Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Harðskapurin í náttarlív­in­ um skal steðgast. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Tað er næstan ikki viku­ skifti, har vit ikki hoyra um, at fólk eru álopin, sligin og sparkað og aftur hetta vikuskiftið fekk ein maður stóran skaða í høvdið, eftir at hann varð álopin. Hetta er ein spurningur, Kaj Leo Holm Johannesen tekur í størsta álvara, tí hann heldur rætt og slætt, at vit skulu hava eina null-hugsjón fyri ógrundaðan og grovan harðskap, akkurát, sum vit hava eina null-hugsjón í ferðsl­uni, har endamálið er, at ongin skal doyggja, ella koma álvarsliga til skaða í ferðsl­uni. – Øll skulu kunna fara trygt í býin, uttan at óttast fyri at verða álopin og sorað sundur, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at nú fer hann at reisa málið politiskt og enda­mál­ ið er at fáa allar flokkar at semjast um at seta til­tøk í verk fyri at steðga harð­skap­ in­um. Men fyrst av øllum kundi hann hugsa sær at fingið málið lýst út í æsir fyri at fáa greiði á, hví summi fólk fremja grovan harðskap ímóti øðrum. Eitt, hann hugsar um í hesum sambandi, er at hoyra, hvat løgreglan heldur um hesi viðurskifti. Sjálvur stúrir hann fyri, at rúsevni eru uppi í nógvum málum um harðskap. – Spurningurin er, um vit gera nokk fyri at forða fyri, at rúsevni koma til land­ ið, sigur Kaj Leo Holm Jo­ hannesen. – Eru tað fleiri hassj­hund­ ar, ella fleiri tollarar, vit hava brúk fyri, eiga vit at útvega tað. Eru tað onnur tiltøk, sum skulu takast, eiga vit eisini at gera tað, sigur hann. Hann sigur eisini, at vís­ir tað seg, at rúsdrekka er høv­ uðsorsøkin, eiga vit eisini at umhugsa, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á tí økinum. Men hvørji tey skulu vera, er ringt at siga, fyrrenn málið er útgreina og lýst, sigur hann. Hann er eisini sinnaður at tosa um at skipa sjálvboðin vaktarlið at ganga í býnum um næturnar at forða fyri harðskapi. – Tað eru helst nógv for­ eldur, sum kundi hugsa sær at verið við, tí nógv foreldur eru bangin um børnini, legg­ ur hann afturat. – Ella skulu vit broyta hugburðin hjá fólki til nátt­ ar­lívi. Aðrastaðni fara fólk tíðliga í býin, og fara tíð­ liga heim. Er tað ein for­ kláring tann, at fólk ganga í ørviti tíðliga á morgni, tí tey eru farin seint í býin, er stundin kanska eisini kom­in at eftirmeta upp- og aftur­lat­ingartíðirnar, hjá dansistøðunum og skeinki­ støðunum, heldur løgtings­ maðurin fyri Sambands­ flokk­in Harðari revsing Sjálvur heldur Kaj Leo Holm Johannesen, at revsingin fyri ógrundaðan harðskap eigur at herðast munandi. ­– Tað skilst, at tað ofta eru tey somu fólkini, sum ferð eftir ferð gera seg inn á fólk. Men tað er ongin meining í, at fólk, sum ferð eftir ferð, eftir ferð, sorað fólk sundur, yvirhøvur sleppa at ganga leys, heldur Heldur Kaj Leo Holm Johannesen. – Vit sleppa helst ongantíð undan, at fólk koma til iln­ar. Men hesin grovi, og ógrund- aði harðskapurin eigur at steðgast, leggur hann aftur­ at. Mælir frá Andrass Marr Poulsen, leið­ ari í tilbúgvingardeildini hjá løgregluni vil ikki á nakran hátt leggja seg út í tað polit­ iska arbeiðið – Vit arbeiða innanfyri teir lógarkarmar, politikarar seta upp. Men hvørjir lógar­ karmarnir skulu vera, er ein politiskur spurningur burtur av. Men tá ið Kaj Leo Holm Johannesen nevnir møgu­ leikan við sjálvbodnum vakt­ ar­liðum, er tað ikki nakað, løgreglumaðurin treytaleyst tekur undir við – Er tað ætlanin, at slík vaktarlið skulu ganga og vera eitt slag av løgreglu í miðbýnum, fari eg staðiliga at mæla frá. Løgregluarbeiði skal løgreglan taka sær av. Tað er ikki bara sum at siga tað, at leggja uppí, tá ið harðskapur er, tí tað má eisini hugsast um trygdina, so at eingin fær skaða, sigur hann. Hinvegin ásannar hann, at tað fyribyrgjandi arbeið­ ið, klárar løgreglan ikki einsa­møll. Men tí roynir løg­reglan eisini at hava eitt gott samskifti við tey, sum arbeiða í náttarlívinum. Eitt endamál við tí kann vera, at tey royna at heita á fólk, sum eru ov full, um at fara til húsar. – Tað er ikki yvir at dylja at rúsdrekka er rættiliga ofta uppi í, tá ið harðskapur hendur, sigur Andrass Marr Poulsen. Løgtingsmaður fer nú at kanna, hvussu harðskapurin í náttarlívinum kann steðgast VIL GERA FØROYAR TRYGGAR UM NÁTTINA HARÐSKAPUR NULL-HUGSJÓN – Ráur og ógrundaður harðskapur skal steðgast, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum nú fer at taka málið upp politiskt. Og hann er ikki bangin fyri at taka víðgongd stig