hósdagur 10. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
22
Matgerð
Eg minnist fyrstu ferð, eg royndi at gera sjokolátu. Tá skilti
eg fyri fyrstu ferð, hví summi siga at sjokoláta er kærleiki
TJÓÐHILD PATURSSON
E
g var forelskað. Meira
enn eg nakrantíð havi
verið í nøkrum øðrum
mati. Næstan uppá ein
ørandi máta. Hvørt kvøld gjørdi
eg sjokolátu, og át ALLA. Men
sum við flestu (ella kanska øllum?)
forelskilsum, so ganga tey yvir eftir
eina tíð. Tú byrjar at síggja feilir í
tíni sjokolátu, tú byrjar at minnast
aftur á sumt av tí góða, sum var við
teirri sjokolátuni tú átst fyrr; og tað
er tá, at hetta forelskilsið kann fara
ein av tveimum vegum: at tú vendir
tær burtur frá sjokolátaskálini og
gongur avstað, ella at tú slært teg
til táls við veikleikunum, og heldur
fram við at njóta alt tað sum er
gott.
Eftir eina tíð sum nýforelskað,
sá eg at mín sjokoláta ikki var
heilt so vøkur sum summar av fínt
innpakkaðu sjokolátamodellunum
í bommhandlunum; og at mín
hevði trupuleika við at blanda
tað søta við tí beiska, men heldur
skifti ímillum at vera kleprandi
sukursøt og snerkjandi beisk. At
tey rundan um meg ikki skiltu
mína fasinatión, átti eisini at hava
verið eitt ávarandi tekin. Men tað
sært tú sjáldan, tá ið tú stendur í
tí, ha?
Tá var tað, at eg stakk høvdið
niður í bøkurnar og fór at lesa
uppá. Tí at gera perfekta sjokolátu,
hvussu ringt kann tað vera…?
Verri enn eg trúði, og verri enn
nógvar vegleiðingar løgdu upp
til. Lesihestur sum eg eri, havi eg
sjálvandi lisið eina rúgvu uppá, um
hvussu man ger sjokolátu, og um
hvat kann misseydnast ávegis. Og
sum so ofta við matgerð, so ber tað
til at gera tað til eina heila vísund.
Stutt kann sigast, at kakaosmør-
partiklarnir kunnu liggja á
ymiskar mátar inni í sjokolátuni,
og at tað er ein ávísur máti, ið
vit eiga at royna at fanga. Tá ið
kakaosmør-partiklarnir liggja á
júst rætta mátan, eftir rekkju, so
verður sjokolátan blonk og mjúk.
Broyskin at bíta í og smeltandi í
munninum. Uttan holla vitan og
røttu amboðini, er tað ógvuliga
trupult at gera sjokolátu við teirru
lekkru mjúku munnkensluni, sum
vit eru von við. MEN, og tað er eitt
stórt MEN, tað er ógvuliga lætt
at gera sjokolátu, sum smakkar
nógvar ferðir betur enn sjokolátan,
vit eru von við.
Eg siti beint nú og tyggi uppá
eitt petti av sitrón-sjokolátuni frá
myndatøkuni í gjár - Ja, áðrenn
morgunmatin! Hesin dagurin
kann bara blíva góður (hetta men
vera eitt tekin uppá at eg havi
endurfunnið forelskilsið, ha?).
Hon smakkar enn fantastiskt, men
tann lekkra munnkenslan sum var
í gjár, er longu horvin. Heldur enn
at vera broyskin at bíta í, og at
smelta bleytt í munninum, so er
hon eittsindur bleyt at nema við, og
kornutt í munninum. Men fyri meg
er hetta í lagi. Eg velji, í øllum førum
enn, at góðtaka teir veikleikar, mín
sjokoláta hevur, og ístaðin njóta
tann fantastiska smakkin, sum
eg einaferð bleiv so forelskað í.
Einaferð fari eg møguliga at læra
meg øll hasi eyka stigini, ávegis
móti perfektari sjokolátu, og tá
skal eg taka tykkum við á ferðina.
Men til tá velji eg at hugsa um
mína sjokolátu sum feskvøru. Gera
sjokolátu, og so eta hana alla sum
hon er. So er eingin trupuleiki við
temporering, við at hita og køla
sjokolátuna, við at røra handan
vegin og hinvegin, og við at goyma
hana rætt. Eti eg hana beinanvegin,
so slepst undan bæði eyka arbeiðs-
stríðnum og undan stríðnum við at
standa ímóti at eta alla sjokolátuna
beinanvegin.
Eg havi gjørt sjokolátu, skulu vit
fara at eta ALLA?
— EIN KÆRLEIKSSØGA
Sjokoláta við salti. Tú kanst koyra alt møguligt útyvir ella í tína sjokolátu.
Mær dámar best salt og/ella sitrónskal. Royn teg fram
Kakaosmør. Tað líkist nógv
vanligum smøri, ha? Eg havi roynt
at steikja pannukøkur í kakaosmøri,
og tað gevur ein lekkran mildan
kakaosmakk. Mmmhh! Eg eri enn
ikki komin fram á kakaosmør í
Føroyum, men kanska eg ikki havi
leitað nógv væl. Í øllum førum ber
til at bíleggja tað á internetinum