hósdagur 10. mars 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
31
TÓNLEIKUR
M
iðlarnir hava verið til politiska viðgerð í Løgting
inum.
Uppskotið frá landsstýriskvinnuni við
mentamálum um miðlastuðul var viðgjørt, men
tað vísti seg skjótt, at tann spurningurin er politiskur.
Andstøðan gjørdi nokk so skjótt greitt, at hetta vilja tey
ikki ganga við til. Ja, jògvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, helt,
at tað var líka skilagott, at politisku flokkarnir heldur fingu
pengarnar og sjálvir góvu politisk bløð út.
Fleiri tingfólk víst seg serliga klók um framtíðina hjá
prentaðu bløðujnum og onkur segði, at tey helst eru burtur í
Bretlandi longu í 2019
Eitt annað sum funnist var at frá tinginum var manningin
í miðlastuðulsnevndini. Har eru ov nógv fólk, sum hava skil
fyri miðlum, hildu tey.
Millum annað segði Bárður kass Nielsen, sum verður
løntur av portal.fo, at eftir hansara meting, so verða tað bert
talgildir miðlar í framtíðini.
So hóast góðar intentiónir frá landsstýriskvinnuni, so er
Løgtingið als ikki sinnað at lata privatu fjølmiðlunum stuðul.
Stuðul, sum grundleggjandi stuuðlar undir fólkaræði.
Nei, ahr er ongin áhugi frá okkara høga tingið.
Hitt miðlamálið er ein endurskoðan av kringvarpslógini.
Útvarp og Sjónvarp vóru løgd saman í 2004 av táverandi
landsstýrismanni við mentamálum, Jógvani á Lakjuni.
Tað er hann, sum nú lógin er 10 ára gamal, heldur at hon
skal endurskoðast.
Jú, gamaní – nú merkja tey avleiðignarnar av samanlegg-
ingini og einari tíðindaredaksjón.
Stóru sjónvarpssendignarnar um tollmálið og fiski
vinnuna, vístu greitt, hvussu dominerandi kringvarp Føroya
kann vera, tá ið útvarp og sjónvarp verða stýrar av einari
redaksjón og einum tíðindaleiðara.
Kringvarpið er so sterkt í føroyska miðlalandslagnum, at
tá ið útvarp og sónvarp velja at koyra ein vinkul uppá eitt mál,
so er torført at vinna ljóð fyri øðrum sjónarmiðjum.
Tí má tað vera eitt krav, at tvær tíðindaredaktiónir við
hvør sínum eliðar aftur fara at verka. Og tað eigur at vera
so, at summi av fólkunum arbeiða við sjónvarpi – onnur við
útvarpi.
Tað eru tvey ymisk handverk.
Men størsti trupuleikin er kvalandi styrkin hjá Kring
varpinum, tá ið ein tíðindaredaktión velir ein vinkul og ikki
letur onnur sjónarmið sleppa framat.
Tað skerjir fjølbroytnið her í landinum og í veruleikanum
er tað í tráð við mátan, Putin fegin vil skipa pressuna í
Russlandi.
Undirtónin hjá politisku skipanini, tá ið málini vóru til
viðgerðar í gjár, bóru ikki sørt á sama borðið hjá fleiri.
Miðlarnir
ein hóttan
móti okkara
samfelag
Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni fær ikki
fulla undirtøku – onkur mælti til, at pengarnir
heldur fara til politisku flokkarnar
ÁRNI GREGERSEN
T
að var ongin semja
millum politisku flokk
arnar um, at stuðul skal
latast til privatu miðl
arnar.
Framsøgukvinnurnar
fyri
Javnaðarflokkin, Kristianna W.
Poulsen, og fyri Tjóðveldi, Óluva
Klettskarð, søgdu, at tær fóru at
viðgera spurningin í størsta álvara
og tær søgdu í framsøgurøðunum,
at tær fara at geva uppskotinum
góða viðgerð.
Framsøgumaður Fólkafloksins,
Jógvan á Lakjuni, hevði eina heilt
aðra áskoðan.
Hann fanst at landsstýris
kvinnuni við mentamálum fyri
bert at leggja uppskotið fram uttan
frammanundan at hava tosað við
allar flokkar í tinginum.
Hann vísti á, at í okkara granna_
londum verða breiðar semjur
gjørdar um miðlar, men tað hava
vit ikki dugað nóg væl.
Jógvan á Lakjuni segði, at sum
hetta málið fyriliggur, so fer hann
ikki at taka undir við tí. Hann helt,
at tað er líka frægt, at politisku
flokkarnir fáa stuðulin og so
teir hvør sær kunnu útgeva eitt
politiskt blað.
Hann legði eisini miðlarnar undir
at vera knýttir at ávísum flokkum og
at óheftni ikki er nóg gott.
Jónleif Johannesne, Javnaðar
flokkurin, vísti á, at tildømis fer
Norðlýsið at fáa stuðul eftir hes
um uppskotinum – ikki tí tað er
politiskt, men tí tað dekkar eitt
ávíst øki í landinum.
Doyggja bløðini
Kaj Leo Holm Johannesen, Sam
bandsflokkurin, segði, at vandi er
fyri at bløðini gevast at koma út
um fá ár.
Hann nevndi ein bretskan vís
indamann, sum hevur sagt, at ongi
bløð koma út í Bretlandi í 2019 og
eitt ár seinni í Noreg.
– Vit eiga at ansa eftir, tá ið vit
lata rakstrarstuðul frá tí almenna
til vinnufyritøkur, segði hann.
Hann segði eisini, at tað er ilt
at siga, hvør fær stuðulin, sum
verður latin. Verður tað flutn
ingsfyritøkurnar, sum fara avstað
við stuðlinum – ella kemur hann á
rætt stað.
Framsøgumaðurin fyri Sam
bandsflokkin segði seg ikki taka
undir við uppskotinum, tí tað hevur
við sær, at útberingarstuðulin fer
til tvey ella trý bløð, meðan nýggju
miðlarnir ikki fáa nakað.
Kaj Leo Holm Johannesen helt
heldur ikki tað er gott, at lands
stýriskvinnan skal seta allar reglur.
Hann helt, at her eigur arms
longdarprinsippið at brúkast, so
tað heldur eru embætisfólk, sum
gera hesar reglurnar.
Kristianna W. Poulsen, Javn
aðarflokkurin, vildi hava at vita,
um tíðin nú ikki er komin til at
royna at veita ein stuðul til miðl
arnar.
Hanna Jensen, Framsókn, segði
um stuðul til førleikamenning, at
hon ikki er bangin fyri, at hetta fer
av sporinum.
– Endamálið er tryggja ein
fjøltáttað miðlalandslag og tí taki
eg undir við, segði hon.
– Vit mugu eisini viðurkenna,
at vit hava eina ábyrgd fyri, at
vit framhaldandi hava miðlar við
redaktiónum, sum orka at lyfta
journalistisku uppgávurnar, segði
hon.
IKKI SEMJA UM
STUÐUL TIL MIÐLAR
longur krevja pening inn fyri
kringvarpsgjald, men fær pening,
sum Taks krevur inn. Gjaldið er
eisini umlagt, so Kringvarpið fær
slakar 60 milljónir krónur inn frá
hyggjarum og lurtarum.
Afturfyri er tað gjørt soleiðis,
at almenni fjølmiðilin ikki longur
tekur part av reklamakrónunum á
lýsingarmarknaðinum.
Útberingarstuðul
Í nógv ár hevur eisini verið tosað
um útberingarstuðul til prentaðu
bløðini.
Í uppskotinum verður skotið
upp, at tíðindabløð, sum koma út
minst einaferð um vikuna, fáa út
beringarstuðul.
Nevnt verður eisini, at her er
talan um bløð, sum ikki hava MVG
skyldu.
Í lógaruppskotinum stendur
eisini at:
»Landsstýrismaðurin ásetir í
kunngerð nærri reglur og treytir
fyri, nær og hvussu útberingar
stuðul kann verða latin.«
Men uppskotið ger eisini, at
stuðul verður latin til førleika
menning á journalistiska økinum.
Stuðul til førleikamenning
verður latin tíðindamiðlum, ein_
staklingum, bólkum, feløgum o.ø.
til tess at styrkja journalistisku og
málsligu førleikarnar hjá hesum.
Miðlastuðulsnevnd
Ein miðlastuðulsnevn skal taka
støðu til, hvør fær stuðul og eftir
hvørjum reglum hetta skal gerast.
Hendan nevndin fær heimild
at taka endaligar avgerðir eftir
teimum reglum, sum landsstýris
kvinnan annars ásetir.
Í nevndini skulu sita tvey fólk,
sum umboða Føroysk Miðlafólk, eitt
umboð frá Blaðútgevarafelagnum,
eitt umboð fyri Netmiðlar og so
fær Fróðskaparsetur Føroya for
mannin.
Klumma
Árni Gregersen
journalistur
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin