Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 5 BACALAO BYGGJAST UM TIL HÚS FYRI KROPP OG SINN ÁKI BERTHOLDSEN F ara tey gomlu at spáka sær ein túr á Vestaru Bryggju um nøkur ár, er tað ikki vist at tey høvdu kent seg aftur. Bygningurin hevur mestsum staðið tómur í nógv ár, men seinna­ partin í dag, hósdagin, varð ein stór­fingin ætlan løgd fram um, hvat hetta velduga húsið upp á 8.000 fermetrar í fimm hæddum, kann brúkast til. Tað er Smyril Line, sum er kom­ in við hugskotinum, sum Selmar Nielsen, arkitektur, síðani hevur teknað. – Nú er so hugskotið handað Tórs­havnar Býráði at arbeiða víð­ ari við og Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at tey hava sett hug­skotið fram, tí tey halda, at hetta eru hentleikar, sum mangla í kommun­uni. Arkitekturin sigur, at leysliga mett er talan um eina verkætlan á 150 milliónir, og Heðin Mortensen, borgar­stjóri ásannar, at hetta eru nógvur pengar. – Hetta er ein stórfingin ætlan, sum vit eru fegin um at hava fingið, og sum vit nú fara at taka upp til politiska viðger. Men hann staðfestir, at skal hetta verða veruleiki, verður neyð­ ugt at privat virki eru við og rinda ein part av tí, tað kostar, tí komm­ un­an hevur nógv jørn í eldinum, sum kosta nógvar pengar. Men her skal leggjast afturat, her er ikki talan um Sjóvinnuhúsið, men um bygningin, har gamla Bacalao helt til. Kropp og sinn Aðalendamálið við bygninginum hjá Bacalao er, at tað skal vera eitt hús til kropp og sinn. Har er ætlanin at hava alskyns virksemi, men av tí, at alt verður savn­að undir sama taki, verður tað mun­ andi bíligari tilsamans, enn tað hevði verið, skuldi alt verðið gjørt hvør sær. Selmar Nielsen arkitektur sigur, at í veghæddini verður høvuðs­inn­ gingd, kaffistova, um­klæðingar­ rúm og annað. Á aðru hædd verður tað ein 50 metra langhylur við átta geilum, við áskoðaraplássum, sum fyllir mest. Men har verða eisini heitir pottar, hylur til børn og hylur til pinku­børn, hitarúm og annað, sum har­til hoyrir. Hetta verður eisini eitt vatnland við einum 20 metra høgari vatn­ skreiði­breyt, sum gongur heilt av ovastu hædd í húsunum og niður­ ígjøgnum allar hæddirnar. Í húsinum verður eisini tennis­ vøllur, vøllir til squash, umframt minigolf og golfsimolator. Men har verður eisini ein 25 metra høgur klintriveggur, um­ framt at tað skal bera til at síga uttaná bygninginum og børnini fáa eis­ini eitt stórt spæliland upp á 800 fer­metrar. Og í ovastu hædd er hug­skotið at gera 13 hotelíbúðir. Harumframt verður eisini venj­ ingar­miðstøð, eisini til endur­venj­ ing, umframt vælverudepil við tí, sum hartil hoyrir. AKI@SOSIALURIN.FO Myndirnar vísa, hvussu bygningurin fer at síggja úr uttan. Á onkrari mynd sæst eitt reytt rør snúgva sær uttan á húsinum. Tað er vatnskreiðibreytin, sum gongur ovast út bygninginum, niður í svimjihylin á aðru hædd. Langhylur, spæliland, venjingarmiðstøð, hotell, tennis, squash og vælverudepil. Tað verður kanska framtíðin hjá gamla, og vælkenda flakavirkinum í Havn MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN