týsdagur 8. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
18
Sosialurin
TÍÐARGREIN
Útbúgving og vælferð
V
ið verkætlanini Manntal
2011 – fyrsta fólkateljing
í Føroyum síðani 1977 –
hava vit fingið til vega nýggj og
leingi saknað hagtøl fyri útbúgv
ingarstigið í landinum.
Um hugt verður eftir støðuni
hjá teim vælútbúnu føroyingum,
so smæðast vit ikki burtur millum
hini Norðurlondini. Taka vit t.d.
tey, sum eru 45-54 ár, so liggja vit
næst Finnlandi, sum er á odda av
Norðurlondum við flest borgarum,
ið hava hægstu útbúgving í hesum
aldursbólki.
Men tað sama kann tíverri ikki
sigast um støðu okkara í hinum
endanum av útbúgvingarskipanini.
Smb. Hagstovuni var í 2011 talið av
føroyingum yngri enn 30 ár, sum
onga ungdómsútbúgving høvdu
eftir grundskúlan, 21% av kvinn
unum og 32% av monnunum. Av
Norðurlondum er bara Ísland verri
fyri á hesum øki. Grønland er ikki
við í uppgerðini.
Hesin veruleiki liggur ikki so
ógvuliga langt burturi frá PISA
Føroyar 2009, har sagt varð í nið
urstøðuni, at “meira enn triði
hvør næmingur í 9. flokki verður
roknaður ikki at hava virkisføran
lesiførleika, sum krevst til víðari
útbúgving og fyri at kunna røkja
mong vanlig størv.”
Heildarmyndin av útbúgving
í Føroyum vísir stór frávik, verð
ur hugt at aldri, kyni og hvar í
landinum fólkið býr. Taka vit all
ar føroyingar eldri enn 15 ár undir
einum, so hava 36% bara fólka
skúlan
umframt
okkurt
stutt
skeið sum útbúgving. Umleið líka
stórur partur hevur miðnám og
yrkisútbúgving. Seinastu 27% hava
miðhøga og hægri útbúgving.
Hagstovan roknar við fýra
útbúgvingarstigum. Tað eru tey
sum hava:
1. Skeið o.t., sum er styttri enn
eitt ár eftir fólkaskúlan. Hesin
bólkur verður í hesari greinini
nevnd ófaklærd.
2. Miðnáms- ella yrkisútbúgving.
3. Miðhøga útbúgving (BA, diplom
o.l.)
4. Hægri útbúgving (kandidat,
master o.l.)
Misjavnt kring landið
Manntal 2011 hevur kannað út
búgvingarstigið kring landið, sum
fevnir um øll, sum eru 15 ár og eldri.
Tølini vísa eitt týðiligt mynstur, at
Føroyar eru mestsum í trimum
stigum innan útbúgvingarøkið.
Sí Mynd 1
Hægsta útbúgvingarstig er ikki
óvæntað í Suðurstreymoy. Har eru
nógv flest við hægstu útbúgving,
og har er eisini minsti parturin av
teimum ófaklærdu (29%).
Lægsta útbúgvingarstig er í
Sandoy og Suðuroy, sum serliga
skilja seg frá restini av landinum,
tí at heili 46-49% av fólkinum 15
ár og eldri eru ófaklærd. Eisini
hevur hesin partur av landinum
fægst av teimum við miðnáms- og
yrkisútbúgvingum, og eisini fægst
av teimum við miðhøgum og høg
um útbúgvingum.
Mittasta
útbúgvingarstigið
fevnir um Norðoyggjar, Eysturoy,
Norðstreym og Vágar, og har er
myndin so at siga tann sama.
Hetta er stak óheppið, og her
eigur vend at koma í, áðrenn enn
størri munur verður millum út
búgvingarstigini kring landið. Tá
kann vandi verða fyri, at negativur
sosialur arvur kann koma at gera
um seg, t.e. at útbúgvingarstigið
hjá foreldrunum kann fara at
hava beinleiðis ávirkan á, hvørjar
møguleikar næmingarnir hava í
skúlanum og seinni í útbúgvingar
skipanini.
Annað er, at vandi er fyri at
tey ungu kunnu koma at lesa seg
av bygdini, tí tað kann verða ringt
at finna størv uttan fyri høvuðs
staðarøkið, sum hóska til útbúgv
ing teirra.
Føroyar og umheimurin
Fólkaheilsuráðið gjørdi fyri nøkr
um árum síðani kanningina Før
oyar besta land í heiminum. Kann
ingin er grundað á OECD Better Life
Initiative og Gallup World Poll, og
eitt av teim 11 økjunum, kanningin
fevndi um, er útbúgving.
Fólk í OECD londunum eru
vorðin alt betri útbúgvin seinastu
árini, og eisini eru londini farin at
líkjast hvør øðrum alt meiri, tá ið
hugt verður eftir útbúgvingarstigi.
Umframt at útbúgving er lykilin
til ríkidømið hjá londunum, er hon
eisini ein av fortreytunum fyri
betri lívi hjá fólki. Óbeinleiðis ger
útbúgving eisini sítt til at geva ein
heilsubetri lívsstíl.
Kanningin brúkti tveir indika
torar at meta útbúgvingarstig okk
ara sammett við OECD-londini.
Tann fyrra er, hvussu nógv hava
miðnámsútbúgving, og hin er PISA-
úrslitini.
Føroyar hava lág tøl í báðum
indikatorunum og enda á einum 31.
plássi. Tað er serliga okkara PISA-
úrslit í lesiførleika, sum eru vánalig.
Men eisini hava vit eitt fólk, sum er
lágt útbúgvið sammett við OECD-
londini, tá ið hugt verður eftir tí
parti, sum tekur miðnám.
Øll Norðurlond, undantikið Ís
land og Føroyar, liggja yvir mið
al av 35 OECD-londum, um hugt
verður eftir, hvussu nógvir íbúgvar
í minsta lagi hava ein miðnámsút
búgving. Grønland er ikki við í
kanningini.
Fólkaheilsuráðið sigur í niður
støðuni, at »sostatt eru vit eitt land
við einum vánaligum útbúgvingar
stigi, sum eisini ávirkar alt okkara
lív.«
Útbúgving og inntøka
Tað eru tey, ið halda, at útbúgving
kanska ikki hevur so stóran
týdning, tí nógv av teim ófaklærdu
- serliga menn - vinna so nógvan
pening hóast alt. Og at teir soleiðis
sæð velja pengar fram um útbúgv
ing. Men hetta er ikki heilt rætt.
Úr fólkateljingini ber til at
síggja, hvussu inntøkan broytist
við hækkandi útbúgving, og tað
er ikki óvæntað, at greitt samband
er millum útbúgving og inntøku.
Hetta kann lýsast við dømum, ið
kunnu lesast í talvuni.
Sí Mynd 2
Um hugt verður eftir teimum, ið
hava eina tøka ársinntøku (t.e.
inntøka eftir skatt), sum liggur
undir 200.000 so eru 68% av øllum
ófaklærdum monnum og 94% av
ófaklærdum kvinnum í hesum
bólki.
Annað dømi er at hyggja eftir
teimum, ið hava tøka ársinntøku
yvir 200.000 sæð í mun til tað
útbúgvingarstig, tey hava. Tølin
vísa, at av føroyingum við hægri
útbúgving liggja 80% av monnum
í hesum bólki og 74% av kvinnum.
Av ófaklærdum føroyingum røkka
einans 32% av monnum og 6% av
kvinnum hesa ársinntøku.
Hyggja vit eftir teim høgu
inntøkunum, sum eru oman fyri
300.000 eftir skatt, so fáa bert 8%
av ófaklærdum monnum hesa árs
inntøku. Ongin ófaklærd kvinna
røkkur hendan inntøkubólk.
Johnny í Grótinum, búskapar
frøðingur hevði áhugaverda tíðar
grein um hesi viðurskifti í Dimma
lætting 12/12 2014, har hann tekur
støði í, hvussu Hagstovan greinar
samanheingið millum útbúgving
arstig og inntøku. Úr fólkateljingini
ber sostatt til at síggja, hvussu
inntøkan broytist við hækkandi
útbúgving.
Hann sigur m.a. í greinini, at
óteljandi hagtalsligar greiningar
hava staðfest, at greitt samband
er millum útbúgving og búskapar
vøkstur. Tess hægri útbúgving, tess
hægri inntøku.
Samfelagsbúskaparliga er tað
tí ynskiligt, at tann einstaki hevur
eina tilstuðlan at taka eina útbúgv
ing. Tilstuðlanin er størst fyri
kvinnur, tí tað eru sera fáar ófak
lærdar kvinnur, sum hava høga
ársinntøku. Við øðrum orðum má
ein kvinna útbúgva seg fyri at fáa
høga løn, meðan (nakrir) føroyskir
menn kunnu saktans fáa eina høga
inntøku, hóast teir ikki hava nakra
útbúgving. Johnny kemur til ta
niðurstøðu, at tað lønar seg bæði
fyri kvinnur og menn at taka eina
útbúgving.
Ein tvørsøgn í hesum er, at
sjálvt um (yngri) kvinnur hava
betri útbúgving enn menn, so
eru tað mennirnir, sum hava tær
hægru inntøkurnar. Ein av orsøk-
unum til tað er, at so stórur partur
av føroyskum kvinnum arbeiða
parttíð. Av 35 londum í Evropa,
sum Hagstovan nevnir, er tað bara
í Sveis og Niðurlondum, at kvinn
urnar arbeiða meiri parttíð enn í
Føroyum.
Onnur orsøk kann verða, at
kvinnur sita á flestøllum størvum
innan umsorgan, skrivstovu, heilsu
og námsfrøði, ið ikki teljast millum
tey hægst løntu.
Útbúgving og kyn
Tá ið Hagstovan almannakunn
gjørdi fyrstu úrslitini frá fólka
teljingini, hefti ein av føroysku
Útbúgving hevur ikki fylt smávegis í almenna kjakinum seinastu árini. Tilgongdin til miðnámsskúlarnar er
stór, Fróðskaparsetrið er í stórari menning, og tað er alt at fegnast um. Men verri er statt í hinum endanum av
útbúgvingarskipani: Fleiri enn 3. hvør føroyingur hevur ongan lut fingið í tí vælferð, sum ein ungdómsútbúgving
er. Í tí yngra endanum eru tað serliga tann stóri parturin av monnum, sum ikki koma víðari eftir fólkaskúlan
Dagbjartur Debes
Fróðskaparsetur Føroya
dagbjarturd@setur.fo
Savnsmynd