Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 21 Í nýggju útgávuni hjá Lenu Anderssen verður leitað aftur til fløkjasligu barnaárini og skirvisliga uppvøkstin í Kanada. Sangirnir eru sum eitt ljós í myrkrinum, har tað er vónin, ið drívur verkið SIGURJÓN EINARSON L ena Anderssen hevur ongan­tíð verið bangin fyri at syngja um trupul evn­ ir. Hon er ein reiðilig song­ kvinna, ið vekir okkara hugflog og kenslur, tá hon skrivar sangir. Lena letur innara hurðina upp og vísir okkum á sínar innastu kenslur. Hon er ein søgusigari, har lívstreytir og tyngd ganga aftur í songum henn­ ara, ið verða væl virdir av góðum og løttum tónaløgum sum hon og Niclas Johannesen í tøttum sam­ starvi gera í felag. »Eagle in the Sky« er heitið á nýggju útgávuni, ið er mest per­són­ liga útgávan hjá Lenu Anderssen til dags dato. Leitað verður aftur til barnaárini í Kanada, sum vóru merkt av einum pápa, ið var bundin av rúsdrekka, og har mamman ar­ beiddi náttarvaktir, soleiðis at ger­ andis­dagurin so nøkulunda kundi hanga saman. Menniskjan tørvar vón Hóast døkku fortíðina, er tað vónin, ið spælir umráðandi leiklutin á nýggju útgávuni. Øll løgini hava eitt ávíst sorgblídni yvir sær, men sam­stundis eru tey eisini merkt av bjartskygni. Ofta verður vónin romantiserað. Ofta er tað ein kensla, vit fáa, tá vit vilja hava okkurt at henda. Hetta skal helst henda so ómakaleyst og ófløkt sum yvirhøvur gjørligt. Tí er tað viðhvørt, at vit royna at sleppa undan at vóna. Hetta, tí vit eru bangin. Bangin fyri, hvat vit kunnu missa, tá vit fáa vónina, ella at tingini ikki júst falla í okkara lut. Bangin fyri ókendar gøtur ella úrs­ lit, okkum ikki hóvar. Bangin fyri, hvat onnur halda um okkum, um vit gera mistøk osfr. Til tíðir verður ikki gjørdur munur á vón og ynskjum – og tá tað nú ikki gongur okkum heilt eftir vild, hava vit lyndi til at geva upp. Um tað er ein møguleiki fyri, at tað, vit vóna, ikki verður veru­ leiki, so lata nøkur av okkum vera at gera nakað sum helst. Og tess vegna kann vónin gerast verri enn líka­sæla. Kanska er vónin ikki trupul­ leikin. Trupulleikin er kanska, hvussu vit skilja vónina. Her ber væl til at siga, at við »Eagle in the Sky«, vísir Lena okkum á, at hon, í hennara føri, hevur lært tað uppá tann harða mátan. Ein fær kensluna av, hvussu hon til fá­nýtis hevur roynt at ávirka lívs­treyt­irnar í barndóminum, ella tær avleiðingar, barndómurin hev­ur havt, við einum ávísum bjart­skygni. Og her koma vit aftur til kjarn­una; hvussu ber tað til at hjálpa øðrum, um ein ikki hevur nakra vón at byrja við. Tá er tað vón­in, ið ber á mál ella hjálpir tær ávegis við at røkka málinum. Ljóðmyndin hevur altjóða dám Tilgongdin til hesa útgávu hevur verið long. Lena og Niclas byrjaðu uppá fløguna í 2013, tá tey ferðaðust til Vancouver, har seinastu løgini vórðu gjørd og byrjað varð at taka upp. Restina av fløguni er tikið upp í Føroyum í fleiri førum. Til hesa útgávuna vildi Lena hava eitt meira norðuramerikanskt ljóð, enn vit hava hoyrt á fyrr­ver­ andi útgávum, og tað bæði hoyr­ ist og eydnast heilt væl. Til tíðir kennist tað eins og eru vit í einum country-filmi, tá horn yvir­taka ljóðmyndina, ið júst eru við til at geva útgávuni altjóða dám. Eisini fær útgávan vitjan av ein­um sym­ foni­orkestri og einum barna­kóri. Áður hevur Lena verðin saman­ borin við kendar songkvinnur runt umkring, men nú er tað eis­ini stjørnur, ið kunnu verða saman­ borin við hana. Lena Anderssen er ein av teimum listafólkunum, ið sakt­ans kundi blivið ein heims­ stjørna, um eitt sindur av hepni smílt­ist hennara veg, men ein kann altíð vóna. Hetta er ein framúrskarandi Singer-Songwriter útgáva við íblástri frá Folk-, Popp- og Country- tónleiki. »Eagle in the Sky« er ein sera gjøgnumførd og tíðar­leys út­ gáva, ið hevur eina søgu, sum heilt víst er verd at lurta eftir. Út­gávan er eisini sera væl fram­leidd, har tað veru­liga hoyrist, at tað eru livandi menn­iskju aftanfyri hvønn tóna á nýggju útgávuni, ið er tann besta hjá Lenu Anderssen til dags dato. LENA VEITIR OKKUM VÓN ★★★★★Ummæli TÓNLEIKUR