týsdagur 8. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIT HAVA IKKI
TIKIÐ FØROYSKAN
FÓTBÓLT SUM GÍSLA
PETUR REINERT
FÓTBÓLTUR
Petur Reinert vil ikki hava sitandi á sær, at hann, dómarafelagið og
dómararnir hava tikið føroyskan fótbólt sum gísla
Tróndur Arge
Í Ítróttar Sosialinum frá
mánadegnum harmast for
maðurin í dómaranevndini
hjá FSF um, at dómarafelagið
hótti við verkfalli bara ein
dag undan at Effo-deildin
skuldi byrja.
– Eg eri vónbrotin av, at
tað verður tosað um verkfall
dagin fyri kappingarbyrjan.
Tað er ikki fair fyri spælar
arnar, sum hava fyrireikað
seg í longri tíð, sigur Fríðin
Ziskason, formaður í dóm
aranevndini hjá FSF við
Ítróttar Sosialin.
Formaðurin í FDF, Føroya
Dómarafelag, vil ikki hava
sitandi á sær, at hetta skal
vera ein støða, sum er íkomin
brádliga.
– Vit boðaðu longu frá
um miðjan feburar, at vit
ikki dømdu uttan nýggjan
sáttmála. Vit bjóðaðu eisini
til fund longu í november í
fjør, sigur Petur Reinert, og
leggur afturat:
– Teir kom ikki til samráð
ingarborðið fyrr enn 72 tímar
áðrenn kappingarbyrjan. Vit
hildu eisini, at vit høvdu eina
avtalu mikukvøldið undan
kappingarbyrjan, men tað
uppskotið bleiv eisini avvíst,
sigur Petur Reinert, formað
ur í dómarafelagnum.
Dómararnir strektu seg
Fram til fríggjakvøldið á
midnátt var framvegis óvist,
um dómararnir fóru at møta
til kappingarbyrjan dagin
eftir. Tá bleiv ein fyribils av
tala gjørd fram til 3. apríl. Ein
avtala, sum ikki smakkar so
væl hjá dómarafelagnum.
– Eg kann siga so mikið,
at tað er dómarafelagnum
at takka, at tað bleiv dømt
um vikuskiftið, sigur Petur
Reinert, sum við tí leggur
upp til, at dómararnir strektu
seg langt í samráðingunum.
Formaðurin í dómara
felagnum leggur afturat, at
hann er harmur um, at for
maðurin í dómaranevndini
er farin í fjølmiðlarnar um
samráðingarnar.
– Hetta er nakað, sum
skuldi verið millum teir fýra
veggirnar, har vit samráðast.
Úttalisið frá FSF er einasta
orsøkin til, at eg svari aftur
í fjølmiðlunum. Eg kann ikki
hava sitandi á mær, at dóm
arafelagið skal hava tikið
føroyskan fótbólt sum gísla,
sigur Petur Reinert, sum tó
vónar at finna ein loysn áðr
enn 3. apríl.
Formaðurin í dómara
nevndini hjá FSF, Fríðin
Ziskason, ynskir somuleiðis
at finna eina loysn.
Vilja hava hægri
samsýning
Hvørki Fríðin Ziskason ella
Petur Reinert vilja gera við
mekringar til hvat samráð
ingarnar nágreiniliga snúgva
seg um.
Í løtuni fáa dómararnir
6.100 krónur fyri at døma
ein dyst í bestu deildini. Tá
fær dómarin 2.200 krónur,
hjálpardómararnir fáa 1.700
krónur og fjórði dómarin
fær 500 krónur. Sum skilst,
so er tað serliga seinasta
gjaldið, sum dómarafelagið
ynskir at dagføra. Sum heild
er dómarasamsýningin ikki
økt í seks ár. Tí ljóðar, at
dómarafelagið ynskir at fáa
økt samsýningina.
Her kann leggjast aftur
at, at í flestu førum sum
verður øll upphæddin fult
skattaskyldug. Fyri summar
dómarar, ið døma í lægru
deildunum, og har samlaða
ársupphæddin ikki kemur
upp um 30.000 krónur, kann
talan verða um skattafríar
inntøkur. Tá er tó talan um
allar samsýningar fyri tað
árið.
In.fo,
tíðindaportalurin
hjá Miðlahúsinum, skrivaði í
farnu viku, at dómarafelagið
ynskti at fáa økt samsýn
ingina fyri ein dyst í bestu
deildini frá 6.100 krónum
til 8.000 krónur. Tað er ikki
vist, at seinna talið er tað
dómararnir ynskja, men skal
heldur skiljast sum ein sam
ráðingarbyrjan.
trondur@sosialurin.fo
Landskappingin
Meistaradeildin . . . . . . . . . . . . . kr. 5. 600
1. deild, menn . . . . . . . . . . . . . . kr. 2. 700
2. deild, menn . . . . . . . . . . . . . . kr. 1. 500
3. deild, menn . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 300
Dreingir U18 . . . . . . . . . . . . . . . kr. 1. 500
Dreingjadeildin . . . . . . . . . . . . . . . kr. 300
1. deild, kvinnur . . . . . . . . . . . kr. 1. 500
2. deild, kvinnur . . . . . . . . . . . . . . kr. 300
Gentudeildin . . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 300
Aðrar deildir . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 150
Steypakappingin
Løgmanssteypið
Innleiðandi- 2. umfar . . . . . . . . kr. 2. 200
2. umfar/bólkaumfar,
fjórðingsfinala og hálvfinala . . kr. 5. 600
Finala, dómarakvartett . . . . . . kr. 7. 300
Steypakappingin kvinnur . . . . . kr. 1. 500
Steypakappingin kvinnur
– finala, dómarakvartett . . . . . kr. 2. 400
Samsýningin hjá dómarunum sambært
heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Samsýning per dyst