týsdagur 8. mars 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HARÐSKAPUR
Áki Bertholdsen
Hetta seinasta árið hevur
løgreglan fingið fleiri frá
boðanir um harðskap, enn
hon
hevur
fingið
árini
frammanundan.
Tað vísa hagtølini hjá løg
regluni.
Tølini síggjast annars í
talvuni her á síðunum
Men tað, sum kanska
loypur eitt sindur í eyguni,
er, at higartil í ár hevur løg
reglan fingið fingið 20 mál
um »vanligan« harðskap, og
trý mál um grovan harðskap.
»Vanligur« harðskapur er
harðskapur, har fólk verða
sligin ella sparkað, men
grovur harðskapur, er oft
ani teir tilburðirnir har am
boð verða brúkt at fremja
harðskapin við.
Andrass Marr Poulsen,
leiðari á tilbúgvingardeildini
hjá løgregluni, sigur, at sum
tað sæst í talvuni, eru tølini
fyri grovan harðskap, verið
støðug seinastu árini.
Men at løgreglan longu
hevur fingið tríggjar fráboð
anir um grovan harðskap
higartil í ár, bendir á, at talið
í ár fer at vera hægri, enn tað
hevur verið.
Samstundis
vísir
upp
gerðin, at eisini tølini fyri
»vanligan« harðskap er hægri
í fjør, enn tað hevur verið, og
tølini higartil í á, benda eisini
á, at tað vera fleiri fráboðanir
í ár.
Verður farið enn longur
aftur sæst, at tølini fyri 2008
til 20122, hava verið áleið á
sama stigi, sum hesi seinastu
árini.
Ymsar orsøkir
Men Andrass Marr Poulsen
sigur, at tað kunnu vera
ymsar orsøkir til, at talið er
hækkað í fjør og eisini hig
artil í ár.
Tað er ein sannroynd, at
Føroyar eru eitt lítið land, og
tá ið tølini eru so smá, kunnu
sveiggini verða stór frá ári til
ár.
Men hann vísir á, at Al
mannamálaráðið
hevur
havt átakið, »Sig Frá«, sum
er eitt átak ímóti harðskapi
í parløgum og nærsambond
um annars, og løgreglan hev
ur havt eitt gott samstarv við
Almannamálaráðið í tí sam
bandi.
– Eitt úrslit av tí átakinum
kann verða, at tað eru fleiri,
sum boða frá harðskapi.
Tað er lítið at ivast í, at tað
eru ikki allir tilburðirnir av
harðskapi, løgreglan fær boð
um, tí tað er ógvuliga sann
líkt, at tað fer harðskapur
fram, sum er fjaldur fyri løg
regluni.
– Harðskapur fer eisini
fram heima við hús hjá fólki,
og sum so hevur løgreglan
einki at gera heima hjá fólki.
– Men átakið hjá Al
mannamálaráðnum
kann
í roynd og veru hava havt
við sær, at tað eru fleiri sum
siga frá, sigur tilbúgvingar
leiðarin hjá løgregluni.
– Tað er sostatt ikki vist,
at tølini eru prógv fyri, at
harðskapur vindur upp á
seg. Talan kann bara vera
um nakað so einfalt sum tað,
at fleiri mál verða fráboðað
løgregluni, sigur Andrass
Marr Poulsen.
Hinvegin vísir hann eisini
á, at seinstu árini hevur løg
reglan lagt størri dent á
harðskapsmál.
– Vit hava eina heildar
ætlan fyri løgregluna og har
er tryggleiki eitt høvuðs
endamál.
Og í tí sambandi er løg
reglan nógv at síggja í býar
lívinum. Vit eru nógv úti
um næturnar við tí miðvísa
endamáli at fyribyrgja harð
skapi.
- Úrslitið av hesum kann
vera, at vit fáa fatur á fleiri
av teimum harðskapsmálum,
sum eru, sigur hann.
– Men tað er eisini eyð
sæð, at vit kunnu ikki vera
allastaðni ísenn, tí ber ikki til
at fyribyrgja øllum. Hinvegin
er tað hvørt vikuskifti, at vit
fáa fyribyrgt bardøgum við
at leggja upp í og fáa slættað
sjógvarnar, har fólk eru kom
in til ilnar, áðrenn nakað
hendir.
Annars heldur Andrass
Marr Poulsen, at sum heild
eru Føroyar eitt sera friðar
ligt land, tí eftir fólkatalinum
eru nógv færri brot á revsi
lógina í Føroyum, enn tað eru
í øðrum londum.
Fáa eina greiðari mynd
Andrass Marr Poulsen sigur,
at løgreglan fer nú at kanna
hagtølini
fyri
harðskap
nærri fyri at fáa greiði á, um
nøkur ávís mynstur hómast.
– Vit hava varhugan av, at
rúsdrekka ofta er uppi í, men
nú fara vit at kanna, hvussu
ofta, rúsdrekka er uppi í. Vit
hava eisini varhugan av, at
tey flestu harðskapsmálini
henda stutt eftir klokkan
fýra
um
náttina,
tá
ið
skeinkistøðini
lata
aftur.
Men nú løgreglan fer at
nágreina hagtølini, fer tað
kanska at bera til at vísa á, at
tann mesti harðskapurin er
ávísar klokkutíðir.
Andrass Marr Poulsen
sigur, at hesar kanningar
kunnu kanska geva løgregl
uni eina ábending um, hvat
kann gerast fyri at fyribyrgja
harðskapi í enn størri mun.
– Spurningurin er, hví
harðskapur
hendir,
og
hvussu hann kann fyribyrgj
ast. Onkur heldur, at tað er
bara at seta fólk í geglið og
tveita lykilin vekk.
– Onkur annar vil heldur
fara hinvegin og bjóða fólki
viðgerð og læra tey at tosa
um
viðurskiftini,
heldur
enn at sláa og sparka síni
sjónarmið fram. Men sum
heild er tað politiskir spurn
ingar, hvørji átøk skulu
setast í verk, heldur Andrass
Marr Poulsen.
Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um harðskap,
men tað er ilt at siga, hví fráboðanirnar eru hækkaðar í tali
Løgreglan fær fleiri
fráboðanir um harðskap
Vit eru
nógv úti um
næturnar
KANNA TØL
Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at løgreglan nú fær fleiri fráboðanir um harðskap.
Men nú fer løgreglan at kanna tilburðirnar fyri at vita um nøkur ávís myndur
hómast, sigur Andrass Marr Poulsen, leiðari í tilbúgvingardeildini hjá løgregluni
Í tí sambandi er løgreglan nógv
at síggja í býarlívinum