Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 33 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ivasamur: Atli Danielsen (skaddur í fótinum). Við aftur: Petur Andreasen (hevur verið skaddur) Leikbann: Sørmundur Kalsø (ein dag) Ikki við: Poul Nolsøe Mikkelsen (knæskaði, óvist hvussu leingi), Dánjal Pauli Højgaard (brotið bein í arminum, nakrar vikur aftrat) Ivasamur: Oliver Korch (skaddur í knænum) Ikki við: Gert Drangastein (slitið hælsinuna) Gunnar Haraldsen (knæið, ógreitt) Símun Samuelsen (byrjaður at venja aftur í vikuni) Kári Nielsen (byrjaður at venja í hesari vikuni) Ikki við: Absalon Eliasen (skaddur) Ivasamur: Jákup Johansen (lærkrikin) Við aftur: Pauli G. Hansen (eftir sjúku) Skulu kenna sína vitjunartíð ÍF - AB RÚNI GAARDBO Sunnudagin kl. 15.00 At tapa í Gundadali ímóti meist­ ar­unum í B36 í fyrsta umfari er ikki nøkur skandala. Tað munnu tey flestu av hinum eisini fara at gera. At úrslitið gjørdist 4-1 tap var einki serligt hjá ÍF, sum nú hevur møgu­leika at reisa seg á heimavølli ímóti AB. At Poul N. Mikkelsen, sum er ætlaður stóran leiklut í miðverjuni, er plágaður av skaða, kemur illa við. – Um vit geva gávur burtur, sum vit gjørdu í Gundadali, so tapa vit fótbóltsdystir. Vit ræðast ongan, og á heimavølli skulu vit vinna fulla úrtøku, um møguleiki skal vera fyri at kappast har, sum vit ætla okk­um at vera, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen. Nýggi málverjin, Oliver Korch, noyddist skaddur av vøllinum í Gundadali. Hann var fyrstu ferð aftur til venjingar í gjárkvøldið. So fæst at síggja, um tað verður hann ella Hallgrímur G. Hansen, sum fer at verja málið ímóti AB. Argjamenn hava bara einaferð vunnið fulla úrtøku í Fuglafirði – 4-1 í 2014. Málið hjá AB er at vinna fulla úr­tøku á heimavølli. At tað ikki eydn­aðist ímóti uppflytarunum í B68 kendist vera stórt vónbrot, men eitt stig var betri enn einki, held­ur AB venjarin, Trygvi Mortensen, sum verður nøgdur, um tað eydnast at vinna eitt stig í Fugla­firði: – Tað verður heimaliðið, sum fer at mynda spælið. Hjá okkum ræð­ur um at vera væl skipaðir í verj­uni og at taka av, tá ið vit fáa møgu­leikar. Ímóti B68 høvdu vit hálvar møgu­ leikar, sum vit ikki fingu úrtøku burturúr. Nýggj álopsvápn í báðum legum HB - VÍKINGUR LARS MÜLLER Sunnudagin kl. 15.00 Tað var sera søtur sigur, sum HB leygardagin hevði við sær suður aftur úr Runavík. Trý stig í fyrsta umfari við Løkin, har HB ikki hevði vunnið síðani 2013, er kærkomin byrjan, sum styrkir um sjálvsálitið. Eisini í Víkingi er lagið gott eftir, at tað í fyrsta umfari royndist bet­ ur, enn tað ofta hevur gjørt við kapp­ingarbyrjan. Felags fyri bæði Víking og HB er, at tað hevur verið ivast í fremstu ódnini, og at teir tóku av, sum fingu møgu­leikan at spæla frammi. Hjá Víkingi skoraði Philip Djordjevic tvey mál: – Hann spælir í fremsta pláss­ inum hjá okkum, og tað vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki. Tað er kapping um plássini, og tað líkar okkum væl, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze. Sunnudagin varð Hans Pauli Samuelsen skiftur inn. Tað er góður møguleiki fyri, at hansara leiklutur verður størri í Gundadali ímóti HB. Tveir av nýggju HB spæl­ar­ unum, Ari Mohr Olsen og Magnus Egilsson, skoraðu málini í Runavík. Tað kom væl við, nú Arnbjørn T. Hansen og Poul Ingason eru skadd­ ir, og Øssur Dalbúð ikki verður tøkur fyrr enn um ein mánað ella so. Hann er staddur uttanlands. – Víkingur eigur gott lið, sum verður stór avbjóðing hjá okkum, men eg havi álit á okkara monnum, sum í Runavík vístu, at teir eru førir fyri at bjóða teimum bestu av, sigur HB venjarin Jan C. Dam. Álopini úr Hollandi og Spania B68 - TB PETUR REINERT Sunnudagin kl. 15.00 Sjálvandi var tað stórt vónbrot fyri toftamenn, tá ið teir í síðstu løtu mistu sigurin á Argjum. Tá var spanski framherjin Carlos Herrero millum áskoðararnar. Nú eru loyvini fingin upp á pláss, og har­við verður hann í B68 álopinum sunnu­dagin. Hollendski Albert Adu er millum bestu álopsspælararnar í landinum. Hann var millum álopstrumfirnar, tá ið Páll Guðlaugsson í fjør var TB venjari. Nú Páll og B68 fáa vitjan av TB, eru aðrir góðir útlendskir álopsspælarar í svørtu og hvítu troyggjuni: Kofi Appiah úr Ghana og Hervé Din Din úr Kamerun. Hollendski TB venjarin Robert F. Roelofsen var vónbrotin eftir 1-0 tapið á heimavølli ímóti KÍ, men hann helt seg kortini síggja glottar: – Eg var serliga væl nøgdur við seinna partin av seinna hálvleiki. Skaðin var, at vit ikki vóru nóg konsentreraðir fyrstu løtuna, tá ið teir skoraðu. Tað mugu vit broyta, nú vit fara á Svangaskarð. – Tá ið vit hugsa um, at talan var um fyrsta umfar, so var eg nøgd­ur við avrikið á Argjum. Tað vóru nervar uppií, men nú gleða vit okk­um at spæla ímóti TB, sum altíð vísir sera góðan hugburð. Tá ið vit eiga heimavøll er týdningarmikið, at vit vinna fulla úrtøku, sigur B68 venj­arin Páll Guðlaugsson. JOANNES@SOSIALURIN.FO KÍ ÍF AB TB SKÁLA Besta deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 1 1 0 0 4 1 +3 3 2 B36 1 1 0 0 4 1 +3 3 3 HB 1 1 0 0 2 1 +1 3 4 KÍ 1 1 0 0 1 0 +1 3 5 B68 1 0 1 0 1 1 0 1 6 AB 1 0 1 0 1 1 0 1 7 NSÍ 1 0 0 1 1 2 -1 0 8 TB 1 0 0 1 0 1 -1 0 9 Skála 1 0 0 1 1 4 -3 0 10 ÍF 1 0 0 1 1 4 -3 0 MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur Skála - B36 KÍ - NSÍ B68 - TB ÍF - AB HB - Víkingur KENDI TIPPARIN Bárður á Steig Nielsen Løgtingsmaður Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði løgmaður, Aksel V. Johannesen Hann hevði fýra rættar av fimm. Løgmaður tippaði: 1. umfar NSÍ - HB 1 (1-2), TB - KÍ 2 (0-1), B36 - ÍF 1 (4-1), Víkingur - Skála 1 (4-1) og AB - B68 X (1-1)