hósdagur 10. mars 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
17
HILDA BOLSTAD MORTENSEN
Ø
ll kenna facebook,
snapchat, instagram
og ask.fm. Allir hesir
sosialir miðlar geva
okkum upplýsingar um fólk og
viðlíkahalda sambond millum
vinfólk.
Men avleiðingarnar kunnu
vera ótespiligar. Tann dul
nevnda meiningin, á eitt nú
ask.fm, er sjáldan jalig. Facebook
hevur tann eginleikan, at mið
ilin goymir alt, sum tú nakrantíð
hevur skrivað ella lagt út. Gent
ur taka í eini óskyldigari løtu
nakinmyndir. Næstu løtuna
liggja myndirnar alment á al
nótini.
Tá ið myndirnar einaferð eru
har, kunnu tær ikki slettast.
Hetta er sera eyðmýkjandi
og hevur hetta avleiðingar fyri
vaksnamannalívið. Eg havi
sera ofta sett mær spurningin,
hví hava vit hesir miðlar? Bara
við at blaða oman eftir Ask.
fm sær man minst 10 neiligar
meiningar. Allar dulnevndar.
Sjálvandi dulnevndar, tí tá tú
goymir teg aftanfyri heitið
»Dulnevndur« kanst tú siga alt,
ið hóvar tær.
Eg havi ikki Ask.fm, tí foreld
ur míni meta, at tað er oyðileggj
andi. Eg minnist tó væl fyrstu
ferð, eg var á Ask. Har fært tú
alt at vita um øll og eisini søgur,
sum ikki altíð eru sannar. Tað
var sera lokkandi at vera »On«
allatíðina, so tú fekk alt við.
Allar søgurnar um øll. Men eg
tráði ikki eftir tí longur. Eg leiti
ikki eftir slatri um hini, og eg
havi tað fínt. Glaðari. Sjálvandi
eri eg bundin at Facebook og
Snapchat, tí har eri eg fleiri ferð
ir um dagin. Nøkur ung senda
1000 snapchat hvønn dag, og
vit kunnu viðganga, at tele
fonin ella teldilin er nýggjasti
likamsluturin hjá bæði børn
um og vaksnum. Vit fara um
hesi teknisku tól, sum vóru tey
nýborin børn.
Tað er so lætt í hesum tal
gilda heimi at finna vinir og
skapa eina fullkomna verð.
Men líka so lætt ber tað eisini
til at vera ein annar og lata tín
innara ljóta úlv ráða, slatra og
skapa óneyðugar ósemjur.
Kappingin á alnótuni snýr
seg um at hava flest vinir, flest
boð ella fráboðanir og at hava
tann rætta profilin á facebook,
snapchat ella instagram Tað
kann eisini órógva í skúlanum,
men nú hava vit í mínum skúla
fingið telefonforboð, ið mær
dámar avbera væl, tí so hevur
tú als ikki møguleikan at hoyra
neiligar meiningar um teg, sum
kunnu órógva tína skúlagongd.
Men Facebook hevur eisini ja
ligan týdning, at eg kann havi
samband við vinir, lesa flog
bóltstíðindi og síggja hvørji
skúlating eg havi.
Ein gerandisdagur uttan
sosialar miðlar er mær ókendur,
men gloym ikki at hyggja inn í
eyguni á tínum næstu og hygg
at himmalinum, sum hann veru
liga er. Uttan filtur.
KLUMMA Ein talgildur heimur,
har einasta markið er tín moralur.
Ein heimur har fleiri milliónir av
tannáringum luttaka hvønn dag
Amnesty hevur bjóðað heimskendu Emmu
Holten til Føroya at greiða frá, hvussu man
kann seta síni egnu mørk á alnótini
Á Ask.fm ráða
okkara innaru úlvar
Teldusníkur stjól
hennara myndir
BIRGITH LASSEN
D
anska Emma Holten
gjørdist heimskend, tá
hon sjálv legði myndir
út á netið, har hon var
toppleys. Myndirnar vístu ungu
gentuna í ymsum gerandisligum
støðum. Hetta var hennara aftur
svar til eitt ógvusligt álop, hon var
fyri á netinum.
Fyri nøkrum árum síðani sendi
Emma Holten privatar nakin
myndir til sjeikin hjá sær uttan at
hugsa um, at fólk um allan heim
in fóru at fáa atgongd til hesar
myndir. Men tað var júst tað sum
hendi, tá ein teldusníkur fekk at
gongd til myndirnar og deildi tær
saman við teldupostadressu og
fullum navni á gentuni.
Eftir stutta tíð byrjaði Emma
Holten at fáa hundraðvís av
telduboðum frá fólki um allan
heimin. Uttan hennara samtykki
fekk hon knappliga høvuðsleik
lutin í einum sokallaðum hevndar
pornoálop, hóast myndin uppruna
liga bert var ein óskyldig heilsan til
sjeikin.
Kemur til Føroya at ávara
Í løtuni varpar Amnesty ljós á sam
tykki, og hvussu ung skulu læra at
siga nei og lurta, tá onnur siga nei.
Amnesty hevur nú bjóðað Emmu
Holten til Føroya at halda fyri
lestur um sína uppliving.
Emma Holten skal varpa ljós á
samtykki, og hvussu tú setur tíni
egnu mørk í talgilda heiminum.
Fyrilesturin verður hildin á al
mennum tiltaki 16. apríl.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Praktikanturin
Amnesty varpar ljós á samtykki
Emma Holten. Myndirnar
eru hennara aftursvar
uppá eitt ógvusligt álop,
hon varð fyri á alnótini.
»Øll verðin hevur
sæð mín kropp.
Nú vil eg vísa, eg
eri meir enn eitt
sexobjekt«
Emma Holten
MYNDIR: CECILE BØDKER