týsdagur 8. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
22
Sosialurin
STØRV
Sosialurin 341800
Endamálið hjá verkskúlanum og verkstøðunum
hjá Dugna er millum annað at skipa fyri
arbeiðsvenjing, endurbúgving og tillagaðum
størvum til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa
tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Málbólkurin eru
fólk við sálarligum, sosialum og/ella kropsligum
avbjóðingum.
Okkum tørvar ein deildarleiðara, sum:
•
Hevur hjarta fyri fólkum við serligum
avbjóðingum og heilhugaður hevur førleika
og tolsemi til at stuðla tí einstaka gjøgnum
samrøður og samstarv við viðkomandi
samstarvsfelagar hjá honum/henni.
•
Trívist við at røkja umsitingarligu uppgávurnar
í samband við at hava næmingar í
arbeiðsvenjing og fyritíðarpensjónistar í
arbeiði.
•
Sær, hvussu innihaldið av tí, ið
arbeiðsbúgving býður, kann skipast í dygga
og hóskiliga legu, sum speglar ta samtíð, vit
liva í.
•
Kann tryggja, at neyðugu fakligu fortreytirnar
í vinnuligum og námsfrøðiligum høpi verða
framdar.
•
Megnar at ganga á odda viðv. at tryggja gott
samskifti við samstarvsfelagar í vinnulívinum
og aðrar samstarvsfelagar so sum AV og
Psykiatriska Depilin.
•
Hevur avlopsmegi at eggja øðrum at fremja
tað, ið er/verður sett út í kortið sum stavnhald
fyri virksemið á verkskúlanum/verkstøðunum.
•
Kann standa á odda fyri starvsfólkabólkinum
og menna hann at gera eitt væl úr hondum
greitt arbeiði fyri tann einstaka, eitt arbeiði, ið
samsvarar við endamál og ætlanir hjá Dugna.
•
Skoðar virksemið tvørgreinaliga og hugaður
og kveikjandi kann leiða og byggja upp eitt
mennandi toymisarbeiði.
•
Sær týdningin av at geva sítt ískoyti til at víðka
og styrkja um leiðsluførleikarnar hjá Dugna.
•
Dugir væl at orða seg á føroyskum bæði í
skrift og talu.
•
Hevur tú hesar eginleikar, ert tú møguliga
tann rætti ella tann rætta til starvið, og vit
gleða okkum at fáa umsókn frá tær.
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið og
hevur tilvísing til stjóran.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
21. mars 2016 kl.12.00.
Umsóknir skulu sendast til: Dugni, Boks 301,
á Hjalla 7a, 100 Tórshavn ella sum teldubræv til:
dugni@dugni.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja
til Hedvig Johansdóttir, stjóra, á tel. 292999
gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 12.
Eini eldsál innan endurnýtslu til Tinghúsið á
Hjalla, Hoyvík
Hevur tú hjarta fyri fólkum við skerdum
arbeiðsførleikum og eitt ynski um at stuðla
hesum í at hava eitt gott arbeiðslív ella víðari út
í lestrar- ella vinnulívið, ert tú møguliga rætta
fólkið til starvið.
Verkstaðurin hjá Dugna er arbeiðsstað hjá
næmingum og arbeiðsfólki, sum antin hava
tørv á tillagaðum starvi ella hava tørv á at royna
og menna sínar arbeiðsførleikar. Tinghúsið
er partur av verkskúlanum á Hjalla, og arbeitt
verður tvørtur um eindirnar. Samstarvað
verður um arbeiðsuppgávur, næmingar og
arbeiðsfólk. Dagligu uppgávurnar umfata alt
innan endurnýtslu, heilt frá tí at tingini verða
sett í bingjur okkara til stúving, umvæling, sølu
og útkoyring fyri kundar.
Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við sálarligum,
sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.
Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum:
•
Hevur viðkomandi útbúgving – eitt nú sum
námsfrøðingur, møbilsnikkari ella tílíkt.
•
Er kreativ/kreativur og dugir at síggja
møguleikar í endurnýtlsutilfari til framleiðslu
og hóskandi arbeiðsuppgávur.
•
Hevur førleika at eyðgleiða og meta um
arbeiðsførleikar hjá málbólkinum og
samstundis skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag á verkstaðnum.
•
Dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í sínum
arbeiði og er viðvirkandi til at skapa eitt gott
arbeiðs- og læruumhvørvi.
•
Dugir at fáa næmingar og arbeiðsfólk við í
arbeiðstilgongdina og sendir út arbeiðsgleði
og arbeiðsorku til tey rundan um seg.
•
Megnar at venda avmarkingum til
avbjóðingar og hevur evnir at samstarva og
síggja seg sum ein týðandi part av øllum
arbeiðinum hjá Dugna.
•
Sær týdningin av støðugt at menna seg
sjálvan, og tolir broytingar.
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið og
hevur tilvísing til deildarleiðaran.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
21. mars 2016 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til: Dugni, Boks 301,
á Hjalla 7a , 100 Tórshavn ella sum teldubræv
til: dugni@dugni.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja
til Hedvig Johansdóttir, stjóra, á tel. 292999
gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 12.
Dugni søkir eftir deildarleiðara til verkskúlan/verkstaðirnar á Hjalla
og starvsfólk til Tinghúsið til at seta 1. august 2016
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til
arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: »Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði«, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1. Vit taka støði í tí
einstaka 2. Vit viðurkenna ymisleika og 3. Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012.
Les meira á www.dugni.fo
Vit leita eftir einum dugnaligum og
ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á
eldrasambýlinum Giljagarður, Leirvík.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn,
tilevna góðsku máltíðir til húsfólkini
umframt at halda køkin. Talan er um
eitt starv á 30 tímar.
Førleikakrøv
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving
hevur fyrimun
Vit ynskja, at tú
• sært týdningin av at gera
føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til
eldri fólk
• hevur førleika at fáa til vega góðar
rávørur
• ert sjálvstøðug/ur og fleksibul
• ert fyrikomandi fyri eldri fólki og
hevur virðing fyri teimum
Setan og løn
Starvið hevur tilvísing til
deildarleiðaran og verður at byrja
1.maj 2016. Starvið verður at seta
sambært sáttmála við avvarðandi
fakfelag. Um tú ynskir fleiri
upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja
til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á
tlf. 730282.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum,
skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin
22. mars 2016 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast til: Nánd
- Kulibakki 8 - 520 Leirvík, ella á
teldupost: nand@eystur.fo
Kostrøktarstarvsfólk til
eldrasambýlið Giljagarður
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu,
eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í
kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu.
Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av heima- og
sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk.
Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar,
sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri 15 húsfólkum, 5
av hesum eru á demensdeildini.
Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir
stabbanum “eldri”.
Føroyska samfelagið hevur framúr
møguleikar og samstundis stórar
avbjóðingar, sum føroyski arbeiðs
takarin er týdningarmikil partur av.
Seks fakfeløg styrkja nú samstarvið og
vilja við hesum, sum umboð fyri
arbeiðs takarar, gera enn meira fyri at
menna Føroyar og føroyska samfelagið
í mun til rættvísi, rættindi, møguleikar
og trivna. Samstarvið umfatar
Akademikara felag Føroya, Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya
Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag og
Starvsmannafelagið.
Í hesum sambandi verður søkt eftir
einum ráðgeva. Yvirskipaða endamálið
er at arbeiða fyri at fremja útvald, felags
áhugamál hjá limunum í feløgunum.
Ráðgevin skal, í samstarvi við for
kvinnunum/monnunum í feløgunum,
velja og nágreina, hvørjum felags
áhuga málum arbeiðast skal við og
hvussu. Uppgávurnar umfata m.a.:
• At greina samfelagsviðurskifti av
fakfelagspolitiskum áhuga
• At greina samfelagsviðurskifti av
týdningi fyri einstaka arbeiðstakaran
• At skapa álítandi dátagrundarlag í
mun til fakfelagspolitiskar
spurningar
• Leiklut sum sparringspartnari í mun
til at menna fakfelagspolitiskar
strategispurningar
• At menna og útinna
kunningarætlanir
• At samskipa arbeiði hjá
Fakfelagssamstarvinum
Førleikar
Umsøkjarin má vera sterkur í at arbeiða
sjálvstøðugt, hava gott samfelagsinnlit
og politiskt tev. Krav er, at umsøkjarin
dugir at finna fram upplýsingar og gera
greiningar, harumframt at samskipa
vitan frá ymsum pørtum, at framleiða
skrivligt tilfar, herundir hoyringsskriv.
Starvið er ein týdningarmikil liður í at
styrkja, menna og sameina føroysku
arbeiðstakararnar.
Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Lønar og setanartreytir sambært
avvarðandi sáttmála.
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í
samband við skrivaran hjá fakfelags
samstarvinum, Annu Johannesen,
tpost: anna@starvsmannafelag.fo,
fartelefon 28 48 68.
Umsóknarfreistin er mánadagin 15.
mars, 2016 kl. 12.00. Starvið verður sett
skjótast tilber.
Umsókn við CV, prógvum v.m. skal
sendast við telduposti til: anna@
starvsmannafelag.fo.
Vilt tú ráðgeva fakfelags rørsluni?