týsdagur 8. mars 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skal søgan skrivast um?
Thorbjörn Brochs
Seinasta sunnu
dag, 28. februar
2016, hoyrdi eg
eina prædiku, har
prædikumaðurin
vildi
vera
við,
at
»vit«
hövdu
farið so illa við katolikkunum.
Sögan sigur tað övugta. So nú
má eg spyrja, um tað ikki passar,
at katolikkarnir brendu Huss
(1414), sum tann eini, á báli, tí
hann prædikaði út frá Bíbliuni?
Skulu vit eisini nokta fyri at Jesus
varð krossfestur? Skulu vit til at
koppa tann söguliga veruleikan
övugtan veg? Veit eingin um,
at Martin Luther var við at fáa
somu viðferð, hann sum skaffaðu
okkum trúarfrælsi? Men hann varð
bjargaður, gudsmaðurin.
Nakað annað imponerandi, sum
varð sagt, tað var at vit skuldu
takka Katólsku Kirkjuna fyri at vit
áttu Bíbliuna. Men hvör var tað,
sum síðst á 1300-talið brendu allar
Wicliffe-bíbliurnar, sum teir kundu
fáa fatur á?
Hvat hendi við allar tær Bíbliu
umsetingarnar, sum vórðu gjördar
tær fyrstu öldirnar eftir apostla
tíðini? Ár 500 var ikki nógv annað
enn Vulgata og Septuaginta at fáa
fatur á. Hvussu tað hendi, vita teir
lærdu.
(Septuaginta er Gamla Testa
menti umsett av Jödum til grikst
umleið ár 250-130 f. Kr. Vulgata
er Bíblian umsett til latín. Helst
málsliga endurskoðað av Hierony
mus 382-405)
Eru allir vaktarmennirnir deyvir
ella deyðir?
KJAK
Hugsjónarligar avbjóðingar – mistu vit pippið?
Bergun Kass
Mistu vit pippið
ella tora vit at
keypa partabrøv,
so
føroyingar
gera seg galdandi
mótvegis útlend
ingum ella fer
meginparturin av krónunum til
persónliga nýtslu?
Í umtaluni av Bakkafrost verður
funnist at nógva vinningsbýtinum,
ið fer av landinum.
Tað verður tosað um politisk
átøk fyri, í størri mun, at halda út
lendingum uttanfyri.
Men hví ikki ístaðin spyrja,
hvussu vit fáa størri føroyskan
ognarpart í Bakkafrost og vinnu
yvirhøvur?
Í tilgongdini og menningini
av Bakkafrost eru møguleikar
fyri kapitali. Teir kunnu lána og
afturfyri gjalda rentur, og/ella
teir kunna bjóða tær og mær og
øðrum at keypa part í felagnum
og afturfyri gjalda okkum part av
yvirskotinum sum vinningsbýti.
Og her er tað at bólkurin, ‘tær
og mær og øðrum’, hevur flest
útlendingar, og at o.u. 70% av tí sum
eg og tú og onnur fingu sum part
av yvirskoti, í vinningsbýti – fer av
landinum.
Sjálvsagt hevur útlendski kapi
talurin/partabrævagjøldini
frá
útlendingum, gjørt sítt til góðan
rakstur og stórt lønar- og parta
felagsyvirskot, og tann vegin goldið
landinum í skatti.
Spurningur er meira, í viðgerðini
av úrslitinum hjá Bakkafrost,
hvussu eisini størri partur av parta
peningi og yvirskoti kundi verið hjá
føroyska fólkinum.
Man tosar um at byggja land –
man hetta samhaldsfesti, at eiga
føroyskt vinnulív í felag, ikki vera
ein týðandi partur, og skal ‘ind
satsurin’ ikki verða í tjóðskapar
anda, virkisfýsni og í trúgv á vinn
una, heldur enn at tosa um at halda
útlendingum uttanfyri?
Helli meira til tann partin – at
fáa føroyingar við, heldur enn
politisk inntriv, fyri at halda øðrum
uttanfyri.
Tá alt hetta er sagt, má eisini
havast í huga vandan við at missa
partabrævapengar, í fall fyritøkur
ikki bera seg, og at føroyingar sjálv
sagt eisini, við atliti til hetta, spjaða
íløgurnar. Tað vil siga, hava parta
brøv í fleiri feløgum og í fleiri lond
um, sambært góðum íløgusiði.
Ja, opin marknaður, har føroy
ingar og útlendingar luttaka hvørt
um annað við framgongd og vinn
ingi fyri eyga.
Politiska avbjóðingin, í síðsta
enda, er at fáa framgongd og
skattainntøkur, fyrst og fremst úr
føroyskum vinnulívi, og síðani, at
pengar hjá føroyingum kasta av
sær landsbúskaparliga.
Ella vil fólkið heldur uppspar
ingina til ferðavinnu og forræt
ningsmenn í Barcelona, til skíídnað
í køldu fjøllum ella til hús, hús
vognar, bátar og persónliga nýtslu
yvirhøvur?
Tað er so tað.
Hugsjónarligar avbjóðingar!
Jógvan Kallsoy
Mørkøre
Eiði
Tá
ið
hann
segði,
Markus 10-
7: Tí skal mað
urin fara frá
faðir sínum og
móðir síni og halda seg til konu
sína.
Sjálvt um hetta, av mær, er sett
fram sum ein spurningur, so
stendur eingin mær til svars.
Svarið er longu móttikið har
uppi, men eg haldi at teir løg
tingslimirnir ið ætla sær at svara
veljarans vegna skylda veljar
anum at svara, alment, á hesum
staðið eisini.
Tók Jesus feil
Hvítanes bygd yvirkoyrd!
Zakarias Wang
Nú er ætlanin at
gera ein breiðan
veg við 6000 bil
um
um
dagin
beint norðan fyri
húsini á Hvíta
nesi, har ætlanin annars var at
byggja.
Hetta vil siga, at bygdin ikki
kann vaksa meir. Tann stóra
ferðslan fer at larma og órógva,
og hugurin at seta búgv fer at
minka. Hetta fer at hava við sær,
at prísurin á fastari ogn ikki fer
at fylgja við prísunum aðrastaðni.
Talan verður um stórt tap fyri tey,
sum búgva í bygdini.
Hvat er her á vási?
Hetta kom fram á fundi í hundr
að ára gamla skúlanum á Hvítanesi
hóskvøldið 3. mars. Har var stjórin
í tí felag, sum er farið undir at
gera niðansjóvartunnilin millum
Streymoynna
og
Eysturoynna.
Hann greiddi frá, at ætlanin var, at
tunnilsmunnin streymoyarmegin
skuldi vera beint norðan fyri bygd
ina, í tí einasta byggiøki, bygdin
hevur eftir.
Á fundinum varð víst á, at hes
in munnin er óvanliga høgt uppi.
Alla aðra staðni verður roynt at fáa
tunnilsmunnarnar so nær sjóvar
málanum sum yvirhøvur møguligt.
Her verður farið 15 metrar hægri
upp enn neyðugt. Beint norðanfyri,
inni á Sandvíkum, er stórt láglendi.
Við at fara so høgt upp verður tunn
ilin 300 metrar longri enn neyðugt.
Hvør metur kostar 0,1 millión, so
íløgan verður 30 milliónir størri.
Rakstrarútreiðslurnar verða somu
leiðis størri í allari framtíð bæði fyri
tunnilin og fyri tey sum skulu nýta
hann. Frammanundan er tunnilin
ein av teimum longstu í heiminum,
og eingin orsøk er til at gera hann
enn longri.
Við at flyta munnan hetta stutta
pettið burtur frá bygdini ber tí til at
minka um kostnaðin av tunlinum
og sleppa undan at Hvítanes bygd
gerst eitt ferðsluoffur.
Her er tí talan um eina broyting,
sum hevði verið til fyrimun fyri
allar partar.
Men tað tykist, eins og allir
myndugleikarnir hava gjørt av at
leggja eftir teimum, sum vara av
Hvítanesi.
Tann staðbundna nevndin fyri
Hvítanes segði seg einki hava fingið
at vita um ætlanirnar. Býráðsfor
maðurin, sum annars er raskur at
møta upp, var ikki at síggja. Eingin
av teimum 33 løgtingsmonnunum
var komin á fundin at síggja hvønn
sviða teirra semja um Streymoyar-
Eysturoyartunnilin fer at bera við
sær fyri tey fólk, sum verða rakt av
hesi nýggju ferðsluæðr.