma til tær stóru fót­ bólts­deildirnar. Tað er tann fullkomni dreymurin, og eg ætli at vita, um tað ikki letur seg gera. Beint nú havi eg tó brúk fyri at fáa nakrar dystir í beinini og at fáa ment meg tann vegin. Fortreytirnar fyri tí eru góðar í Runavík, sig­ur Nicolaj. Í løtuni er Nicolaj einsa­ mallur í Føroyum, men skjótt kemur kona hansara, sum er Ida Amalie og er kend frá Paradise Hotel, til Føroya. – Konan kemur til Føroya mitt í hesum mánaðinum, og so skulu vit venja okkum við at vera her. Hon er undir út­búgving umvegis netið og hevur telduna við, so tað heldur hon fram við. Vit ætla okkum at koma runt í land­ inum at síggja ymisk ting, og tað gleða vit okkum til, sigur Nicolaj og leggur afturat, at hann als ikki hevur trupul­ leik­ar við at fáa tíðina at ganga. albinus@sosialurin.fo Nicolaj Køhlert fekk 40 minuttir á vøllinum ímóti HB Mynd: Álvur Haraldsen Danin hevur eisini roynt seg í Glasgow Rangers