týsdagur 8. mars 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
Sosialurin
TÍÐARGREIN
miðlunum seg við, at eitt sum reiv
í eyguni var, at menn millum 20
og 30 ár eru so illa útbúnir, tí ein
triðingur teirra ikki hava annað
enn fólkaskúlan.
Um vit taka allar aldursbólkar
undir einum, t.e. allar føroyingar
15 ár og eldri, sæst stórur ójavni í
kynsbýtinum í útbúgvingarstig
inum við tað, at mundandi fleiri
kvinnur hava bara fólkaskúla um
framt kanska onkur styttri skeið
o.t. Hinvegin eru munandi fleiri
menn enn kvinnur við miðlongum
og høgum útbúgvingum.
Men í yngra partinum er broyt
ing íkomin. Í aldursbólkinum 25-34
ár hava kvinnurnar lagt menninar
aftururum soleiðis, at nú eru
menninir í meiriluta við lægstu
útbúgvingunum, og kvinnur eru
í meiriluta í teim miðlongu og
hægru.
Hesin kynsmunur gongur eisini
aftur í fólkaskúlanum, serliga í lesi
førleika og í skrivligum føroyskum.
Hetta kemur m.a. fram í seinastu
PISA-kanning og kann eisini ávís
ast í fráfaringarroyndini í 9. fl. og
longu í landsroyndini í 6. f*l.
Tvær avbjóðingar
Útbúgvingarskipanin hevur í løt
uni íð hvussu er tvær stórar av
bjóðingar. Tann fyrra er tað stóra
tal av yngri føroyingum – serliga
kvinnum – sum fara av landinum
at nema sær útbúgving. Ein stórur
partur av teimum vendir ikki
heimaftur. Tí er tað at fegnast um,
at Fróðskaparsetrið nú hevur sett
sær fyri at bjóða fleiri útbúgvingar
út og at økja talið av lesandi kom
andi árini úr 800 til 1500.
Hin trupulleikin er tað stóra
tal av føroyingum undir 30 ár
– serliga menn – sum onga ung
dómsútbúgving
fáa
yvirhøvur.
Danir hava í áravís miðvíst ar
beitt fram móti at fáa hetta tal
niður á 5%. Danski samfelags
frøðingurin Lars Olsen viðger
henda spurning í bókini Den
nye ulighed, har hann leggur
dent á tann stóra týdning, sum
útbúgving hevur fyri vælferðina
og møguleikar hjá tí einstaka í
modernaða vitanarsamfelagnum.
Eisini kemur hann inná, hvussu
negativur sosialur arvur – serliga
útbúgvingarstigið hjá foreldrunum
– kann hava ávirkan á, hvussu
næmingarnir klára seg í skúlanum
og seinni í útbúgvingarskipanini.
Danir kunnu nú sjónliga vísa á,
at gongdin flytir seg rætta vegin.
Hetta er íð hvussu er ein politikkur,
sum tú kanst taka støðu til, og sum
er til at eftirmeta, tá ið nakað er
fráliðið. Í Føroyum er ringt at fáa
eyga at nakran ítøkiligan politikk
á júst hesum øki, sum er til at
eftirmeta sum frá líður.
Samanumtikið
kann
sigast,
at útbúgvingarstigið í landinum
er ikki so høgt, sum mong halda.
Og hetta er hvørki til gagns fyri
tann einstaka borgaran ella fyri
samfelagið. Og hvørki fyri vælstand
ella fyri vælferð.
Fyri føroyingar yngri enn 30 ár
er ov stórur partur, sum ikki kemur
víðari eftir grundskúlan. Hesin
partur fevnir um heili 27%, og av
hesum eru helvtin fleiri menn enn
kvinnur. Hesin kynsmunur kann
ávísast longu í fólkaskúlanum, og tí
kann tað undra, at hann ikki verður
viðgjørdur í frágreiðingunum til
landsroyndirnar.
Tølini frá Manntali 2011 kunnu
eisini benda á, at vit eiga at vera
varin at vísa PISA-úrslitini frá
okkum. Íð hvussu er so leingi, vit
ikki hava nakað betri at halda okk
um til.
Mynd 1: Reyðu rammurnar vísa tey trý útbúgvingarstigini í landinum: Tað lægsta í Sandoy og Suðuroy, tað
hægsta í Suðurstreymoy meðan Norðoyar, Eysturoy, Norðursteymoy og Vágar liggja millum hesi tvey stigini.
Heðin Mortensen
borgarstjóri og løgtingslimur
H e r f y r i
spurdi
Kári
P.
Højgaard
l a n d s s t ý r
iskvinnuna
Sirið
Sten
berg, um ikki
allir borgarstjórar eiga at vera
javnstillaðir. Hetta tí at borg
arstjórin í Havn kann vera
borgarstjóri
og
tingmaður,
meðan borgarstjórin í Klaksvík
mátti velja annan sessin frá.
Landsstýriskvinnan svar
ar, sum rætt er, at allir borgar
stjórir eru settir líka. Borgar
stjórin er fólkavaldur sum
kommunustýrislimur,
men
ikki sum borgarstjóri. Sambært
kommunustýrislógini
kann
ein borgarstjóri reka tvey slík
størv, treytað av at hann er
beinleiðis fólkavaldur.
Tað sama er galdandi í
okkara grannalondum.
Í september 2015 gav ein
meiriluti í Tórshavnar býráð
borgarstjóranum heimild at
sita á løgtingi fyribils í eitt
ár. Um somu tíð samtykti
Klaksvíkar býráð, ikki at geva
Jógvani Skorheim loyvi at
røkja borgarstjóra- og løgtings
sessin í senn. Tí valdi hann
borgarstjórastarvið.
Hjá
borgarstjórunum
á
Tvøroyri, í Vestmanna og í
Runavík var heldur ongin
trupulleiki at reka bæði størv
ini. Tí ongin áseting er í komm
unustýrislógini, sum forðar
borgarstjórum at stilla upp til
onnur fólkavald størv, ella at
taka við fólkavaldum størvum.
Men tá tað ikki hepnaðist
borgarstjóranum í Klaksvík at
sleppa at reka bæði størvini,
so má lógin sjálvandi broytast,
so borgarstjórin í Havn heldur
ikki sleppur. Fólkaflokkurin
sigur tí í uppskoti, at tað er so
synd og so strævið hjá borg
arstjórum, nú so nógv tung
málsøki eru yvirtikin frá tí
almenna.
Hetta hevur sjálvsagt onki
við at gera, at tað er valár og
mann vil raka borgarstjóran
í Havn sum harðast og koyra
nøkur valevni "í stilling". Nei,
vansin er, at bý- og bygdarráð
brúka sín demokratiska rætt
at avgera, hvussu kommunu
stýrislimir skulu arbeiða. Og
tað má steðgast, hóast hetta
er ein beinleiðis skerjing av
demokratisku
rættindunum
hjá borgarstjórum og bý- og
bygdarráðum.
At hetta mál kemur fram
stutt
undan
kommunuvali
sigur kanska onkrum okkurt.
Uppskotið forðar einum, sum
er
fólkavaldur
kommunu
stýrislimur, og síðan hevur
fingið álit frá øðrum fólka
valdum at gerast borgarstjóri,
at taka við øðrum fólkavaldum
starvi. Demokratiið skal av
markast, so veljarin ikki slepp
ur at taka hesa avgerð.
Um grundgevingin, sum
Fólkaflokkurin vil vera við, er
at arbeiðsbyrðan er ov stór,
tá ein skal reka tvey fulltíðar
størv, hvat so við heilsølustjór
um, skiparum, læknum, skúla
stjórum o.s.fr.? Hvar gongur
markið og nær diskvalifiserar
Fólkaflokkurin eitt valevni fyri
at hava ovmikið at gera?
Veruleikin er, at hetta onki
annað er enn ágangur móti og
inntriv í fólkaræðið, einans til
tess at tæna politiskum enda
málum. Takk fyri síðst - tað
er valár, tá vit ikki sleppa í
Klaksvík, so sleppa tit heldur
ikki í Havn.
Okkurt annað áttu tingfólk
at havt at tikist við.
Sleppa vit ikki
í Klaksvík,
so sleppa
tit heldur
ikki í Havn
KJAK
Mynd 2: Mynstrið er tað sama fyri føroyskar menn vinstrumegin og kvinnur
høgrumegin: Tess hægri útbúgving, tess hægri inntøku.