Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 20 Tað var tískil ikki bert eitt stríð um at sita við borðendan hjá øll­ um tryggingartakarunum í P/F Trygg­ingar­felagnum Føroyum, men eisini um evsta valdið á EIK Banka. Tað er heldur ikki bert í TF Sam­takinum, at stríðst verður um valdið. Eisini í BankNordik eru stórar broytingar framdar. Fyri einum ári síðani varð at kalla øll nevndin skift út, og danska vinnu­ lívs­kvinnan Stine Bosse gjørdist for­kvinna í felagnum. Síðani er strategi­in broytt, stjórnin skift út, ís­lendska tryggingarfelagið Vørður, sum BankNordik átti, er selt og nýggja lívstryggingarfelagið NordikPensjón sett á stovn. Somu fólkini ganga aftur Eitt kent fyribrigdi innan nevnd­ ar­arbeiði í týðandi fyri­tøk­um er, at somu nøvnini ofta ganga aftur. Før­oyar eru einki ser­ dømi ella undan­tak í so­máta. Somu fólkini sita ofta í fleiri ymsum feløg­um, sum til­sam­ ans hava ábyrgdina av fleiri milli­ard­um krón­um. Taka vit døm­ið við nevnd­ini í TF Holding, so sita frá­farni nevndar­for­mað­ ur­in Gunnar í Liða og frá­farni næst­for­mað­urin Jákup Egholm Hansen, eis­ini í nevnd­ini fyri Eik Banka, sum TF Holding eigur. Hetta saman­fallið millum nevnd­irnar í TF Holding og Eik Banka er tó burt­ur, nú for­mans­ skap­urin skifti í TF Holding. For­ mað­ur í nevnd­ini fyri Eik Banka er fyrrverandi tjóð­banka­stjórin Torben Henning Nielsen, með­an hini umboðini eru starvs­fólka­vald um­boð. Í nevnd­ini í TF Holding finna vit eisini onn­ur kend nøvn sum Anniku Waag, stjóra í Føroya Bjór, og Jan Müller, fyrr­verandi blað­stjóra á Sosial­inum, sum eisini er nevndarlimur í P/F Atlantic Petroleum. Hyggja vit eftir BankNordik er støðan einki øðrvísi. Kenda vinnu­ lívskvinnan Stine Bosse stend­ur á odda fyri nevndini og er nevndar­ forkvinna. Næstformaður er Rúni Vang Poulsen, sum samstundis eis­ini er stjóri í Smyril Line. Eis­ ini Jógvan Jespersen, sum er stjóri í felagnum Nótaskip, situr í nevnd­ini í BankNordik. Afturat teimum er eisini vald Súsanna Poulsen, sum er stjóri í Hjelmeland Sparebank í Noregi. Tað eru sostatt fyri størsta partin stjórar og kend vinnulívsfólk, ið mynda nevndirnar í stóru fyri­tøk­ unum í Føroyum. Ábyrgd og eftirlit við stjórnini Tá eitt fólk verður valt í nevndina í einum stórum fíggingarstovni, trygg­ingarfelag ella líknandi, sum umsita stór virði hjá øðrum, so fylgir eisini stór ábyrgd við stóra valdinum. Í kjalarvørrinum á fíggjar­kreppuni í 2008, har vit sóu at fleiri peningastovnar komu í trupulleikar ella fóru av knór­ anum, eru krøvini til leiðslu og nevnd herd. Í fleiri førum vísti tað seg nevn­ iliga at vera somu feilir í leiðslu og stjórn av peninga­stovn­unum, ið førdu við sær at peninga­stovn­ arnir endaðu í óføri. Ofta tí at felagið tók á seg ov stóran váða á einum marknaði, ið antin stjórnin, nevndin ella bæði høvdu av­mark­ aða vitan og royndir á og tískil ikki skiltu nýggja váðan, tey tóku á seg. Av somu orsøk verða stór krøv eisini sett einstøku nevndar­lim­ unum og samlaðari nevnd í einari fígg­ingarstovni, trygg­ingar­felagi ella fíggjarligum holding­felagi. Danska Fígg jareftirlitið (Finans­tilsynet) hevur til uppgávu at tryggja, at limir í stjórn og nevnd í fíggingar­stovnum lúka krøv­ini um førleika og heiðursemi. Mill­ um annað sigur §64 í lógini um fíggjar­ligt virksemi í Danmark, at »Limur í nevnd ella stjórn í einum fíggingar­stovni skal til einahvørja tíð hava neyðuga vitan, fakligan før­leika og royndirnar til at kunna fremja sítt starv ella røkja sín sess í fíggingarstovninum, talan er um«. Harafturat verða strong krøv sett til, at limirnir í nevnd ella stjórn seta neyðugu tíðina av til á fullgóðan hátt røkja sítt starv til lítar, og at metingin av neyðugu tíðini tekur atlit til stødd, bygnað og kom­pleksitet í fyritøkuni. Men tað eru ikki bert einstøku nevndarlimirnir, ið skulu lúka krøv­ini frá Fíggjareftirlitinum. Tann samlaða nevndin í ein­ari fíggjarfyritøku skal somu­leið­is hava neyðugu vitanina og royndir­ nar í mun til handils­frym­ilin hjá fyri­tøkuni og teir váðar, ið fylgja við. Er talan um ein fíggjarfyritøku, ið er somikið stór, at hon verð­ur mett sum ein strategisk týdningar­ mikil fíggjarfyritøka, ein sokallað SIFI-fyritøka, sum verður mett at vera ov stór og týdningarmikil til at kunna fara av knóranum, eru krøvini skerpað til nevnd og stjórn. BankNordik, Eik Banki og Norðoya Sparikassi eru føroysku SIFI-peningastovnarnir. Sporini í Føroyum ræða Orsøkin til, at strong krøv verða sett nevnd og leiðslu í ein­ari fígg­ ingar­fyritøku, kenna vit tí­verri alt ov væl í Føroyum. Tað er nevniliga høvuðs­upp­gávan hjá nevndini at seta yvir­skip­aðu og strategisku karm­arnar fyri fyri­tøk­una. Hetta merkir mill­um ann­að at taka av­ gerðir um handils­frymilin, at meta um risiko­profilin og kapital­ grundar­lagið. Tað merkir eis­ini at seta karmar og skriv­ligar leið­reglur fyri arbeiðið hjá stjórn­ini. Samstundis hevur nevndin skyldu til leypandi at meta, um samlaða nevndin hevur neyðuga vitan og royndir til at tryggja ábyrgd­ar­fullan rakstur og hand­ far­ing av váða í fyritøkuni. Tann vitan og tær royndir, nevndin sum minsta krav skal hava, skulu tryggja at hon er før fyri at bjóða leiðsl­uni í fyritøkuni av, eitt nú við at seta neyðugar og týðandi spurn­ ing­ar og at verða vandin um tey svar, hon fær. Endamálið er at tryggja, at tað altíð er nevndin, ið hevur vald­ið í fyritøkuni, og at leiðslan ar­beiðir fyri nevndina. Gamli og koll­sigldi Eik Banki er eitt ræð­andi dømi um, hvussu illa tað kann ganga. Royndirnar úr Eik Banka, sum eisini eru væl lýstar í doku­mentar­ sendingini hjá Kring­varp Føroya bankan, vístu týðiliga at nevndin var alt ov veik og hevði ikki neyð­ ugu førleikarnar, dirvi og roynd­ ir­nar til at siga stjórnini í banka­ num móti. Við tí úrsliti, at tað var nevndin, ið arbeiddi fyri stjóran, og ikki umvent. Í dag er forstjórin í Eik Banka, Súni Schwartz Jacobsen, eisini forstjóri í TF Holding, stjóri í TF Íløgur og stjóri í TF Ognir. Tískil er neyð­ugt við sera sterkum nevnd­ um at standa ímóti einum stjóra við somikið stórari ábyrgd. Milliardir upp til lutakast Nýliga fráfarni formaðurin í Um­ boðs­ráðnum hjá Tryggingar­tak­ arunum, Andrias Ziska, er ein av teim­um, ið hava verið kritisk um bygn­aðin í øllum TF samtakinum. Serliga atfinningarsamur er hann móti at tað er samanfall millum nevnd­ar­limir í ymsu eindunum í sam­tak­inum, millum annað at somu persónar sita í nevndini í TF Holding og Eik Banka, sum TF Holding eigur. Í útvarpssendingini Radarin hjá Kringvarp Føroya í farnu viku vísti Andrias Ziska eis­ ini á tað óhepna við, at evsti for­ mað­urin í øllum samtakinum kann enda við verða valdur við lutakasti. Um góðar fimm vikur verður aftur aðalfundur í TF Samtakinum. Tá skal Umboðsráðið, ið telur 35 limir, velja nýggja nevnd í Ognar­ felag Tryggingartakaranna, sum eis­ini er nevndin í TF Holding. Tá nýggj nevnd er vald í TF Holding, skal hon av nýggjum skipa seg. Enda vit í somu støðu, at tað aftur stendur á jøvnum millum partar av teimum seks nevndarlimunum í TF Holding, so verður nýggjur for­maður fyri Føroya størsta penga­kassa, við ábyrgd fyri fleiri milliard­um, aftur valdur við luta­ kasti. Tí mugu vit bara vóna, at óan­ sæð á hvønn valið ella hvønn veg lutakastið fellur, verða tað skikk­aði og dugnalig fólk. Til tað er ábyrgd­ in ov stór at lata upp til tilvild. ROGVI@SOSIALURIN.FO SAMFELAG Krøv frá Fíggjareftirlitinum Fyri at verða mettur sum egnaður og heiðurligur (Fit&Proper), krevur Fíggjareftirlitið at allir nevndar­ limir í fíggjarstovni til eina og hvørja tíð skal: ■ Hava nóg stóra vitan, fakligar førleikar og royndir ■ Ikki verða revsaður, undir viðgerð av húsagangi e.l. ■ Ikki hava valdað fyritøkuni tap ■ Hava gott orð á sær ■ Vera heiðurligur og rættvísur Nevndin í Eik Banka P/F ■ Nevndarformaður, Torben Henning Nielsen ■ Næstformaður, Jákup Egholm Hansen ■ Nevndarlimur, Gunnar í Liða ■ Nevndarlimur, Marion Sofie á Lakjuni ■ Starvsfólkavalt umboð, Kristian Østergaard ■ Starvsfólkavalt umboð, Magnus Emil Poulsen ■ Starvsfólkavalt umboð, Margareth Hermansdóttir Dalheim Djurhuus Nevndin í TF Holding P/F ■ Nevndarformaður, Arni Djurhuus Brattaberg ■ Næstformaður, Ingeborg Andrea Godtfred ■ Nevndarlimur, Annika Waag ■ Nevndarlimur, Gunnar í Liða (fyrr nevndarform.) ■ Nevndarlimur, Jákup Egholm Hansen (fyrr næstformaður) ■ Nevndarlimur, Jan Eiden Müller ■ Starvsfólkavalt umboð, Anna Larsen ■ Starvsfólkavalt umboð, Elin Heðinsdóttir Joensen ■ Starvsfólkavalt umboð, Sonne Mikkelsen Krakka- veldi »Eitt kent fyribrigdi innan nevndararbeiði í týðandi fyritøkum er, at somu nøvnini ofta ganga aftur. Føroyar eru einki serdømi ella undantak í somáta« SAVNSMYND