Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 27 ið, og tí haldi eg kirkjan eigur at lut­ taka í kjakinum, sigur Jens Mortan Mortensen. Hann hevur eisini áður sagt sína hugsan um hetta málið, um enn hann hevur verið heldur rundari í orð­unum tá. Í prædiku í útvarpinum hjá Kring­varpinum á Jóansøku í fjør, helt sóknarpesturin eina prædiku, har hann hevði tey samkyndu í huganum. Har segði hann millum annað: »Á økinum har vit kenna felags­ skap og kærleika og virðing og um­ sorgan í lívinum – har er tað sera týdningarmikið fyri okkum, at vit kenna okkum sonn og ikki følsk – har er tað sera týdningarmikið, at vit kunnu vera sonn og ikki noyðast at vera følsk. Vit eru ein lítil ljóð – vit liva í ein­um føgrum landi – vit eiga ein fagran ungdóm – og vit siga við hvør annan: 'lat okkum vera sonn' – vit siga við tey ungu - 'haldi tykk­ um til sann­leikan' - sig okkum frá hvørji tit eru – sigi frá hvussu tit hava tað í lívinum.« – Hatta er júst tað eg meini. At vit mugu lata ungdómin siga okkum frá, hvussu tey liva og hvussu tey veruliga kenna seg. Vit mugu lata tey vera sonn ímóti sær sjálv­um, og ikki noyða tey at vera følsk ímóti sær sjálvum og um­heim­inum, sigur Jens Mortan Mortensen. Tey samkyndu eru eins og vit Fyri prestin í Hvalba hevur tað týdning at staðfesta, at tey sam­ kyndu eru ikki petti øðrvísi enn onnur. – Tað botnar í, at hesi menn­ iskj­uni eru eins og vit onnur. Tað er sjáldan, at vit menniskju eru heilt sonn í okkara tilveru. Men tá vit hava fólk í okkara landi, sum kenna seg sonn sum samkynd, so mugu vit loyva teimum tað, sigur Jens Mortan Mortensen. Hann heldur tað hava týdning, at fólkakirkjan og samfelagið ann­ars viðurkennir og kjakast um hetta mál, sum hevur stóran týdn­ ing fyri so mong. – Tú skalt minnast til, at tað er ikki bara tey samkyndu, sum vera merkt av hesum. Tað er eisini fam­ ilja teirra, vinir og kenning og onn­ ur, sum standa teimum nær, sigur Jens Mortan Mortensen. Mangan verður ført fram, at hesin lívsstílur, sum tey samkyndu føra, er synd í Guds eygum. At tað er ímóti Bíbliuni at liva sum sam­ kyndur, og tí kann fólkakirkjan ikki víga tvey av sama kyni. – Í bíbliskum høpi eru vit øll synd­arar. Vit hava tað við at hyggja at øðrum og døma onnur, tá ið vit tosa um synd. Men tá tú hugs­ ar um synd, so er umráðandi, at venda pílinum inneftir. At síggja sín­ar egnu syndir og royna at gera nakað við tær. Vit eru øll syndarar, og hava nóg mikið við at hugsa um okk­ara egnu syndir, heldur Jens Mortan Mortensen. Orðið synd verður mangan mis­nýtt, heldur presturin. Og tað er júst av hesi orsøk, at hann ikki heldur, at argumentið um synd­ina í tí sam­kynda lívinum er sann­før­ andi. – Vit menniskju eru øll í sama báti, tá ið umræður tað andaliga. Vit sita í kirkju og í lívinum ann­ars yvirfyri Orðinum, yvirfyri Harr­ anum. Tað ber ikki til at siga, at summir syndarar eru vælkomnir í kirkj­uni, meðan aðrir ikki eru, sigur Jens Mortan Mortensen. Hann vónar inniliga, at broyt­ ingin í hjúnabandslógini verður sam­tykt, so tey samkyndu eisini fáa rættindi at ganga saman í borg­ ar­ligt hjúnaband. – Eg vænti vit øll høvdu havt tað betur, um hetta málið varð av­ greitt. Hetta er ikki eitt stórt mál. Vit skulu bara fáa tað frá hondini, so vit øll kunnu hyggja í eyguni á hvørj­um øðrum og síggja hvønn ann­an fyri tey vit eru, sigur Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba. Vikuskiftis Sosialurin hevur verið í samband við 17 prestar Tveir prestar siga seg ikki hava tikið støðu til, um tey fara at signa samkynd, sum eru borgarliga gift. Tveir prestar vilja ikki svara spurninginum, meðan uppskotið er til viðgerðar í Løgtinginum. Bert ein prestur hevur greiða fatan um, at hann ætlar sær at signa samkynd, og tað er sóknarpresturin í Hvalba, Jens Mortan Mortensen. Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni eru 25 prestar í Føroyum. Tað eydnaðist ikki Vikuskiftis Sosialinum, at fáa fatur á hinum 8 prestunum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Jógvan Fríðriksson, bips, til hetta blaðið. Bispur er burturstaddur, verður upplýst. MODELLMYND