Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29 FM-VINNARAR Í BORÐTENNIS STUTTSØGD TÍÐINDI Høllin í Trongisvági var í gjár karmur um einum parti av FM fyri ung í borðtennis Pætur Albinus FM fyri ung í borðtennis verð­ur í ár býtt upp í tvær kapp­ingar, og tann fyrri part­urin, sum var fyri tey allar­yngstu, var í høllini í Trongis­vági í gjár. Næsta sunnudag verður so seinni partur á skránni í somu høll, og tá verða tað gent­ur, kvinnuunglingar, dreing­ir og mansunglingar, sum fara at kappast. Innleiðandi FM fyri vaksin verður í Havn 1. apríl, með­an finalurnar verða dag­ in eftir á stóra finalu­deg­ num saman við bad­minton og judo. albinus@sosialurin.fo Smápiltar Nr.1 Jósvá F. Højgaard, TBF Nr.2 Ragnar Heinason, TÓR Nr.3 Filip Roest, TBF Piltar Nr.1 Høgni Heinason, TÓR Nr.2 Rói Hjaltason, TÓR Nr.3 Tórur Eið Eliasen, TÓR Smápinkur Nr.1 Marin E. Poulsen, Royn Nr.2 Fríða J. Poulsen, Royn Nr.3 Rebekka Debes, TBF Pinkur Nr.1 Anja Wongwai, TBF Nr.2 Halla E. Joensen, Royn Nr.3 Beinta D. Joensen, TBF F.v.: Rebekka Debes, Marin E. Poulsen og Fríða J. Poulsen F.v.: Beinta Joensen, Anja Wongwai og Halla Joensen F.v.: Filip Roest, Jósvá Højgaard og Ragnar Heinason F.v.: Tórur Eið Eliasen, Høgni Heinason og Rói Hjaltason FÓTBÓLTUR FC Barcelona og Real Madrid vunnu kravsigrar um viku­ skiftið. FC Barcelona vann 4-0 ímóti Eibar, meðan Real Madrid vann heili 7-1 ímóti Celta Vigo. Lionel Messi og Cristiano Ronaldo skutu ávika­vist tvey og fýra mál. Eftir tríggjar sigrar í fýra dystum kom aftur stígur í hjá Gary Neville og Valencia, tá ið teir sunnudagin taptu 3-1 á heimavølli ímóti Atlético Madrid. Fernando Torres og Yannick Ferreira-Carrasco skor­aðu sigursmálini síðstu 20 min­uttirnar. Støðan í La Liga-oddanum er tískil óbroytt. FC Barcelona er framvegis greitt oddalið átta stig frammanfyri Atlético Madrid, sum hevur er fýra stig niður til Real Madrid. Real Madrid er sjey stig framm­an­fyri Villarreal, sum harvið er nummar fýra. Aðruferð upp í slag mátti PSG fara av vøllinum utt­an ein sigur. Hesaferð gjørd­ist tað til óvæntaðan 0-0-javn­ leik heima ímóti Montpellier, har heimaliðið spardi Zlatan Ibrahimovic tað mesta av dystinum. PSG-leiðslan er tó ikki í vanda; teir eru heili 23 stig frammanfyri nummar tvey, sum er Monaco. Somuleiðis aðruferð upp í slag fór Bayern München av vøllinum uttan ein sigur, tá ið tað leygardagin var oddabrak ímóti Borussia Dort­mund. Hesin dysturin end­aði eis­ini 0-0. Borussia Dort­mund er fimm stig aftanfyri verandi meistararnar, nú níggju dyst­ir eru eftir at spæla. Støðan er óbroytt í oddanum av italsku Seriu A, har odda­liðið Juventus um vikuskiftið vann 2-0 ímóti Atalanta, meðan nærmasti eltari, Napoli, vann 3-1 ímóti Chievo. Hetta var 18. dystur á rað, at Juventus ikki tapti – teir hava vunnið teir 17. Í donsku Superliguni hevur FCK nú lagt sjógv niður til nærm­asta eltara, sum er AaB. Sjey stig skilir nú liðini. FCK fekk einans eitt stig (0- 0) við frá dystinum ímóti AGF í gjár, men teir kunnu takka OB fyri, at AaB einki stig fekk hetta umfarið. Hobro er ávegis at flyta nið­ ur úr Superliguni. Lítla fel­ agið tapti um vikuskiftið heili 6-0 á heimavølli ímóti Viborg, og samstundis sum Esbjerg vann 1-0 ímóti Randers, so er Hobro nú heili átta stig frá at vinna sær bjarg­ing í deildini. Saido Berahino er ávegis til Tottenham. The Telegraph skrivar, at Tottenham longu ætlaði sær at keypa 22 ára gamla áleyparan úr West Bromwich longu í januar, men at felagið ikki vildi ganga við til hetta, og at hann tískil heldur skiftir í summ­ar. AM. FÓTBÓLT Ein av bestu spælarunum í ameri­kanskum fótbólti nakran­tíð, Peyton Manning, hevur boðað frá, at hann gevst. 39 ára gamli quarter­ back­urin hjá Denver Broncos hevur spælt 18 ár í NFL, har hann náddi at vinna tvær Super Bowls og at verða kosin ársins leikari fimm ferðir. HONDBÓLTUR Donsku meistararnir úr KIF København eru farnir syngj­ andi úr Champions League eftir at teir endaðu á aftasta plássi í teirra bólki við einans fýra stigum. Sunnudagin taptu teir 30-21 ímóti svenska IFK Kristianstad, sum ei­ heldur fekk spælt seg víðari. TENNIS Tapið í fjórðingsfinaluni í Monterrey ímóti Heather Watson skuldi vísa seg at ger­ast dýrt hjá Caroline Wozniacki, sum sambært donsk­um heimasíðum verð­ur nummar 25 á næsta heims­styrkis­lista. Tað er henn­ara lægsta í átta ár. Fyrrverandi heimsins besti kvinnu­ligi tennisspælari, Maria Sharapova, kann vænta sær at verða útihýst í tvey ár eftir at hon mána­ kvøld­ið viðgekk, at hon hev­ ur tikið eitt evni, sum pr. 1. jan­uar í ár er komið undir dop­ing. Evnið er í heiligvági, sum hon hevur tikið í fleiri ár. albinus@sosialurin.fo