Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 30 POLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN E in nevnd við umboðum úr øllum politiskum flokkum eigur at fara undir at endurskoða lógina um Kringvarp Føroya. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, sum fyrr hevur varðað av Kringvarpinum, sum landsstýrismaður við mentamálum. Í einum uppskoti til samtykar mælir hann til, at ein slík nevnd skal: – at endurskoða allan bygnaðin í kringvarpinum, m.a. skipanina við stýri millum stovnin og landsstýrismannin – at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir, ein fyri útvarp og ein fyri sjónvarp, og – at stramma upp í sambandi við krøvini í § 10 í lógini um “sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga” – og í sambandi við ásetingina í § 11 um public-service sáttmála. Tvær redaktiónir Í uppskotinum til samtyktar hevur Jógvan á Lakjuni nógvar viðmerkingar til, at KvF hevur valt at hava eina tíðindaredaktión, heldur enn minst tvær. Hann vísir til, tá ið hann sjálvur stóð fyri at leggja útvarp og sjón­ varp saman, at tá stóð greitt, at talan skuldi vera um tvær óhfetar tíðindaredaktiónir. Júst hetta er broytt gjøgnum árini og gjørdist í veruleikanum ein redaktión, tá ið ein tíðindaleiðari var settur fyri bæði útvarp og sjónvarp. – Hetta varð tó ongantíð ført út í lívið, men í staðin varð farið hinvegin. Longu tann 1. oktober 2008 varð nýggjur leiðslubygnaður settur í verk og ein tíðindaleiðari sett­ur bæði fyri útvarp og sjón­ varp, og í 2010 varð lógin broytt so­leiðis, at »tvær sjálvstøðugar tíðinda­eindir« varð broytt til "tvær tíðinda­redaktiónir, sigur Jógvan á Lakj­uni. Í public-service sáttmálnum stóð kortini: »Tað skal vera tryggjað í leiðslu­bygnaðinum hjá Kring­ varpi Føroya, at í minsta lagi tvær tíðindaredaktiónir (ein fyri út­varps­ miðilin og ein fyri sjón­varps­miðilin) virka óheftar av hvørji aðrari hvønn dag, og at redaktørarnir á tíðindaredaktiónunum hava ábyrgd av tíðindadegnum og leiða redak­tiónsfundirnar«. Stýrið Jógvan á Lakjuni ivast eisini í um tað er rætt, at stýrið fyri Kringvarpið hevur fingið so stórt vald, sum tað hevur. – Tann stóri spurningurin er, um hesin bygnaðurin við einum stýri millum landsstýrismannin og Kringvarp Føroya er tað rætta, og um stýrið yvirhøvur livir upp til ta álvarsomu ábyrgd, sum tað sambært lógini hevur. Í øllum førum hoyrist lítið og einki til stýrið, sum hevur public-service eftirlit, sigur Jógvan á Lakjuni. Í viðmerkingunum til uppskotið finst Jógvan á Lakjuni at, at í sein­ astuni hevur ongin public-sevice sáttmáli verði millum menta­ málaráðið og Kringvarp Føroya. – Nú eru fleiri ár farin við ongum slíkum sáttmála, og spurningurin er, hví tað er so. Er hetta ein rættur máti at gera slíkar avtalur uppá? Og er nakar, sum hevur eyga við, at avtalurnar verða hildnar, spyr Jógvan á Lakjuni. Miðlarnir til viðgerðar í Løgtinginum Fyrrverandi landsstýrismaðurin við mentamálum vil hava, at Kringvarpslógin verður endurskoðað KRINGVARPSLÓGIN EIGUR AT VERÐA BROYTT EFTIR 10 ÁRUM Tvey uppskot vóru fyri í tinginum, sum veruliga kunnu broyta miðlalandslagið í Føroyum ÁRNI GREGERSEN T ingfólk sluppu av álv­ ara at siga sína mein­ing um føroyska miðla_ landslagið, tá ið tingið í gjár hevði 1. viðgerð av tveimum miðlauppskotum. Annað uppskotið snúði seg um at veita stuðul til privatu miðlarnar. Tað er eitt uppskot, sum Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, Javnðarflokkurin, hevur lagt fram. Hitt uppskotið átti Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin. Tað mælir til, at Kringvarpslógin verður end_ ur­skoðað. Landsstýriskvinnan hevur lagt eitt uppskot fram, sum hevur til endamáls at styrkja føroysku miðlarnar. Í fyrstu atløgu, sum ein út­ ber­ingarstuðul til tíðindabløð, sum koma út minst einaferð um vikuna og í øðrum lagi ein stuðul til førleikamenning av jour­ nalistiskum og málsligum før_ leikunum hjá miðlafólki. Ein miðlastuðul hevur verið á veg í mong ár, men higartil er ongan­tíð eydnast at finna eina semju um, hvussu lesin miðlastuðul skal latast. Í stóru myndini er vert at leggja til merkis, at viðurskiftini hjá almennu fjølmiðlunum eru munandi broytt. Kringvarp Føroya skal ikki MIÐLARNIR VIЭGJØRDIR Í TINGINUM Jógvan á Lakjuni