hósdagur 10. mars 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
U
ndir
yvirskriftini
»Máttu flyta fanga til
Danmarkar við skipi«,
bar Kringvarp Føroya
2. februar eina søgu um ein ungan
mann, ið fimm løgreglufólk máttu
flyta við Norrønu til Danmarkar,
har hann skuldi sita í varðhald, tí
umstøðurnar vóru ikki til at varð
haldsfongsla mannin í Føroyum.
Handan yvirskriftina goymir
eina søgu um eina syrgiliga lagnu.
Um ein ungling, ið ongantíð fekk
røttu hjálpina, og sum hvørs nærm
astu føla varð sleptur upp á fjall av
føroyska samfelagnum.
Søgan er um 23 ára gamla Bjarna
Restorff Holm, sum í februar varð
dømdur eitt ár í fongsul í Føroya
rætti.
Tað er tó bara seinasti kapittulin
í søguna um eina harðar lagnu.
Í einum húsum í eysturbýnum
í Havn situr mamma hansara,
Annika Restorff Holm, og spekuler
ar uppá, hvussu lagnan hevði verið,
um sonurin bara fekk tí hjálp, ið
hann hevði tørv á.
– Alt, ið Bjarni hevur gjørt síðstu
árini, hevur verið eitt neyðarróp
frá hansara síðu. Hann bað enntá
dómaran um hjálp, so hann kundi
koma víðari við lívi sínum. Men í
Føroyum er einki stað og eingin
hjálp til mín son, sigur Annika
Restorff Holm.
Slapp ikki framat
Søgan byrjar í 2008, tá Bjarni
Restorff Holm, einans 15 ára gamal,
spurdi lækna sín um ráð, tí hann
hevði trupulleikar við at miðsavna
seg í skúlanum.
– Um hetta mundið kláraði
hann seg væl í skúlanum og fekk
góð próvtøl. Hann var ein vanligur,
ungur og flottur drongur, men
var kanska eitt sindur rokaligur.
Læknin og hann gjørdu av, at hann
skuldi fara til sálarfrøðing, sigur
Annika Restorff Holm.
Bíðilistin hjá ungum og børnum
at sleppa framat til sálarlækna var
tó so mikið langur, at fólk máttu
bíða í fleiri ár. Soleiðis var eisini hjá
Bjarna Restorff Holm, ið ikki slapp
framat fyrr enn trý ár seinni, tá
hann loksins fekk staðfest ADHD.
Tá var hann tó longu kendur í
skipanini.
– Tað var um jólini í 2011,
at Bjarni fekk tað so ringt, at
hann sjálvur bankaði á dyrnar á
psykiatrisku deild. Men hóast hann
var sjúkur og hevði tørv á hjálp, so
varð hann skjótt sendur út aftur
á gøtuna. Tá fingu vit tó hjálp frá
einum royndum starvsfólki innan
psykiatrina, og um summarið 2012
slapp hann framat hjá sálarlækna,
og fekk staðfest ADHD, sigur
mamman.
Rúsevnir koma upp í leikin
Aftaná at Bjarni Restorff Holm
varð liðugur í fólkaskúlanum, fekk
hann kjans við einum skipi. Í fyrstu
atløgu tyktist, at hetta var júst tað,
ið ungi maðurin hevði tørv á, og
støðan gjørdist betri.
Men tað var eisini um hetta
mundið, at Bjarni Restorff Holm
av fyrstan tíð fekk samband við
rúsevnir.
– Tá var hann longu dottin
niðurímillum í samfelagnum og
fekk ikki ta hjálp, honum tørvaði.
Í huganum hoyrdi hann hundrað
kanalir samstundis, og tankarnir
fullu ikki upp á pláss. Tað er tá, at
hann fyrstu ferð kom í samband
við rúsevnir. Hann hevur fortalt,
at fyrstu ferð hann roykti hassj,
fekk hann loksins frið í huganum.
»Alt, ið Bjarni
hevur gjørt
síðstu árini,
hevur verið eitt
neyðarróp frá
hansara síðu.
Hann bað enntá
dómaran um
hjálp, so hann
kundi koma víð
ari við sínum lívi«
BJARNI VARÐ
SVIKIN AV
SAMFELAGNUM
Sonurin situr í Vestre Fængsel
Annika Restorff Holm
– Hvat er tað fyri eitt samfelag, ið ikki rúmar slíkum fólkum? Hann verður
viðfarin sum eitt djór í Vestre Fængsel. Allar gerðir hansara í januar hava
verið eitt neyðarróp eftir hjálp. Men hann fekk ongantíð hjálpina. Í staðin
fekk hann eitt ár í fongsul, sigur mamma hansara, Annika Restorff Holm
Framhald á næstu síðu
MYND: PRIVAT