Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 28 Vit spyrja prestarnar Fólkakirkjan FLESTU PRESTAR ÍMÓTI AT SAMKYND GIFTAST Sjálvt um lógin fer at loyva samkyndum at giftast borgarliga, so fara flestu prestarnir ikki at vælsigna tey samkyndu ÁRNI GREGERSEN B æði rættarnevndin og trivn­aðarnevndin hjá Løg­tinginum, hava nú leingi havt málið um at loyva samkyndum at giftast borg­ ar­liga, til viðgerðar. Trivnaðarnevndin er liðugt við sítt álit, men fær ikki latið ting­ inum tað, fyrr enn hon hevur sæð álitið hjá rættarnevndini. Tað álitið er ikki liðugt enn. Kristin Michelsen, formaður sigur, at tað helst ikki fara at ganga nógvir dagar av næstu viku, fyrr enn álitið er klárt, men júst nú eru framvegis løg­frøðisligir ivaspurningar, sum ikki eru endaliga viðgjørdir enn. Meðan málið hevur verið til við­gerðar eru broytingar hendar. Í upp­runaliga uppskotinum stóð, at sam­kynd ikki kundu giftast í kirkj­ uni, men hetta er seinni broytt, so tað er upp til kirkjurnar sjálvar at av­gera um tær vilja vælsigna ella gifta samkynd. Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við nógvar av prestunum um teirra støðu til málið. Svarini kunnu lesast her á síðunum, men flestu prestarnir halda, at verður sam­kynd­um loyvd at giftast borgarliga, so fer hetta at hótta hjúnar­bandið, sum institutión í sam­felagnum. Flestu prestarnir definera hjún­ ar­bandið sum parlag millum mann og kvinnu. Prestarnir eru enn meira samd­ ir um, at tey helst ikki fara at væl­ signa tvey av sama kyni, eftir at tey eru gift borgarliga. Tey leggja tó øll stóran dent á, at hetta er so, tá ið talan er um um ser­ liga signing. Samkynd verða signað saman við øllum hinum í kirkjuni annars. 1 Stendur hjúnabandið fyri hóttafalli, um so er, at samkynd fáa borgarlig rættindi? 2 Fert tú at vælsigna tvey av sama kyni, um tey eru borgarliga gift? Emil Olsen sóknarprestur, Eiði 1: Ja, tað haldi eg avgjørt. 2: Nei tað fari eg ikki at gera. Jónsvein Bech sóknarprestur, Tvøroyri 1: Nei tað haldi eg ikki, at sjálvt hjúnarbandið er hótt. 2: Nei tað fari eg ikki at gera. Hjúnar­ band er eftir mínari fatan millum mann og kvinnu. Sverri Steinhólm sjúkrahús/sóknarpr., Tórshavn 1: Hjunarband er millum kvinnu og mann, so eg haldi ikki at broytir nakað. Hjúnarbandið er elligamalt og verður ikki broytt av slíkum. 2: Eg eri Guds tænari, so tað fari eg sjálvandi ikki at gera. Sonja Klein sóknarprestur, Tórshavn 1: Nei tað fer ikki at hótta hjúnar­ bandið um samkynd fáa borgarlig rættindir. 2: Hesum eri eg ikki heilt avklárað um enn. Eg ivist enn í, hvat eg fari at gera. Inga Poulsen Dam sóknarprestur, Miðvágur 1: Nei, tað haldi eg ikki. Tí haldi eg eisini, at tey samkyndu skulu fáa teirra borgarligu rættindi. 2: Nei, eg fari ikki at vælsigna eitt par av sama kyni, sjálvt um tey eru borgar­liga gift. Hanus á Gørðum sóknarprestur, Klaksvík 1: Ja, tað haldi eg fer at hótta hjúnar­ bandið. 2: Nei, eg fari ikki at vælsigna tvey av sama kyni, sjálvt um tey eru borgar­ liga gift. Ann Dahl Hansen sóknarprestur, Tórshavn 1: Ja, tað haldi eg avgjørt. 2: Nei, eg fari ikki at vælsigna tvey av sama kyni. Marjun í Kálvalíð sóknarprestur, Miðvágur 1: Nei, tað dugi eg ikki at síggja. 2: Eg dugi ikki nú at svara ja ella nei. Hatta er ein spurningur eg hugsi nógv um, men havi ikki tikið endaliga støðu. Anne Mette Greve Klemensen sóknarprestur, Fuglafjørður 1: Eg velji ikki at siga nakað, soleingi, sum álitið er til viðgerðar í Løgtinginum. 2: Her havi eg sama svar. Onga viðmerking nú. Ovi Brim sóknarprestur, Nes 1: Ja, eg haldi at hesar broytingar fara at hótta hjúnarbandið. 2: Nei, eg fari ikki at vælsigna tvey av sama kyni. Havstein Klein sóknarprestur, Sandur 1: Ja, eg vænti, at kemur hetta ígjøgnum, so fer tað at hótta hjúnarbandið. 2: Nei, eg meti ikki, at eg kann vælsigna tvey av sama kyni. Theodor E. D. Olsen sóknar- og orlogsprestur 1: Eg havi ongar viðmerkingar til málið meðan tað er til viðgerðar. 2: Heldur ikki til hendan spurningin havi eg nakra viðmerking júst nú. Símun Persson Jacobsen sóknarprestur, Strendur 1: Ja, tað haldi eg, tí hetta er í veru­ leikanum at umdefinera, hvat eitt hjúnar­band er. Tað er millum kvinnu og mann. 2: Nei, eg fari ikki at vælsigna tvey, sum eru borgarliga gift. Heri Joensen sóknarprestur, Tórshavn 1: Nei, eg haldi ikki tað hóttir hjúnar­ bandið, tí tað er millum mann og kvinnu. 2: Til hendan spurningin er mítt svar greitt nei. Tað fari eg ikki at gera. Patrick Munir de Neergaard Vágur 1: Eg vil helst ikki svara uppá hendan spurningin. 2: Hesum spurningi vil eg heldur ikki svara. Derhard Jogvansson sóknarprestur, Tórshavn 1: Hetta hóttir ikki hjúnarbandið, sæð í einum kristiligum samanhangi, men kanska í einum samfelagsligum saman­hangi. 2: Nei, tað fari eg ikki, tá ið tað snýr seg um at signa tvey borgarliga gift. Hin­vegin fari eg sjálvandi at vælsigna tey saman við øllum hinum í kirkjuni. ARNIG@SOSIALURIN.FO MODELLMYND