Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 14 TEMA Børn á alnótini Sum tað ikki var nokk, so stovn­ aðu fólk bólkar á Facebook, har til bara at fáa fatur á myndini og skriva um hana. Tað fekk tó ein bráðan enda, tá mamman hjá Marnu hótti við at stevna per­són­ ar­nir handan bólkarnar. Eg vildi spýggja Tað var ein ógvusliga hending fyri 14 ára gomlu Marnu, ið tó royndi at stríða seg gjøgnum tilburðin. – Eg gjørdist illa fyri og vildi spýggja alla tíðina. Tað var torført at vera glað, tí eg visti ikki hvør hevði sæð myndirnar. Nøkur søgdu enntá við meg, at tey høvdu sæð myndirnar. Eg royndi tó at møta í skúla hvønn dag og spæla glað, men tað var hart. Tí tá eg var í skúla, byrjaði tey ungu at tosa og teska saman, tá eg gekk framvið og sendu mær eygur. Tað var sera óbehagiligt, tí eg visti ikki hvat tey tosaði um ella um tey høvdu sæð myndina. – Eg sá bara svart upp á lívið. Eg royndi at steðga myndini, men tað eydnaðist ikki. Tað gjørdist bara verri, tá eg skrivaði til fólk og royndi at steðga tí. Enntá vin­ kon­ur­nar, ella tær, ið eg helt vóru mínar vinkonur, høvdu deilt myndin , sigur Marna. Næstu vikurnar gjørdist ein sonn marra hjá Marnu. Fólk byrj­ aðu at ringja til hennara døgn­ ið runt, kallaðu hana fyri eina »helvitis horu«, skrivaðu um neyð­ tøku og misbrúk, og hóttu við at spreiða myndina um alt Føroyar og Dan­mark. Varnaðist at atburðurin broyttist Aftaná nakrar vikur byrjaði mamman at varnast, at okkurt var áfatt. Atburðurin hjá dóttrini var broyttur. – Eg varnaðist, at hennara at­ burður var broyttur tá gerandis­ dag­urin byrjaði aftur og hon fór aftur í skúla. Hetta var tríggjar vikur aftaná, at hon hevði sent drong­inum myndina. Tað var kanska serliga aftaná, at hon varn­ að­ist at fleiri í skúlanum høvdu sæð myndina, at støðan versn­aði, sigur Sára. – Marna byrjaði at rópa nógv, var oftani øst og byrjaði at smekka við hurðunum. Eg royndi fleiri ferðir at tosa við hana, fyri at finna út av, hví hon hevði broytt atburð, men hon físti bara at mær, og segði einki vera galið. At enda breyt hon saman, men í staðin fyri at fortelja sann­leikan, fann hon upp á ein søgu, ið eg ikki heilt trúði, greiðir Sára frá. Mamman tók sakina í egnar hendur, tá sonurin kom til hennara og segði, at tað ikki var so gott, at Marna slapp út. – Eg hugsaði tað vera løgið, tí tey eru ikki von at siga slíkt, so eg ringdi beinanvegin til Marnu og segði, at eg kom eftir henni og hon skuldi heim við. Komin heim leggi eg merki til, at har fyrigongur okk­ urt millum syskini. Tey fara fyri seg og teska saman, og tá veit eg, at alt ikki ruggar rætt. Eg spyrji hvat tað er, ið tey teska um, og hann svarar, at tað er eini boð á Facebook, har hon verður kallað hora, greiðir Sára frá. Tað endar við, at mamman krev­ ur at síggja, hvat gongur fyri seg á Facebook, men fyrst sýtir Marna fyri at vísa nakað. – Hon segði, at hon skuldi líka gera okkurt áðrenn eg slapp fram­ at, men eg tók kortini iPadin frá henni. Tá kom eldur í. Hon fór at gráta og varð fyrst frá sær sjálvum, og segði, at eg ikki skuldi inn á henn­ara facebook. Eg fór óansæð av­stað við iPadinum, og byrjaði at lesa boðini hjá henni. Tá las eg hetta harða, grova málið, har hon varð kallað alt millum himmal og jørð. Tað var tó serliga, tá mamman ætlaði at lesa boðini frá einum ávísum persóni, at dóttirin gjørdist frá sær sjálvari og royndi at steðga mamm­uni. At enda mátti onkur halda dóttrini burtur, so mamman fekk lisið boðini. Ein skelkur – Tað, eg las, skelkaði meg. Alt klapp­aði saman hjá mær. Eg bleiv ill og síðani kedd, tí har var myndin, og nú skilti eg tað, ið gekk fyri seg. Eg havi snakkað so nógv við børn­ ini um hetta, men kortini hendi tað. Eg fór ikki at gráta beinanvegin, men gjørdist ill og síðani fór eg at gráta, meðan fleiri tankar komu til mín, um hvat eg skuldi gera. – At enda mátti eg bara gjøgnum­ ganga alt, ið var á Facebook. Meðan eg hevði lisið fyrstu boðini, græt dóttirin og lat illa at, men tá eg las seinastu boðini, bleiv hon sum eitt lamb. Tá lætnaði, tí loyndarmálið var úti, ið hon royndi at fjala, sigur Sára um løtuna, tá hon fann út av loyndar­málinum. At byrja við visti Sára ikki hvat hon skuldi gera, men valdi at sova uppá hendingina og síðani ráðføra seg við ein skilagóðan persón, sum ráddi henni til at seta seg í sam­ band við eitt umboð fyri SSP-sam­ starvið. – Øll myllan fór í gongd, og tey hava gjørt eitt megnararbeiði. Allir skúlarnir, har myndin hevur verið víst, hevur SSP sett seg í samband við. Tey komu eisini heim og tos­ aðu við okkum um hvat fór at henda, og dóttirin hevur fingið ótrú­liga góða hjálp í skúlanum. Hon helt seg aldrin burtur frá skúl­anum, hóast tað var ein svár tíð fyri hana, sigur Sára. SSP fekk bilbugt við støðuna, og longu tríggjar mánaðir aftaná til­burðin, so var støðan hæsað av og dóttirin fekk aftur frið frá fólki. Meldaði eitt annað mál Tað var tó ikki bara ung fólk, ið deildu privatu nakinmyndina av dóttir Sáru. Og tað skelkaði hana. Inni á hennara Snapchat brúkara kom hon fram á eina nakna mynd frá einum vaksnum manni. – Um metast skal út frá kropp­ inum á honum, so er talan um ein mann í tríatiárunum. Hann hevur fleiri profilar, ið hann brúkar at senda nakin myndir og sjónbond av sær sjálvum til ungar gentur, með­an hann roynir at lokka tær at senda naknar myndir aftur. – Tað er ikki bara til mína dóttur, men fleiri aðrar eisini. Eingin veit hvør hann er, men sjálvt um tær strika hann sum vin, so stovnar hann bara ein nýggjan brúkara og finnur tær aftur á Facebook, Skype, Snapchat og aðrastaðni. Eg havi meldað viðkomandi til løg­regl­ una, men eg veit ikki, um teir hava megnað at loyst málið, sigur Sára. Strikaði allar sosialar miðlar Gerandisdagurin hjá Marnu er nógv broyttur síðani keðiligu hend­ ing­ina. Mamman tók nevniliga eina skjóta avgerð, og strikaði allar sosialar miðlar hjá dóttrini. – Eg tók ræðið av hennara profil­ um á Facebook, Snapchat, Skype, og Instragram. Eg broytti loyniorðið og strikaði síðani hennara brúk­ ar­ar. Uttan loyniorðið, fær hon so­statt ikki tendrað brúkararnar aftur. Harumframt fekk hon ano­ nymt telefonnummar, so at fólk ikki fingu sett í samband við hana. Sjálvt um talan er um eina radi­ kala broyting, so heldur mamman, at Marna er glað fyri avgerðina í dag. – Eg gjørdi greitt, at tað kom ikki upp á tal, at hon fekk sosialir miðlar aftur beinanvegin. Men hon hevur heldur ikki tikið tað upp á tungu, og tykist í staðin at vera glað fyri at sleppa undan teimum. Hon sær nevniliga hvat vinkonurnar stríð­ ast við viðvíkjandi slatri, útspilling og harða tónanum á Facebook og aðra­staðni. – Hon verður hildin uttanfyri, tí hon hevur ikki Snapchat og Face­book. Hon hevur tó sagt við síni vinfólk, at um tey ikki kunnu ringja ella senda henni eitt sms, so er tað teirra val, at tey ikki vilja hava sam­band við hana. Foreldur muga vera djørv Um tað er nakað, ið Sára hevur lært av hendingini, so er tað, at for­eld­ ur mugu tora at taka avgerðir, ið kanska ikki altíð eru so væl dámd­ ar. – Foreldur mugu tora at taka av­ gerðir. Tað nyttar ikki at vera ein vinur, tá slíkt hendir. Best er bara at taka hørðu avgerðina um at sløkkja fyri slíkum miðlum. At taka ræðið á støðuni og siga, at tað eri eg, sum eri tann vaksni. Eitt er so heilt vist, tey fáa nøkur heilt onnur børn, tá tey lukka miðlarnar niður. Míni børn eru farin at leggja størri dent á skúla og familju, sigur Sára og leggur afturat. – Harumframt er týdningar­ mikið, at foreldrini leggja merki til børnini. Spyr inn til teirra, um tey broyta atburð, verða lætt ill ella ger­ast óhøvisk. Spyr hvat gongur fyri seg í lívinum. Sum familja gera vit eis­ini nógv saman. Eg veit at summi foreldur halda tað er gott, at børn­ini halda seg í kamarinum, tí so er friður, men vita tey hvat gongur fyri seg inni har, spyr Sára at enda. Eisini Marna hevur lært nakað av hendingini, og hevur ráð til onn­ ur ung, ið kunna enda í somu støðu. – Ikki latið tykkum lokka av øðr­um ungum. Um tað er nakar, ið roynir at trýsta teg til nakað, ið tú ikki ynskir, ella sendir nakað, ið fer um mark, far so til foreldrini. Tað er nógv betri at siga teimum frá, enn at handla sjálv, sigur Marna at enda. Ein byrða er tikin av herðunum Marna hevur í dag lagt hendingina afturum seg, og megnar at síggja nøkur jalig ting, ið eru hend í kjalar­ vørrinum av stóra ágang­inum. – Eg havi tað nógv betur nú, enn tá eg hevði Facebook og aðrar sosialar miðlar. Eg hoyri einki fyri myndina longur, og satt at siga, so eri eg lætna í kroppinum. Tað følist sum ein byrða er tikin av herð­unum, sigur Marna og leggur afturat. – Eg síggi tað eisini soleiðis, at eg skuldi kanska verða eitt offur, so­leiðis at fleiri onnur ung fingu hjálp, tí hendingin hjá mær, var við til at fleiri aðrar hurðar blivu opn­ að­ar til onnur ung við ymiskum trupul­leikum, – Gjøgnum hesa tíðina lærdi eg eisini, hvørji míni veruligi vinfólk vóru. Eg havi sloppið mær av við tey, ið ikki megna at vera góð við meg og stuðla mær, eins og eg eri góð við og stuðli teimum, tá tey hava tað trupult, sigur Marna at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO »Eg síggi tað eisini soleiðis, at eg skuldi kanska verða eitt offur, soleiðis at fleiri onnur ung fingu hjálp, tí hendingin hjá mær, var við til at fleiri aðrar hurðar blivu opnaðar til onnur ung við ymiskum trupulleikum« MODELLMYND