Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 4 Nýggj útgáva vísir stóra talentið hjá Lenu Anderssen at skriva og framføra sangir F yri trimum vikum síðani kom nýggj útgáva frá Lenu Anderssen, sum seinastu árini hevur verið ein av sterkastu føroysku songkvinnunum. Lena hevur áhaldandi skrivað sangir og givið tónleik út saman við manni sínum Niclas Johannesen, og tey hava júst verið á konsertferð í Danmark í sambandi við nýggju útgávuna. Eagle In The Sky kallast útgávan hjá Lenu, sum kom út talgilt fyri trimum vikum síðani, og sum eisini skal útgevast talgilt í øðrum pørtum av heiminum. Virda danska tónleikasíðan Gaffa hevur ummælt Eagle In The Sky, og ummælarin heldur, at Lena aftur stendur sera sterk við sínum tónleik, og nýggja útgávan er ein gjøgnumført góð útgáva. - Eagle In The Sky er eitt djarvt stig upp eftir stiganum, og útgávan lyftir seg tónleikaliga upp um vanligt mainstream, skrivar ummælarin. Hann heldur, at eitt óvanligt bland á ljóðførum riggar væl, og tað gevur á ein trúverdigan hátt sangunum altjóða dám. Tað lýsir í myrkrinum, heldur ummælarin. - Talentið hjá Lenu Anderssen at skriva og framføra sangir foldar seg út. Hetta er stórt, ambitiøst og væl gjøgnumført, sigur ummælarin hjá Gaffa, sum letur Eagle In The Sky fýra stjørnur. Fríggjadagin millum kl. 15.00 og 17.00 hevur Lena Anderssen móttøku í Reinasrínum í Havn, har nýggja fløgan, sum nú verður at fáa í Føroyum, verður løgd fram. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-9 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan. Yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina øtlar hann vindin og tað verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut og regn ella sirm av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig. Mánadagin Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi í støðum, 13 m/s. Yvirhøvur turt, men fyri tað mesta skýggjað og támut. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig. Týsdagin Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sum frá líður sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn av og á. Út á dagin snarar hann í ein útsynning og tað verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig. 8-13 m/s 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Eg spyrji meg sjálvan, hvussu nógv glaðari føroyingar vóru, tá mamman gekk heima. Sæð á Facebook: KvF »kjak« er blivið til projektfundir. Øll eru samd hóast tað kallast »kjak«. Hesa vikuna hevur eitt mál hjá Sea Shepherd um at forða grindadrápi í Føroyum í smmar verið í rættinum. Verjin hjá Sea Shepherd, Jógvan Páll Lassen, sigur, at grindalógin er populistisk og ósympatisk. Revsingin fyri órógva grindadráp er munandi harðari enn at koyra fullur. Hann heldur, at Sea Shepherd nú verða revsaðir av populistiskum politikkarum, sum royndu at blíva afturvaldir við at herða revsingarnar í grindalógini. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, sigur, grindalógin nú verður herd á fleiri økjum, hóast revsingin fyri brot á fráboðanarskylduna verður tikin burtur. Lógin, ið skipar dráp á grindahvalir í Føroyum Amerikanski veðurstovnur roknar við, at europeiska summarið verið heitari enn vanligt. 12 fólk hava søkt starvið sum stjóri í Fiskaaling. Veðrið ov ringt til nakað útilív, og tí er tað einasta rætta at leggja tak yvir miðbýin, heldur Bogi Andreasen, býráðslimur. Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur selt alt sítt virksemi í Norra fyri 1 norska krónu, ið er 80 donsk oyru. Eivør Pálsdóttir eru tilnevnd til fimm FMA-heiðurslønir. Theodor Thomasen í Sørvági, sum var elsti føroyingur, doyði mikukvøldið 107 ára gamal. »Grindalógin« Ummæli Lena stendur sterk við nýggjari útgávu MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt kvinnur arbeiddu sambært Fólkateljingini í 2011 niður­setta tíð. Talið á monnum var 2.300. 6.500 MANGT OG HVAT Visti tú? 444 føroyingar hava eina ársinntøku, sum er yvir eina millión krónur um árið. 14 av hesum eru kvinnur. Spæl føroyskt! Lena Anderssen fær rós fyri nýggja útgávu (MYND: BEINTA Á TORKILSHEYGGI)