Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 23 Sjokoláta 100 gram av kakaosmøri 30 gram av siroppi 30 gram av kakopulvuri Hakka kakaosmørið groft, ella fínt - so smeltar tað skjótari. Koyr vatn í eina grýtu, og fá hana upp á kók. Lat smábløðra. Koyr kakaosmørið í eina skál av glasi ella av stáli. Eina sum passar útyvir grýtuna. Lat nú kakaosmørið smelta í vatnbaðið. Tá ið næstan alt kakaosmørið er smeltað, tekur tú skálina úr vatnbaðnum og rørir runt. Koyr nú siropp og kakaopulvur útí eisini. Rør, rør, rør, til alt er blandað væl saman. Tað ber nú til at stoyta sjokolátuna í ein mortara, og røra og røra og røra. Ella í ein blendara og blenda sjokolátuna eina løtu, soleiðis at siroppurin ikki skilur seg so illa frá restini. Hetta plagi eg ofta at gera, tí tað er rímuliga lætt, og ger stóran mun fyri endaliga úrslitið. Men tað ber saktans til at leypa hetta stigið um. At enda stoytir tú sjokolátuna út á eitt bakipappír, og letir hana kólna. Et hana áðrenn eitt døgn er farið framvið - tá hevur hon lekkrast munnkenslu. Preið Við at temperera sjokolátuna, fært tú eina lekkra útgávu, sum heldur sær lonri, og í langa tíð gevur júst røttu munnkensluna. Tað finnast nógvar greinar á netinum um temperering MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON Myndin er tikin áðrenn eg góðtók at bara eta alla sjokolátuna beinanvegin, og fyribils at geva upp at gera sjokolátu sum kann goymast í fleiri mánaðar – og enn smakkar sum fyrsta dagin. Á hesi myndini royndi eg at sita uttanfyri í heystarkuldanum og røra og røra og røra íðeman sjokolátan kólnaði. Tað var ikki stríðið vert, annað enn fyri góða heystarveðrið Mær dámar allar best sjokolátu við sitrónskali. Hini í familjuni dáma tað ikki so væl sum eg. sSo hesa sleppi eg at eiga (næstan) sjálv