mánadagur 7. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu var tað at fáa
sín fyrsta dyst í hasum
kavaveðrinum?
– Tað var eitt serligt upplivilsi, at
vøllurin gjørdist fullur av kava
bara eftir fimm minuttum. Tað
havi eg ongantíð upplivað áður,
men tað er ein partur av tí heila,
og tíbetur skínur sólin eisini inn
ímillum.
Hvat er títt inntrykk av
føroyskum fótbólti?
– Tað er sjálvandi ilt at siga eftir
bara einum dysti, men um eg skal
taka útgangsstøði í leikarunum í
NSÍ, so haldi eg, at tað eru nógvir
dugnaligir leikarar og eitt lið við
góðum tilfeingi, sum eg eri glaður
fyri at vera ein partur av.
Kendi tú nakran í
Føroyum, fyri uttan
Anders Gerber, áðrenn
tú komst higar?
– Nei, eg kendi ongan uttan
Anders Gerber áðrenn eg kom
higar, men eg eri blivin móttikin
av ótrúliga nógvum vinarligum
og fyrikomandi fólkum, og tað
eru sera glaður eg takksamur fyri.
Ert tú Liverpool-fjeppari?
– Eg eri Manchester United-
fjeppari, og tað havi eg verið so
leingi sum eg kann minnast. Tað
hevði tó ikki stóra ávirkan á mína
avgerð um at fara til Liverpool.
Tað var ein møguleiki og ein av
bjóðing, sum eg ikki vildi lata fara
til spillis.
Hvussu er at vera giftur
við einum fyrrverandi
Paradise Hotel-luttakara?
– Tað er ikki nakað hvørki eg ella
Ida (Amalie, red.) brúka nakra
tíð uppá. Vit vilja heldur tosa
um nútíð og framtíð, heldur enn
farna tíð.
albinus@sosialurin.fo
Vikan ið fór
Kaj Leo í Bartalsstovu
spælur fyri fyrstu ferð í
Bukarest grannauppgerðini,
tá hann hósdagin kemur
inn í málleysa javnleikinum
móti Steaua Bukarest.
Dómararnir avsanna ikki,
at teir eru sinnaðir at fara í
verkfall, um samsýningin ikki
verður hækka. Hetta hendir
dagin fyri fyrsta dystin í hesum
kappingarárinum í fótbólti.
Heini Vatnsdal er aftur á
landsliðnum, tá Lars Olsen
úttekur tíggju teir fyrstu til
landsdystin móti Liktenstein.
HB ger sáttmála við Øssur
Dalbúð, meðan Fróði Benjaminsen
er aftur til venjing hjá HB.
Hákun Edmundsson verður
útleigaður frá NSÍ til B68.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Eg havi ein veikleika fyri at
keypa fótbóltsbløð, tá eg eri
uttanlands. Serliga koma tey
væl við í flúgvarinum. Tað var
eisini á flogvøllinum í Íslandi
á veg heim, at eg keypti mær
nýggjastu útgávuna av mánaðar
liga blaðnum FourFourTwo – ella
4-4-2.
Internetið hevur langtsíðani
kollvelt allan blaðheimin. Hetta
er eisini galdandi fyri hetta blaðið,
sum stríðist við at yvirliva.
Hesa ferð er forsíðan um
Pep Guardiola, sum er venjari
hjá Bayern Munchen, og til
komandi
kappingarár
verður
venjari hjá Manchester City.
Blaðið lovar á forsíðuni, at tú
sleppur tætt at tankunum hjá
katalanska
venjaranum,
men
eitt nú veit eg, at hann aldrin
ger persónligar samrøður við
einstakar tíðindastovur. Tí er
alt endurminningar frá øðrum,
ella tíðindum, sum tú allarhelst
hevur hoyrt fyrr. Millum annað
verður Thierry Henry endurgivin
fyri nakað, sum hann segði á Sky
Sports, ið fór kring netið sama
kvøldið hann segði tað.
Lay-out parturin er flottur,
tað eru nógvar smærri, stuttligar
og áhugaverdar søgur at finna
í blaðnum. Blaðið plagar ikki at
vinna fram aftur eftir flúgvitúrin,
men tað gjørdi hesaferð. Tó mest
av gomlum minnum, tí eg havi
altíð keypt 4-4-2 og World Soccer
á ferð. Eina mest fyri at hava
okkurt at gera í flúgvarinum,
og at geva mítt íkast til ítróttar-
blaðheimin. Tað fari eg eisini at
gera í framtíðini.
LES BLAÐIÐ UM: tú skal flúgva!
IKKI LESA BLAÐIÐ UM: tú ikki
skal flúgva ella ikki hevur sundir
at seta teg niður eina løtu uttan
internet.
HVUSSU ER BLAÐIÐ AT LESA:
væl
sett
upp
og
fangandi
tekstuppseting. Lætt at lesa..
HVAT SIGUR TÚ? hetta er ikki
longur
ein
høvðuskelda
til
fótbóltstíðindi, men hugnaligur
lestur alíkavæl
trondur@sosialurin.fo
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarhendingar og onnur ítróttarlig tiltøk…
★★★★★★
FAKTA Í blaðnum hesa ferð eru eisini áhugaverd grein um Borussia Dortmund, men ein gjøgnumgingd av kappingarárinum 1937-38 var kanska eitt sindur for nógv av tí góða
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Nicolaj Køhlert
Aldur: 23
Ítróttur: Fótbóltsspælari (NSÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvat er tað mesta, tú kanst fáa í dart við trimum pílum?
2 Hvussu eitur danska hondbóltsfelagið hjá Jóhan á Plógv
Hansen?
3 Hvussu eitur heimsins skjótasti maður á 100 metrum?
4 Hvussu eitur nýggi venjarin hjá NSÍ?
5 Brandur H. Olsen er fjórði føroyingurin í Vendsyssel.
Hallur Hansson, René S. Joensen og ?
6 Hvussu eita Klitschko beiggarnir, ið eru kendir í
boksiheiminum?
7 Hvussu eitur bretski boksarin, sum vann fýra boksibelt
frá øðrum av Klitschko beiggjunum í desember?
8 Hvør er viðkomandi á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: 180, 2: Bjerringbo-Silkeborg,
3: Usain Bolt, 4: Anders Gerber, 5: Meinhard
Olsen, 6: Waldimir og Vitali, 7: Tyson Fury,
8: Torvald Abrahamsen
Dokumentarurin:
FourFourTwo
ÍTRÓTTAR UMMÆLI