Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 32 ÍTRÓTTUR Ikki við: Høgni Eysturoy (lærkrikin) Jákup á Borg (burturstaddur) Hanus Thorleifsson (knæskaði) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (knæið, langtíðarskaddur), Poul Ingason (lærkrikin, 1-2 vikur), Øssur Dalbúð (burturstaddur til apríl) Ikki við: Jón Krosslá Poulsen (Skallabrot, ógreitt hvussu leingi), Dánjal Pauli Lervig (Brotið fótin, ógreitt hvussu leingi) Ivasamur: Hans Jørgen Djurhuus (Ryggskaði) Ikki við: Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Við aftur: Jann Martin Mortensen Ikki við: Ivan Joensen (Fiburskaði, 1-2 vikur) Við: Carlos Herrero (spælaraloyvi í ordan) JÓANNES HANSEN S íðani 2005 hevur kappingin fevnt um 27 umfør. Bólt­ urin fer á rull tíðliga í mars, og flestu árini er punktum sett einaferð í oktober. Royndirnar siga eisini, at tá ið kappingin er so long, so er talan um upp og niður hjá teimum flestu. Tann meistarin, sum í hesi árini hevur tapt flestar dystir, var EB/Streymur í 2008. Tá fór EB/ Streymur seks ferðir av vøllinum uttan úrtøku. Tvær ferðir hevur meistaraliðið bara tapt tvær ferð­ ir, og í báðum førum hevur talan verið um B36 – í 2011 og 2015. Úrslitið millum NSÍ og HB sunnu­dagin var óvæntað, og eftir dystarlok var nýggi og jarðbundni venj­arin, Jan C. Dam, skjótur at stað­festa: – Tað verður ikki fleiri ferðir, at mótstøðuliðini fara at undirmeta okkum. Í útsøgnini lá, at kanska hevði NSÍ ikki verið so fokuserað og nærlagt, sum tað er neyðugt at vera, um tað í tøttum uppgerðum skal koppa tær til fyrimunar. Nýggi NSÍ venjarin var fáligur, tá ið hann staðfesti: – HB vísti væl betri avrik enn vit, og tað var greitt uppiborið, at HB fór avstað við øllum trimum stig­unum. Langt síðani síðsta heimasigurin SKÁLA - B36 KÁRI J. Á HØVDANUM Leygardagin kl. 16.00 Síðani landskappingin í 2005 varð víðkað úr átjan og upp í 27 umfør hava Skála og B36 fimm ferðir dyst­ ast á Skála. Samantalda úrs­litið er ein javnleikur og fýra B36 sigrar – tann síðsti fyri tveimum árum síð­ani, tá B36 á vegnum ímóti FM heit­inum vann 3-0. Skála hevur bara einaferð vunn­ ið fult á heimavølli ímóti B36. Tað var í 2004 - 2-0. Fýra spælarar, sum vóru við ta ferðina fyri tólv árum síðani, eru eisini virknir á vøllinum í ár. Teir vóru allir á Skála liðnum í 2004: Jónhard Frederiksberg, Pauli G. Hansen, Arnhold Berg og Hanus Thorleifsson, sum nú spælir við B36. 32 ára gamli Arnhold Berg varð innskiftur sunnudagin í Gøtu, tá ið Jónhard Frederiksberg eftir ein tíma noyddist skaddur av vøll­ inum. Hetta var fyrsta ferðin, at Arnhold Berg spældi í bestu deild­ ini síðani í 2008. Í B36 droyma teir um at finna mannin, sum fer at skjóta eina rúgvu av málum. Fyrsta umfar kundi bent á, at teir hava funnið hann í Jógvan Skeel Nolsøe, sum í 4-1 sigrinum á ÍF skoraði tvær ferð­ir. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður á Skál, og málskjúttin fegnast: – Eg eri sera væl móttikin í B36, liðfelagarnir eru góðir, og hjá mær snýr tað seg um at seta bóltin í málið, sigur Jógvan Skeel Nolsøe. Hin álopsspælarin, Sebastian Pingel, varð skiftur inn ímóti ÍF, og hann skoraði. Spurningurin er nú, um Eyðun Klakstein fær pláss fyri teimum báðum ímorgin. Á Skála skulu teir roysa seg eftir 4-1 tapið í Gøtu. Skálamenn vita væl, at størsta avbjóðingin er at halda Lukasz Cieslewicz í stuttum tjóðri, tí tað er hann, sum leggur upp til flestu B36 málini: – Í Gøtu gekk tað væl í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vóru vit ikki nóg dugnaligir, stað­ festir Pætur Dam Jacobsen, sum er veteranur í miðverjuni. Trýstið er á NSÍ KÍ - NSÍ EILER RASMUSSEN Sunnudagin kl. 15.00 Lagið reyk í topp í KÍ leguni, tá ið tað í fyrsta umfari eydnaðist at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti TB. Lagið var einki serligt í NSÍ leguni, tá ið tað í fyrsta umfari end­ aði við óvæntaðum tapi á heima­ vølli ímóti HB. NSÍ liðformaðurin, besti mál­ skjútti av øllum trý tey seinastu árini og málskjúttin í 2-1 tapinum sunnudagin, Klæmint A. Olsen, er til­vitaður um, hvat tað snýr seg um: – Vit spældu ikki væl, tí vit tordu ikki at útinna tað, sum vit hava vant. Vit vóru stirvnir og sleptu ongantíð hondbremsuni. Tað mugu vit broyta. Merkisvert var tað, at Árni Frederiksberg, sum undanfarnu árini hevur verið sera týdn­ingar­ mikil í álopsspælinum, varð skiftur út leygardagin, tá ið tað hjá NSÍ snúði seg um at leggja meiri fyri í álopspartinum. Í Klaksvík er stór kapping um plássini. Veteranurin Atli Danielsen varð skiftur inn fyri Súna Olsen eitt korter undan leik­ loki ímóti TB: – Vit eru ógvuliga væl nøgdir við úrslitið. Tað er altíð torført at spæla fyrsta dystin, og nú gleða vit okkum at spæla á heimavølli. Dyst­ ir­nir ímóti NSÍ plaga at vera tættir og undirhaldandi. Trý tey seinastu árini eru upp­ gerðirnar millum KÍ og NSÍ í Klaks­ vík endaðar við javnleiki – 3-3, 2-2 og 1-1. LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var tað í Runavík, har HB sigurin kann hava við sær, at tað skjótt fer at tørna heilt øðrvísi út fyri hesi liðini, enn tað hevur verið roknað við Upptakt TRÝSTIÐ KANN SKJÓTT FARA AT KENNAST STÓRT