Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 18 Fyrsta várdag í árinum skifti valdsjavnvágin í helst týdningarmestu nevndini í Føroyum, P/F TF Holding. Partapeningurin er á eina milliard krónur, og samtakið, ið eisini eigur Eik Banka, hevur ábyrgdina av munandi meira. Eisini í BankNordik eru týðandi broytingar framdar farna árið. Stór krøv verða sett teimum, ið stýra fíggjarligu risunum, men hvør sleppur at stýra kann verða avgjørt við lutakasti Sita á milliardum RÓGVI NYBO Í farnu viku frættist, at nú var valdsjavnvágin í nevnd­ ini í Ognarfelag Tryggingar­ tak­aranna brádliga skift. Nevnd­in hevði skipað seg av nýggj­ um, og sitandi formaðurin Gunnar í Liða var skumpaður til viks. Nýggjur formaður nevndini í Ognarfelag Tryggingartakaranna er nú vágbingurin Arni Djurhuus Brattaberg og næstformaður í nevndini vágbingurin Ingeborg Godtfred, sum avloysir Jákup Egholm Hansen. Orsøkin til brád­ligu broytingina var, at nevndin í februar 2016 fekk boð frá Skrá­seting Føroya um at lata formans­valið eftir árs­aðal­ fundin í apríl 2015 ganga umaftur og fara fram við lutakasti, um at­ kvøðu­greiðslan stóð á jøvnum. Á fund­inum stóð á jøvnum og tískil varð valið avgjørt við lutakasti. Úrs­litið gjørdist ein broyting í for­ mans­skapinum. Nakað av rumbli stóðst av í fjør, tá nevndarval var á skránni. Nevndin var býtt í tveir líka stórar partar, har annar parturin stuðlaði sitandi formanninum Gunnari í Liða, meðan hin stuðlaði Ingeborg Godtfred. Tað var tó Gunnar í Liða, sum tá dró longsta stráið, tá hann, sum for­maður, hevði avgerandi at­kvøð­una. Men hetta kolldømdi Skrá­seting Føroya, og tí skuldi valið ganga um. Rumblið í nevndini í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur tó ikki bert avleiðingar fyri ta nevnd­ina. Sambært viðtøkunum í parta­ felagnum TF Holding, skal nevndin í TF Holding skipast á sama hátt sum nevndin í Ognar­felag Trygg­ ingartakaranna. Tað merkir tí eis­ ini at valdið í ein­um av størstu, sterk­astu og týdningar­mestu nevnd­unum í Før­oy­um hevur skift hend­ur. Nú er Arni Djurhuus Brattaberg brád­liga nevndar­formaður fyri TF Holding, ið hevur ein partapening á eina milliard krónur, og sum er einsa­mallur eigari av øllum Eik Banka. »Endamálið er at tryggja, at tað altíð er nevndin, ið hevur valdið í fyritøkuni, og at leiðslan arbeiðir fyri nevnd­ina. Gamli og kollsigldi Eik Banki er eitt ræðandi dømi um, hvussu illa tað kann ganga« SAMFELAG HVØR STÝRIR PENGUNUM Í FØROYUM? SAVNSMYND Framhald á næstu síðu