Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Fríggjakvøldið var framvegis ikki greitt, um dómararnir fóru at døma í 1. umfari av Effo-deildini. Petur Reinert, formaður í dómarafelagnum, vildi ikki avsanna, at dómararnir kundu fara í verkfall. Tað er ikki lætt at vera dómari, og tað er ikki vist, at føroyskir dómarar eru so vánaligir, sum teir mangan fáa at vita ein sunnudag á vøllinum. Tað hava vit millum annað sæð, tá útlendskir dómarar koma hendan vegin. Í samrøðuni sum var við Ransin N. Djurhuus í Vikuskiftis Sosialinum, greiðir hann millum annað frá fleiri av avbjóðingunum, sum føroyskir dómarar hava. Tað er alt fair nokk, men tað er ikki í ordan, at dómararnir hótta við verkfalli dagin fyri kappingarbyrjan. Tað er í ordan at vísa á síni sjónarmið, og tað er í ordan at ynskja lønarhækkan, men tað er ikki í ordan at taka føroyskan fótbólt gísla ein dag undan kappingarbyrjan. Tit hava havt fýra mánaðir at samráðast uttan at ávirka landskappingina. Mangan taka dómararnir til, ”ongin dystur uttan dómarar”. Tað er so sum so rætt, men eg minnist meg hava spælt nógvar dystir í skúlagarðinum á Argjum uttan nakran dómara. Hinvegin, so kann eg aldrin minnast, at nakar dystur nakrantíð er spældur uttan spælarar. Tí havi eg eitt sindur ilt við hesum, at dómarar skulu seta seg sjálvar í setrum, tá tað í veruleikanum snýr er um spælararnar. Hvat skulu spælararnir hjá KÍ halda, tá teir lesa og hoyra í miðlunum fríggjadagin, at tað er møguleiki fyri dómaraverkfalli, tá teir eru ávegis til trongisvágs at spæla leygardag, men mugu frá húsum fríggjakvøld? Eg unni dómarunum at fáa eina avtalu, sum teir kunnu liva við, men tað skal verða við máta. Bæði í samsýning og í samráðingarhátti. Eg unni eisini dómarunum eina venjingarlegu í eitt nú Barcelona, har teir kunnu fáa nógv burturúr. Spæli tykkum nú ikki av við góðviljan, sum tit nú eina ferð hava. Øll ynskja góðar dómarar. Gíslatøka av før­ oysk­um fótbólti KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Kaj Leo í Bartalsstovu hevur tvær ferðir í farnu viku verið partur av størstu grannauppgerðini í Rumenia millum Dinamo Buka­rest og Steaua Bukarest. Fyrst kom hann á vøllin í steypa­ dystinum millum liðini, sum var hósdagin. Tann dysturin endaði við javnleiki 0-0. Í gjár var aftur granna­ uppgerð í Buka­rest millum Dinamo Buka­rest og Steaua Bukarest. Hesa ferð í lands­ kappingini. Enn eina ferð kom Kaj Leo í Bartalsstovu á vøllin. Støðan var 1-0 til gestirnir Steaua Bukarest, tá føroyski landsliðsspælarin kom á vøllin eitt fyri tíð. Dinamo Bukarest javnaði í løtuni hann var inni, og fekk ein spælara útvístan. Úrslitið bleiv 1-1. Kaj Leo frískur Kaj Leo í Bartalsstovu hevur verið darvaður av sjúku í undanfarnu vikunum, men nú er vongurin komin fyri seg. – Nú eri eg so gott sum heilt frískur. Tað var gott at vera við aftur, og serliga at fáa spælitíð í einum so stórum dysti, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu úr Rumenia. Tað vóru næstan 11 túsund áskoðarar til dystin í gjár. Teir gjørdu nógv burturúr, men gøtumaðurin ræðist ikki nógva larmin. – Tað er sjálvandi skeg at spæla í størstu granna­ upp­gerð­ina í rumenskum fót­bólti. Vónandi verð­ur tað eina ferð á tjóðar­leik­ vøllinum, sum er stongur í løtuni, sigur bóltsterki vongurin. Tað er nú nakrar vikur síðani, at Kaj Leo í Bartalsstovu óvæntað skifti til Dinamo Bukarest, eftir at Levanger í næstbestu deildini í Norra ikki ordiliga kundi brúka hann. Føroyski landsliðsspælarin letur væl at gongdini í Rumenia. – Tað gongur væl her. Eg venji væl og livi væl, men enn er tað bara byrjanin. Tað verður uppaftur betur, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Landskappingini í Ru­ men­ia er nú deild upp í tvey endaspøl. Dinamo Buka­ rest er í ovara enda­spæl­ in­um, har spælt veður um meistaraheitið. Dinamo Buka­rest liggur nummar tvey. Komandi dystur verður 14. mars móti Tirgu Mures. trondur@sosialurin.fo KAJ LEO FRAMANFYRI 10.000 ÁSKOÐARUM FRÓÐI ÓLASON OLSEN NÝGGJUR AB-FJEPPARI So rullaði bólturin aftur. Og so at læra seg AB c'ið aftur. Nógvir nýggir leikarar og nýggjan venjara. Mest nýtta strofan í dag var: “hvør er hasin!?” “Hvat eitur hasin!?” Til dystin er at siga, at tað sást at hetta var fyrsti dystur. Hálvur vøllurin var sum ein skoytubreyt, so leikarar vóru varnir. Leikliga var sera javnt, og dysturin endaði javnur, ok. Annars var hasin dysturin ein, á pappírinum ið skuldi vinnast, men gakk. Nå men vit hvessa klørnar til næsta dyst. FJEPPARA SMS FÓTBÓLTURIN TIKIN GÍSLI AV DÓMARUNUM Tróndur Arge Tað vóru samráðingar heilt fram til fríggja­kvøldið mill­ um fót­bólts­sam­bandið og dómarafelagið um nýggja sáttmála. Partarnir eru ikki komnir á mál, men ein fyribils avtala er gjørd millum partarnar. – Vit hava gjørt eina avtalu, sum ger at vit hava til 3. apríl at fáa endaliga sáttmálan undirskrivaðan, sigur Fríðin Ziskason, ið er formaður í dómaranevndini hjá FSF. Formaðurin í FDF, Før­ oya Dómarafelag, Petur Reinert, vildi fríggjadagin ikki avsanna, at dómararnir kundu fara í verkfall. Í sáttmálanum millum FSF og FDF stendur, at dómarafelagið ikki kann áleggja dómarunum at fara í verkfall. Sum heild er tað illa tikið upp, at dómararnir hóttu við verkfalli dagin undan kappingarbyrjan. – Eg eri vónbrotin av, at tað verður tosað um verkfall dagin fyri kappingarbyrjan. Tað er ikki fair fyri spælararnar, sum hava fyrireikað seg í longri tíð, sigur Fríðin Ziskason. Ósemjan millum partarnar snýr seg um samsýningina, ið dómararnir fáa fyri at døma ein dyst. FDF vil hava at hon hækkar, men hesum er dómaranevndin hjá FSF ikki samd í . – Eg vildi mett, at føroyskur fótbóltur er minkaður eini 25 prosent í prísi seinastu árini. Tað er galdandi fyri spælarar og venjarar. Eitt dømi eru landsliðsspælararnir, sum fór niður í løn um 2010. Tað sæst eisini aftur í føroyskum fótbólti, at tað gott fíggjarligt skil á. Tí haldi eg ikki tað er rætt, at dómararnir skulu langt upp í løn, meðan restin fer niður í løn, sigur Fríðin Ziskason, formaður í dómaranevndini hjá FSF. Hann leggur afturat, at hann vónar at partarnir koma til eina semju áðrenn 3. apríl. trondur@sosialurin.fo