Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 15 – Ask.fm er tann miðilin, vit fáa flestar fráboðanir um, sigur Mariann Reinert, løgreglukvinna Løgreglukvinna KENN LOYNIORÐIÐ HJÁ BARNI TÍNUM BIRGITH LASSEN O fta eru tað ósek børn sum verða lokkað í óføri, og tað kann fáa álvars­ ligar avleiðingar fyri børn­ini. Tí heitir løgreglan nú á for­eldrini um at blanda seg meiri í lív­inum hjá barninum. – Tað er ein misskiljing, at for­ eldur ikki skulu fylgja við í, hvat teirra børn gera á sosialu miðl­ unum. Tvørturímóti er tað teirra skylda at fylgja við, tá børnini eru undir 18 ár, sigur Mariann Reinert sum undirstrikar, at av­leið­ingin av at lata vera, kann vera nógv ógvus­ ligari, enn at barn­ið ger mót­støðu um at skula geva for­eldr­unum at­ gongd til sítt privatlív. – Hendir okkurt keðiligt fyri børnini á sosialu miðlunum, kunnu avleiðingarnar røkka langt inn í vaksna lívið, sigur hon. ASK.fm er ringast Ein sera vælumtókt síða millum føroysk børn og ung, er Ask.fm. Her hevur føroyskur ungdómur í tús­unda­vís skrásett seg sum brúk­ ara. Síðan líkist Facebook á nógvar mátar, men á Ask.fm kanst tú seta dulnevndar spurningar til ein og hvønn. – Hetta er tann miðilin, vit fáa flestar fráboðanir um, sigur Mariann Reinert og greiðir frá, at frá­boðaninar ofta snúgva seg um áhald­andi grova happing og álvars­ ligar hóttanir. – Hesin sosiali miðilin er tað reina gift. Her kanst tú vera dul­ nevnd­ur og siga akkurát tað, tær hóvar, sigur hon. Læra at taka ábyrgd av egnum gerðum Mariann Reinert vil hava børnini at læra at taka ábyrgd fyri sínum gerð­um. – Tað er kanska lætt at senda deyðs­hóttanir sum dulnevndur brúkari á Ask.fm, líkasum tað eisini er lætt at deila eina nakinmynd av tínum floksfelaga. Men børnini mugu læra, at avleiðingarnar fyri tann, tað gongur útyvir, kunnu vera sera álvarsligar. Hon greiðir frá, at heilin hjá ungum børnum ikki er mentur nóg nógv til at kunna síggja av­ leið­ingar­nar av øllum. Og tí er tað uppgávan hjá foreldrunum at traðka til. – Tað er ein partur av ung­dóm­ inum at royna seg fram og læra av sínum gerð­um, men man kann siga, at børn­ini í dag eru óheppin í so máta, at alt, tey gera, verður goymt og doku­menterað á alnótini, sigur hon. Hesin sosiali miðilin er tað reina gift. Her kanst tú vera dulnevndur og siga akkurát tað, tær hóvar, uttan at tað fær avleiðingar« Nógvir eru fyrimunirnir við tøknini og alnótini, men sum tíðin gongur, koma vansarnir eisini fram í ljósið. Eitt tað størsta økið hjá føroysku løgregluni, er í løtuni at fáa tamarhald á øllum brotsverkunum, sum verða framd á alnótini SKERMMYND