týsdagur 8. mars 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað er rættiliga einfalt
at fyribyrgja nógvum av
harðskapinum, sum er um
næturnar
Tað heldur Rúni Djurhuus,
sum er høvuðsmaðurin í nátt
arlívinum í Havn. Hann hevur
dansihølini og skeinkistøðini
Rex, Luux og Café Natúr, og
stendur sostatt fyri einum
stórur parti av náttarlívinum.
Hann heldur, at upp
skriftin er so einføld sum
tað, at tað er bara at lata
náttklubbar og skeinkistøð,
sleppa at hava longri opið,
um næturnar.
– Mínar royndir eru, at tað
er tá ið dansihølini lata aftur
klokkan fýra um náttina, at
harðskapurin tekur seg upp,
sigur hann.
– Hann sigur, at tá ið fólk
verða koyrd á dyr í dansi
hølunum klokkan fýra, eru
tey framvegis í toppformi,
og als ikki til reiðar at fara
til húsar.
– Tí tyrpast tey saman í
gøtunum, ella fara í morg
unball, og tað er her, at harð
skapur tekur seg upp, sigur
Rúni Djurhuus.
Hann sigur, at høvdu
dansistøðini sloppið at havt
opið til klokkan seks á morg_
ini, hevði tað bøtt munandi
um støðuna.
– So høvdu fólk kunna
verið innandura undir trygg
um umstøðum, til tey vóru
so troytt, at tey høvdu fari
beint til húsar. Tá høvdu
vit eisini sloppið undan, at
øll fóru á gøtuna ísenn, tí tá
høvdu tey farið heim so við
og við, sum tey troyttaðust.
Góðar royndir
Rúni Djurhuus sigur, at
tey hava góðar royndir av
hesum, tí fyri nøkrum ár
um síðani bar til at hava
lukkaðar
veitslur,
annað
jólakvøld,
nýggjársaftan
og onnur stór veitslukvøld,
og tá var opið so leingi fólk
tímdu at ballast.
– Tey kvøldini var nógv
minni harðskapur enn onn
ur kvøld, tí tá orkaði ongin
at berjast. Eg veit eisini frá
løgreglufólki, at tey vóru
fegin um ta skipanina, tí
tey høvdu nógv minni at
gera hesi kvøldini av tí, at
øll vórðu verandi í dansi
hølunum, til tey ikki orkaðu
meir.
Hann heldur ikki, at av
leiðingin
av
eini
slíkari
skipan hevði bara verið, at
so høvdu fólk bara farið á
gøtuna tveir tímar seinni at
berjast, enn tey gera nú.
– Mínar royndir eru tað
beint øvugta, tí tá orka fólk
ikki meiri og fara fólk beint
til húsar, sigur hann.
Ongin loysn
Hann heldur ikki nógv um
tey, sum halda, at hugburð
urin skal broytast, so at vit
fara fyrr í býin og koma fyrr
heim aftur um kvøldið.
– Tað trúgvi eg ikki upp á,
er nøkur loysn. Tað er van
ligt í Bretlandi, men har tey
standa tey ikki aftanfyri
nakran annan í harðskapi. Eg
veit heldur ikki, hvat er betri,
at vera heima hjá børnunum,
til tey eru løgst, og so at fara
í býin, ella at fara í býin
seinnapartin, og koma skít
heim, áðrenn børnini eru
løgst, heldur hann fyri.
Andrass Marr Poulsen,
leiðari í tilbúgvingini hjá
løgregluni hevur onga mein
ing um hugskotið at lata
skeinkistøðini hava longri
opið
Hann ásannar, at ábend
ingar eru um, at tað er um
tað mundið, tá ið dansihølini
lata aftur, at mesti harðskap
urin er,
Men løgreglan er í ferð
við at kanna málini um
harðskap fyri at vita um
nøkur ávís mynstur síggjast.
Og akkurát nær, tann mesti
harðskapurin fer fram, er
kanska eisini nakað, sum fer
at koma undan kavi tá.
– Men nær skeinkistøð
skulu lata upp, og nær
tey skulu lata aftur, er
ein politiskur spurningur
burturav, sigur Andrass Marr
Poulsen.
aki@sosialurin.fo
HARÐSKAPUR
Tølini hækka
Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv harðskapsmál, løgreglan hevur
skrásett seinastu árini.
Løgreglan skilir ímillum »vanligan« harðskap, har fólk verða sligin,
skumpað, ella eru fyri harðskapi á annan hátt, og grovan harðskap, har
amboð ofta eru brúkt at fremja harðskapin við. Tað kann vera eitt glas, ein
fløska, knívur, keppur, ella okkurt annað. Men talan kann sjálvandi eisini
vera serliga vandamikil harðskapur, har ongi vápn eru brúkt.
»Vanligur«
Grovur
harðskapur harðskapur
2012
72
6
2013
72
8
2014
72
6
2015
98
5
Uppskriftin upp á at fyribyrgja nógvum harðskapi, er rættiliga einføld,
heldur Rúni Djurhuus, høvuðsmaður fyri náttarlívinum í Havn
Einfalt at fyribyrgja
nógvum harðskapi
Eg veit eisini frá løg
reglufólki, at tey vóru
fegin
DANSA SEG MOYR
- Fólk skulu sleppa at vera innandura í dansihølum
til tann ljósa morgun, til tey ikki orka at berjast,
heldur Rúni Djuruus, sum hevur fleiri skeinkistøð
Mínar
royndir eru
tað beint
øvugta