hósdagur 10. mars 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
34
Óli Jacobsen
MISTI FORELDUR
OG SYSTKIN
Hervør Djurhuus hevur verið ein býarmynd í Havn í eini 65 ár. Men hon hevur
eisini sína serligu søgu. Í ungum árum misti hon foreldrini og síni systkin
Hervør Djurhuus:
1. partur
H
ervør er ættað úr Húsavík, sum
er millum tær elstu bygdirnar
Føroyum. Hon gjørdist blaðung
púra einsamøll uttan foreldur
og systkin, men hon fekk eitt gott lív og
hevur nú eina stóra familju.
Tá ið Hervør var ung var bygdin munandi
størri enn hon er nú. Í 1940 búðu umleið 130
fólk í 28 húsum. Nú er fólkatalið lítið meira
enn helvtin av hesum.
Tað er nokk so nógv skrivað um søguna
hjá Húsavík, men tann søgufróða Hervør
hevur eisini sítt íkast til hesa søgu.
Hervør: Pápi var fiskimaður
og røktingarmaður
Foreldur míni vóru Marin Kristina og Poul
Johan Danielsen. Pápi var upprunaliga
fiskimaður. Hann sigldi millum annað við
»Borglyn«, har Jóan Petur í Toft í Húsavík
var skipari og Niels á Hamri í Skálavík var
bestimaður.
Men pápi hevði áhuga fyri jørð, og hann
var eisini røktingarmaður. Nakað av jørð
hoyrdi til heimið hjá mær inni á Kepils
trøðni. Pápi hevði eisini tveir hagapartar
at røkta. Annar hagin var í Húsavík. Hin
var á Skarvanesi. Pápi gekk øgiliga nógv
uppí røktina. Mangan tá hann kom aftur á
vetrardegi vóru eygnahárini fryst.
Poul Jóhan, sonur mín, hevur hoyrt
nógvar menn á Sandi sagt, hvussu serdeilis
góður røktingarmaður pápi var.
Ein eldri maður segði honum einaferð
um pápa, at á Skarvanesi høvdu teir fingið
trupulleikar við vargaseyð. Teir bóðu pápa
taka sær av trupulleikunum, hann fekk
eisini vargin úr seyðinum.
Pápi átti hest. Tey seinastu árini sum
røktingarmaður, tá hann var tyngdur av
sjúku, sat hann á hestbaki og røktaði seyðin.
Ein gamal maður heima á Sandi fortaldi
um pápa, at einaferð kom ein villur hestur
rennandi ávegis oman úr dalinum ímóti
bygdini. Pápi visti, at hesturin kundi gera
stóran skaða. Hann møtti hestinum og
fekk steðga honum. Hetta er eitt dømi, um
hvussu bragdligur pápi man hava verið.
Pápi var yngstur av systkjunum. Ein
fastir mín var Margretha, gift við Andreas
Arge, kallaður Skilling. Tey búðu í Húsavík
men fluttu seinni til Havnar. Tey vóru
foreldur kenda myndamanninum Jákup
Andrias Arge og Dagfinn Arge, sum í SMS
saman við bróðurdótrini, Heidi, rekur brillu-
og urhandilin SKILLING, sum foreldrini
stovnaðu. Teir báðir eru systkinabørn hjá
mær. Eg kom nógv inn til Margrethu og
Andreas, sum búðu í Willumsgøtu aftanfyri
Kommunuskúlan. Sonur okkara, Poul Jó
han, hevur eisini sum smádrongur góð
minnir hjá teimum.
Sunneva var elsta fastur mín, hon bleiv
einkja ógvuliga tíðliga. Hon var gift við
Hilmar Ole-Jacobsen. Tey komu saman á
Stóru Dímun, har Hilmar vaks upp. Sunneva
man hava tænt á oynni.
Tá ið tey fóru av Dímun bleiv hann
seyðamaður í Kirkjubø. Eina ferð hann
var á fjalli bleiv hann illa sjúkur av blind
tarmsbruna. Boð vórðu send til Havnar
eftir lækna, sum kom saman við eini
sjúkrasystir. Tá tey komu fram var støðan
so álvarslig, at Hilmar varð opereraður á
borðinum í roykstovuni í Kirkjubø. Tá var
blindtarmurin brostin. Farið varð tá við báti
við honum til Havnar, men hann doyði á veg
til Havnar. Hilmar varð jarðaður í Kirkjubø.
Tá fóru Sunneva og tær báðar døturnar til
Húsavíkar at búgva. Hetta var umleið 1920.
Ættarfókini
Foreldrini hjá pápa vóru Dánjal og Malena á
Breyt. Foreldrini hjá mammu vóru Súsanna
og Jens Pauli á Bø, eisini í Húsavík. Omma
var ættað av Skipagøtu í Skúvoy.
Ein mostur, Súsanna Sofía, var gift við
kenda sambandsmanninum í Húsavík,
Tummas Paula Olsen, sum plagdi at vera
valevni hjá sambandsflokkinum. Tað skuldi
góður hugur til, tí sambandsflokkurin hevur
ongantíð fingið mann valdan í Sandoynni.
Tey høvdu fitt av jørð. Tey fingu handil
í Húsavík í 1936/37. Mostur gjørdi regluligan
túr til Havnar at keypa inn hjá Poul Hansen.
Tá hon kom til Havnar búði hon altíð hjá
okkum, meðan Tummas Pauli sum oftast
búði úti á Argjum hjá Dánjal Petur Dam,
pápa Thomas Dam. Teir høvdu nógv at
snakka um. Tað var nakað serligt, tá mostur
kom síni handilsørindi til Havnar. Hetta
minnist Poul Jóhan eisini sera væl frá
sínum barnaárum. Sofía hevði handilin til
hon var 87 ára gomul.
Súsanna Sofía og Tummas Pauli Olsen
vóru foreldur kenda handilsmannin í
Klaksvík, Anthonius Olsen. Umframt eru
beiggjarnir Hjørmund og Andru. Vit eru
tískil systkinabørn.
Jóannes á Breyt minnist eg sera væl.
Hann var ein hugnalig og stillfør bygdar
mynd. Hann var ógiftur og búði einsamallur.
Hann kom nógv inn til okkum. Hann var
góður við meg og eg var góð við hann. Eg
kom nógv inn til hann sum barn. Har var
moldgólv og grúgva alt tað eg minnist.
Jóannes var føddur í 1875 og doyði í 1966,
91 ára gamal. Tað kallaðist Jógvans Breyt,
har hann búði.
Misti beiggjan og
mammuna um somu tíð
Eg minnist, tá ið jarðarmóðurin, Elisabeth,
kom til mammu, tá ið beiggin, Vilmund,
Siðsøga
Hervør
Húsavík. Innasta húsið er barnaheimið hjá Hervør