Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TJÓÐARTING 40 TINGMÁL LØGD FRAM SEINASTA DAGIN Meðan Løgtingið hevur havt lítið at gera í vetur, vóru nú brádliga eini 40 mál løgd fyri tjóðartingið Árni Gregersen Øll, sum verða send av land­ inum eiga at sleppa at hava ein fylgjara við sær, konkurs­ lógin skal broytst, kring­ varps­lógin skal broytast og játtan­in til ÍSF skal markast. Jú, nógv verður gjørt móti seinasta framløgudegi fyri at fáa sett dagsskránna og gjørt broytingarnar í lógunum, sum fáa føroyska samfelagið at virka. Samgongan situr á um­ leið helvtini av lógar­upp­ skotunum, meðani and­ støðan eigur restina. Verða van­ligar metingar brúktar, so bendir alt á, at uppskotini, sum sam­gongan kemur við, verða samtykt, meðan bert hendinga uppskot hjá and­ støð­uni fær undirtøku frá sam­gong­uni og verður sam­ tykt. 11 av uppskotunum eru til sam­tyktar. Uppskot til sam­tyktar fáa bert tvær við­ gerðir og eru ofta áheitan­ir á landsstýrið um at fáa broytt onkra lóg ella broytt onkur viður­skifti í samfelagnum. Tað er oftast andstøðan, sum leggur uppskot til sam­ tyktar fram. Av teimum upp­skotum til samtyktar, sum vóru løgd fram seinasta fram­løgudagin komu so at siga øll frá andstøðuni. Andstøðan koyrir á Í politisku skipanini eru ser­ liga tvey stór politisk mál, sum fáa viðgerð, men tey eru enn ikki beinleiðis komin í Løgtingið. Tað fyrra málið er pen­ sjónin, sum ein bólkur sit­ ur og arbeiðir við. Málið er stórt og skal fyrst og fremst styrkja haldføri í før­oyska búskapinum og tryggja teim­um, sum fara av arbeiðs­ markn­að­inum eina virðiliga til­veru. Hitt stóra málið snýr seg um at býta virðini í sam­fel­ ag­num. Tað snýr seg um rætt­ indini til tilfeingið í sjónum og hvussu føroyska fiski­ vinn­an skal skipast eftir 1. jan­uar 2018. Hetta stóra mál er til við­ gerðar í einari nevnd við tveim­um fylgibólkum. Álitið frá nevndini skal latast lands­stýris­manninum við fiski­vinnu­málum 1.august. Ein annar stórur arbeiðs­ bólkur arbeiðir við at gera eina menningarætlan fyri alt heilsuverkið. Hesi stóru mál gera sjálv­ andi, at samgongan ikki enn er tilreiðar við teimum nógvu lógaruppskotunum, sum veruliga gera broytingar í sam­felag­num. Hinvegin so roynir and­støðan at leggja upp­skot fram, so hon eis­ini fær mar­kera seg móti enda­ num av ting­setuni. Sambandsflokkurin hevði tíðindafund fyrr í vik­uni, tí flokkurin vil flyta Før­oy­ar frá at vera eitt land, sum út­ flytur rávøru til at vera eitt land, sum virkar fisk­in og útflytur hann sum mat­vøru. Til tess at gera hettar held­ur flokkurin, at neyðugt er at fáa eina avtalu við ES, sum tryggjar at liðugt gjørd­ ar føroyskar kunnu seljast á ES-marknaðinum uttan stór­ ar tollforðingar. Flokkurin mælir eisini til, at landsstýrið skipar so fyri, at eitt vakstrarforum verður sett á stovn í Føroyum. Hetta fyri at gera, at hugskot ger­ast skjótari veruleiki og at vit á tann hátt kunnu sleppa und­ an seinkandi millum­liðum. Heimamarknaðurin Hin stóri andstøðuflokkurin hevur lagt uppskot fram, sum skal gera tað lættari at selja føroyska mat í før­oysk­ um handlum. – Føroyskur matur skal vera lætt atkomuligur fyri allar føroyingar – eisini hjá teim­um, sum ikki eiga jørð, hava egnan bát ella á annan hátt hava møguleika at skaffa sær føroyskan mat – eins væl og fyri útlendingar, sum vitja í Føroyum, sigur Fólka­flokk­urin. Fólkaflokkurin sigur, at føroyska matmentanin hev­ur ein vaksandi áhuga mill­um ferðafólk, sum vitja hend­an­vegin og tí eigur at bera tila t keypa føroyskan mat í sølubúðunum. – Um okkara leiðir er før­ oyski ræsti maturin nakað ser­ligt, sum útlendingar tykj­ast at hava ein vaks­ andi áhuga fyri. Eisini aðrir av okkara góðu og frísku føroysku rættum fella væl í smakkin hjá út­lendsku ferða­fólk­unum. Føroysk mat­ferðavinna saman við náttúru- og mentanar­upp­ liv­ing­um kann tí gerast ein upp­aftur nógv størri vinna Sambandsflokkurin vil hava betri atgongd til ESD-marknaðin Mynd: Álvur Haraldsen Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, vil geva loyvi at selja seyða- og neytakjøt við dyrnar