Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 26 – Fólk fara altíð at blíva forelskað og ynskja og lova hvørjum øðrum alt tað besta. Tað er einki galið við tí, sigur Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba Prestur í Hvalba BARBARA HOLM T að kann vera hetta er kontroversielt, men hetta er tað eg meini. Tað sigur sóknarpresturin búsit­andi í Hvalba, Jens Mortan Mortensen, tá ið hann skal greiða frá sínari hugsan um tey sam­ kyndu og tað uppskotið um borgar­ ligt hjúnaband, sum kemur fyri í Løgtinginum fyrsta dagin. – Eg vóni innarliga tað verður samtykt, sigur presturin. Orsøkin er, at hann heldur tað hava týdning, at tey ungu og yvir­ høvur tey, sum búleikast í sam­ fel­ag­num, eru við til at mynda veru­leikan. Prestarnir, ið eru endur­givnir í Vikuskiftis Sosial­ inum hesaferð, hava sagt sína hugsan um, hvørt hetta lógar­ upp­skotið til frama fyri tey sam­ kyndu, er ein hóttan móti hjúnar­ band­inum, sum vit kenna tað í dag. Bland­aðar hugsanir eru um málið, men Jens Mortan Mortensen er ikki í iva. – Fólk, sum vilja ganga saman í hjúnalag, fara í allar tíðir at vilja tað, tí tey elska og æra hvønn annan, og vilja geva seg til hvønn ann­an. Tað broytist ikki, um tey sam­kyndu í okkara landi eisini fáa tann møgu­leikan, heldur presturin. Signað eins og øll onnur Tá presturin í Hvalba tosar um at signa tey samkyndu, so meinar hann eins og øll onnur verða sign­að. – Nú hava vit ikki kjakast um júst hvussu farast skal fram, tá ið hetta verður samtykt, men eg hugsi vit signa tey í kirkjuni eins og øll onnur, sigur Jens Mortan Mortensen. Í kjakinum um tey samkyndu hava mong ført fram, at skulu tvey av sama kyni signast í kirkjuni, so er tað at gera seg inn á kirkjuna og harvið kristnu trúnna. – Tað haldi eg ikki nakar kann siga. Also tá tú fert í kirkju er hugs­ anin, at tú ert har sum tú ert. Um tú situr í kirkjuni og hugsar um, hvussu síðumaðurin er ella livur, so hevur tú kanska skeiva hugs­ unar­hátt at byrja við, sigur Jens Mortan Mortensen. Sambært prestinum í Hvalba hevur fólkakirkjan ikki kjakast um hetta evnið, og hevur tí ikki eina gjøgnumgangandi hugsan. Einki uppskot er komið frá bispi ella øðrum í kirkjuleiðsluni, og tí ber illa til at siga júst, hvussu kirkjan skal fyrihalda seg til hetta málið, um tað verður samtykt. – Eg havi mangan hugsað um, at vit áttu at sagt meira um hetta málið. Kirkjan avspeglar sam­felag­ Um tú situr í kirkjuni og hugsar um, hvussu síðu­ maðurin er ella livur, so hevur tú kanska skeiva hugsunar­hátt at byrja við« Jens Mortan Mortensen EG FARI AT SIGNA TEY SAMKYNDU Í KIRKJUNI Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba