Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 16 Vís áhuga fyri hvat barn títt ger á netinum 1 Kenn loyniorðini hjá barni tínum Kemur barn títt í eina keðiliga støðu, er tað skilagott, um tú kennur loyniorðið til facebook, msn, teldupost, insta­ gram, snap­chat, ask og hinar sosialar miðl­ar­nar. Loyniorðið kanst tú geva víðari til politiið, um tað skuldi verið neyðugt. Men minst til bert at virða barnið og brúka tí bert loyniorðið í neyðstøðu. 2 Hjálp við at verja privatlív Hevur tú ikki skil á sínum privat­innstillingum, kann ein og hvør síggja tínar myndir, dag­før­ingar og fylgja við í, hvar tú ert. Hjálp tínum barni at broyta privat­inn­still­ ingar soleiðis, at bara góðir vinir síggja myndir, dagføringar, bústað, teldu­post, telefon­ nummar. Tað er eis­ini skila­gott at gera avtalu um at børnini bara sleppa at ger­ast vinir við fólk, tey kenna framman­ undan. Ert tú í iva um, hvussu tú broytir privat­ inn­still­ingar, kanst tú vitja heima­síð­una www.dat.fo 3 Ver ein fyrimynd Í dag er einki mark millum digi­tala heimin og veru­ leikan. Alt tú gert, skal tú taka ábyrgdina av og somu normar, vit kenna frá veruleikanum, gelda í digitala heim­inum. Tí skalt tú hugsa um at vera ein fyrimynd. Ikki bara heima við hús, men eisini á tin­um vanga á facebook. Skriva bert tað, tú kundi funnið uppá at sagt í veruleikanum. Skriva ikki niður­gerandi við­merkingar til onn­ur. Deil ikki alt for privatar myndir. Hugsa etiskt allatíðina. 4 Vís áhuga Sambært Óla Rubeksen, er hetta ráðið tað mest sentrala. At visa áhuga fyri, hvat títt barn ger á netinum kann forða nógvum trupulleikum. Tosa við barnið um, at tað tú ger á netinum hevur eins stórar av­leið­ ingar sum tað, tú gert í veru­liga lívinum. Tosa við barnið um etikk og tað at taka ábyrgd fyri øllum sínum gerningum. Fortel barn­inum at stórt sæð alt, tú gert á netinum, verður goymt og kann brúkast í móti tær. Tað kann vera torført at vera foreldur at einum digitalt innføddum barni. Men vilt tú tryggja tínum barni móti vandunum á netinum, mást tú seta teg væl og virðiliga inn í digitalu felagsskapirnir Óli Rubeksen arbeiður við fyribyrging millum børn og ung. Hann gevur tær her góð ráð til verju av børnum og ungum á netinum: TEMA Børn á alnótini Góð ráð frá serfrøðinginum Óli Rubeksen BIRGITH@SOSIALURIN.FO Óli Rubeksen MYND: ÁLVUR HARALDSEN