týsdagur 8. mars 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
TJÓÐARTING
frameftir, sigur Fólkaflokk
urin.
Fylgjara og
rúsevnishund
Miðflokkurin er eisini aktiv
ur. Flokkurin mælir til, at øll,
sum verða send av landinum
til sjúkraviðgerð eiga at fáa
fylgjara við sær.
Sum støðan er nú, so fáa
tveir triðingar av sjúklingum
fylgjara við, meðan ein trið
ingur fer einsmallur av land
inum.
Miðflokkurin skjýtur upp,
at øll fáa ein fylgjara við og at
børn fáa tveir fylgjarar. Sami
flokkur mælir eisini til, at
tollmyndugleikarnir fáa ein
rúsevnishund afturat. Hetta
fer at kosta 600.000 krónur í
íløgu og so eina hálva milljón
um árið í rakstri.
Samgongan
Samgongan eigur helvtina
av uppskotunum. Nógv av
teimum eru tekniskar broyt
ingar, men onkur mál eru
nýggj.
Millum
annað
hevur
landsstýriskvinnan
við
mentamálum lagt eitt upp
skot fram um miðlastuðul.
Landsstýrismaðurin við
vinnumálum hevur eitt upp
skot, sum gevur loyvi at selja
føroyskt seyða- og neytakjøt
við dyrnar.
Landsstýriskvinnan við
orkumálum vil hava heimild
til at góðkenna ymiskar el
prísir, so føroyingar verða
motiveraðir til at skifta frá
olju til el.
Fleiri aðrar lógarbroyt
ingar eru eisini og ikki minst
eru aftur broytingar í nýggju
grindalágini.
Tað er landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, sum
hevur lagt broytingarupp
skotið fram.
Grindalógin
er
broytt
fleiri ferðir og ikki minni enn
tvær ferðir mátti tingið kall
ast saman at viðgera lógina,
tí hon ikki var nóg væl fyri
reikað.
Í hesum umfari er revs
ingin fyri ikki at boða frá, tá
ið ein sær grind, tikin av. Tað
verður tó hildið fast við, at
vit framvegis hava fráboð
anarskyldu, tá ið vit síggja
eina grind.
– Mett verður, at upp
skotið
í
høvuðsheitum
hevur
jaligar
avleiðingar
fyri ferðavinnuna, ið júst
hevur víst á vansan við revs
ing av fráboðanarskylduni.
Í sambandi við hoyringina
hevur vinnan tó víst á, at tey
heldur ynskja fráboðanar
skylduna strikaða heilt. Hes
um tekur fiskimálaráðið ikki
undir við, skrivar fiskimála
ráðið.
Uppskotini gera, at nógvir
tingfundir eru til tingið fer
heim – eftir ætlan seianst í
apríl.
64/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (KT-nýtsla)
65/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serskúla (Dagføra
frágreiðing og kanning, undirvísing og læriætlan og upptøkunevnd)
66/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar
v.fl. (Umsiting av útgjaldi)
67/2015
29-02-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir
(Fylgibroytingar)
68/2015
07-03-2016
Løgtingsmál nr. 68/2015. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
matvørur v.m. (Um at loyva sølu av ávísum føroyskum matvørum í smásølu)
69/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tíðindamiðlar (Miðlastuðulslógin)
70/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og
vøruskráin) (Broyting av vørunumrum)
71/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroytingar og tekniskar broytingar)
72/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðarlundir
(Fyrisitingarheimild til Umhvørvisstovuna)
73/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval
(Grindalógin) (Revsing o.a.)
74/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
75/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkradagpening
76/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um at seta fólk í tillagað starv
77/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og
veiting av ravmagni (Elveiting¬arlógin) (Ymiskir elprísir)
78/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af
lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (vinnufyitøkulógin)
79/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m. Talgild
innlating av tilboði. Føroyskt mál)
80/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um at tryggja rættindi hjá føroyskum fyritíðarpensjónistum
81/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um bróyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
82/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttir
fyri gjald til yrkisfeløg)
83/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin)(Javnsetan av fyritíðarpensjónistum)
84/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðis¬gjald og
løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)
85/2015
07-03-2016
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om
ikrafttræden for Færøerne af søloven
86/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um skjótast gjørligt at skipa eitt búskaparligt
vakstrarforum
87/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg
(Vinnufelagslógin) (Íverksetarafeløg, lækking av kapitalkravinum fyri
smápartafeløg, skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum, talgilt
samskifti)
88/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri
(Kommunustýrislógin) (Viðvíkjandi borgarstjórum, sum sita í øðrum beinleiðis
fólkavaldum starvi)
89/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um at marka játtan til Ítróttasamband Føroya
90/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um yrkisútbúgvingar
91/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af
årsregnskabsloven (ársroknskaparlógin)
92/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um betran av fíggjarligu viðurskiftunum hjá
vinnulærlingum
93/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)
94/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um at endurskoða kringvarpslógina
95/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um nýggja rúsevnatilbúgvingarlóg
96/2015
07-03-2016
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2016
97/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um at dagføra konkurslógina
98/2015
07-03-2016
Ikki brúkt
99/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um barsilsskipan
100/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um eitt meira miðvíst føroyskt átak í
flóttafólkasorgarleikinum
101/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmynduleika
102/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum
103/2015
07-03-2016
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Áseting um
fylgjara)
104/2015
07-03-2016
Uppskot til samtyktar um fría atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskar fiskavørur
Tingmál løgd fram seinasta framløgudag:
GRINDALÓGIN BROYTAST
Enn einaferð verður nýggja grindalógin broytt
Savnsmynd