týsdagur 8. mars 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
STØRV
Hevur tú áhuga fyri íløgurøkt og roknskapar rap
portering í breiðari merking?
Talan er um eitt fjølbroytt starv, hvørs uppgávur m.a.
fevna um at skipa og greiða úr hondum innanhýsis og
uttanhýsis rapportering umframt at hava ein týðandi
leiklut í sambandi við røkt av okkara íløguognum.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv
við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálv
støðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri
støðugari førleikamenning.
Vit kundu hugsað okkum at tú
Hevur royndir innan fíggjar ella íløguvinnuna og/ella
roknskaparførleika umframt førleika/royndir at arbeiða
við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum.
Fyrimun hevur:
Umsøkjari við hægri útbúgving so sum t.d. HD, HA,
Cand. Merc. ella líknandi.
Og harumframt hesar fakligu og persónligu egin
leikarnar:
•
Hollan førleika innan KT rapporteringsamboð
•
Góð samstarvs og samskiftisevni
•
Analytisk evnir
•
Kann arbeiða sjálvstøðugt
•
Góðan málførleika í skrift og talu
•
Góð/ur at halda freistir
Vit kunnu bjóða tær
Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku,
sum er í støðugari menning. Eitt starv í eini fyritøku við
greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum
arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnu
virðum. Har vit eru ágrýtin og nærløgd, viðurkenna
heildina og seta kundan í miðdepilin.
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum YTF og
Føroya Arbeiðsgevarafelag. Lønin verður ásett í mun
til royndir og førleika.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til
starvið, kanst tú seta teg í samband við Regin Mittún
Petersen, deildarstjóra, á telduposti til rp@trygging.fo
ella á fartelefon 28 57 04.
Umsóknarfreistin er 21. mars 2016 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi
prógvumskal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
Kann eisini sendast við telduposti til:
starvsfolkadeild@trygging.fo
Starvsfólk til
Fíggjardeildina
STARVSLÝSING
Tryggingarfelagið Føroyar søkir eftir fulltíðar starvsfólki til Fíggjardeildina.
Eitt starv, sum innanhýsis grannskoðari til Grann skoðanar
deildina í TF Holding samtakinum, er leyst at søkja. Arbeiðs
staðurin er Yviri við Strond 2, Tórshavn, og tú vísir til innanhýsis
grannskoðanarleiðaran.
Í TF Holding samtakinum eru, umframt móðurfelagið, Eik Banki,
Tryggingarfelagið Føroyar, Betri Pensjón og onkur smærri feløg.
Grannskoðanin av bankanum fevnir um stóran part av
arbeiðinum.
Tínar uppgávur eru at
• leggja til rættis og vera við til at gera ávegis grann skoðan
• grannskoða ársroknskapir hjá einstøku feløgunum og
sam taks roknskap saman við tínum starvs feløgum
• skriva grannskoðanarfrágreiðingar
• vera partur av vanliga grannskoðanararbeiðinum í bankanum
og í tryggingarfeløgunum
Títt arbeiðsøki verður breitt, og tú fært møguleika fyri at arbeiða
við øllum fakøkjum, sum samtakið virkar innanfyri. Stórur partur
av arbeiðinum fer fram í tøttum samskifti við aðrar deildir í
bankanum og innan tryggingarøkið.
Um teg
Tú ert útbúgvin cand.merc.aud. og hevur royndir við grannskoðan.
Tú hevur lætt við at orða teg á føroyskum og donskum bæði
munnliga og skrivliga. Tað er neyðugt, at tú heldur teg dagførdan
og tilognar tær nýggja vitan innan roknskap og grannskoðan.
Hóast tú ert partur av einum toymi, verður nógv av arbeiðinum
framt sjálvstøðugt og undir ábyrgd.
Sum persónur ert tú fyrikomandi, áhugaður, álítandi og førur
fyri at skera ígjøgnum um neyðugt.
Vit bjóða
• eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss
• persónligar og fakligar avbjóðingar
• góðar møguleikar fyri viðlíkahaldi av tínum førleikum
Eik Banki P/F, Tel. 348000
eik@eik.fo , www.eik.fo
STARVSLÝSING
Innanhýsis grannskoðari
sansir.fo
Hug at arbeiða sum innanhýsis grannskoðari í TF Holding samtakinum?
Freistin at søkja er 18. mars
Hevur tú spurningar til starvið,
ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Petur Anfinn
Johannesen, leiðara á Grann
skoðanardeildini, telefon
548630, teldupost paj@eik.fo,
ella við Fanny Petersen,
HRleiðara, telefon 548530,
teldupost fp@eik.fo.
Skrivligar umsóknir skulu
sendast til starv@eik.fo, og
vera okkum í hendi í seinasta
lagi 18. mars 2016 kl. 16.00.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt og setanar viðurskiftini
verða ásett sambært galdandi
sáttmála.