hósdagur 10. mars 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
35
Komandi partur
Hervør upplivdi millum annað sum
smágenta at síggja tveir ungar menn
drukna út fyri lendingina í Húsavík.
var føddur. Samstundis var ein kona í Dali,
sum skuldi eiga, so hon mátti renna millum
bygdirnar!
Elisabeth var systir Tummas Paula. Hann
átti tríggjar systrar, sum vóru jarðarmøður.
Hinar vóru Sofía, sum arbeiddi í Hvalba, og
Sunneva í Klaksvík.
Sunneva var mamma Asbjørn Joensen,
kendur løgtings- og landsstýrismaður hjá
Sjálvstýrisflokkinum. Ein onnur jarðar-
móðir æt Signeva. Hon var av Sørensen
fólkinum. Hon bleiv gift niðri. Anna var
jarðarmóður í Søldarfirði. Hon var gift við
læraran Óla Hansen, ættaður úr Svínoy.
Vermamma Kristinu mostir míni, Greta,
var eisini jarðarmóðir. Frá eldri tíð vita
vit, at mamma Jákup í Stórustovu, eisini
kallaður Stóri Jákup, var jarðarmóður.
Jákup kom síni seinastu ár at búgva hjá
Sofíu og Tummas Paula.
Tað er merkiligt í eini so lítlari bygd, at
hon hevur fostrað so nógvar jarðarmøður.
Kundi ikki klemma mammu
Vilmund var 4 ár yngri enn eg. Hann doyði
bara átta mánaðir gamal av millumoyrna
bruna. Tá var einki pensilin, sum kundi
lekt hetta. Mostrarnar hjá mær søgdu, at
mamma tók sær hetta so nær, at hon var
ikki til at troysta. Hon fekk eitt ringt krím
og endaði á Sanatoriinum. Tá hevði hon
fingið tuberklar.
Eina ferð fór pápi við mær til Havnar
og niðan á Sanatoriið at vitja mammu. Eg
minnist at har var ein svali við hálvtaki út
frá høvuðsbygninginum, har sengurnar
við tuberklapatientunum vórðu settar út,
so teir kundu fáa fríska luft.
Eg sá mammu liggja har, men vegna
smittuvandan kundi eg ikki koma so nær,
at hon kundi taka meg til sín. Hetta má hava
verið ein tung løta fyri hana, men hetta var
eisini ein tung løta fyri meg, sum var bert
6 ára gomul. Hetta var seinastu ferð eg sá
mammu. Hon kom aftur til Húsavíkar í
kistu.
Eg spurdi einaferð Kristinu, mostur
mína, hvussu mamma var. Jú, segði hon,
mamma tín var so still, tosaði ikki nógv.
Kristina var at vera í Havn um ta tíðina,
mamma var í Hoydølum. Hon plagdi at vitja
mammu.
Tá mamma doyði var eg nógv hjá Sunn
evu fastur míni, sum var einkja eftir um
rødda Hilmar.
Pápi vildi hjálpa teimum raktu
Pápi hevði havt tuberklar, tá ið hann var
yngri. Hann hevur tískil kent tuberklarnar á
egnum kroppi og hevði eisini merkt, hvussu
lítil almenni stuðulin var tá á døgum til tey,
sum rakt vóru av hesi sótt. Tað vildi hann
gera nakað við.
Hetta kemur eisini til sjóndar í hesi
lýsing í Dimmalætting 31. januar 1939:
Til tey, sum við peningagávum hava
styðjað hjálpargrunn okkara (Húsavík-
Dal-Skarvanes) fyri tuberklasjúk veita vit
okkara bestu tøkk.
Fyri tey sjúku
Poul Johan Danielsen
Húsavík var hart rakt av tuberklum. Hetta
man eisini hava verið orsøkin til, at fiskimenn
í Húsavík í 1936 sendu fiskimannafelagnum
eina áheitan um at fáa skipað fyri
tuberklakanning av fiskimonnum fyri at
avmarka smittuvandan. Áheitanin varð
send løgtinginum. Hetta var væl undirtikið
og kom í gildi longu árið eftir. Frá 1938 varð
hetta krav lógarfest. Hetta var eitt munandi
stig at basa tuberklunum.
Í Húsavík verður hildið, at tað var
pápi, sum tók stig til hetta. Hann hevur í
hvussu er verið við. Eg veit, at pápi hevði
samskifti við Vilhelm Magnussen, kenda
tuberklalæknan i teirri tíðini. At teir kanska
ikki altíð vóru samdir, er ein onnur søga.
Í hesum sambandi varð spurningurin
reistur, hvat kundi gerast fíggjarliga
fyri teir menn, sum ikki sluppu til skips
vegna smittu. Tá varð eftir uppskoti frá
blaðstjóranum á Dimmalætting, Georg L.
Samuelsen, stovnaður Hjálpargrunnurin
fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn. Hesin
grunnur kom væl við hjá raktu familjunum.
Hann var tískil eisini eitt úrslit av hesi
áheitan hjá húsvíkingum.
Tá var lívligt í politikki
Pápi var eisini íðin í politikki. Hann var
fólkafloksmaður, sum nógvir vóru í
Húsavík. Tá í tíðini kundu bylgjurnar ganga
høgt, ikki minst tá orrusta var við Javn
aðarflokkin, har Viggo Dalsgaard í Skálavík
var eins íðin sum pápi.
Ein søga er um ein politiskan fund í skúl
anum í Húsavík. Viggo fekk øði í pápa og
aðrar fólkafloksmenn, sum vóru á fund-
inum. sum skuldu leggja eftir honum. Viggo
gjørdist so ræddur, at hann leyp út gjøgnum
eitt vindeyga og oman til sambandsmannin
Tummas Paula at krógva seg!
Poul Jóhan, sonur mín, minnist at Lýðar,
ommubeiggi hansara, sum búði har, segði
honum, at køkshurðin brast upp. Í hurðini
stóð pápi og spurdi, um Viggo var her.
Lýðar mátti bara siga, at Viggo var ikki har,
men sannleikin var, at Viggo goymdi seg í
spísikamarinum. Politikkur var í hvussu er
ikki keðiligur.
Tá ið grannastevnur plagdu at vera, tá
kundi eisini vera lív í!
Fólkaflokkurin stóð sterkur í Húsavík.
Frá 1940 átti hann meira enn helvtina av
øllum atkvøðunum í bygdini. Hjá hinum
var tað so smábýtt, at tað var lætt at rokna
út, hvør ið átti tær. Hildið var, at Óli, pápa
beiggi, var javnaðarmaður. Men hann vildi
ongantíð fortelja hvat hann valdi.
Tað áhugaverda er, at javnaðarflokkurin
var eins sterkur í grannabygdini Dali, sum
fólkaflokkurin var í Húsavík.
Pápi var ein oddamaður í 1943 at stovna
ungmannafelagið Sólarris. Tey fyrstu árini
helt felagið til í skúlanum, men í 1950-unum
varð egið hús fingið til vega. .
Felagið fekk egið flagg, og tá ið pápi fór
til gravar lá flaggið um kistu hansara.
Ungmannafelagið er framvegis karmur
um felagslívinum í bygdini. Eisini verður
húsið leigað út til ymisk tiltøk sum t.d. ervi
og brúdleyp.
Pápi var eisini virkin á øðrum økjum.
Hann var saman við øðrum byrjaður at
stoypa ein svimjihyl, tá ið hann fall frá.
Leivdirnar síggjast enn.
Hann hevði eisini aðrar stórar ætlanir.
Gjørdi íløgur í ein lastbil. Sum vanligt var
undir krígnum, var hesin bilur keyptur í
Bretlandi og kom heim við einum skipi, sum
hevði selt ísfisk. Hann kostaði kr. 12.000.
Pápi ætlaði at koyra vinnuliga koyring.
Hann fekk koyrikort í august 1943 og setti
hús og jørð í pant fyri bilin. Men hann
gjørdist skjótt sjúkur. Tveir bróðursynir
koyrdu fyri hann. Orsakað av sjúku fekk
hann ikki tað burtur úr bilinum, sum hann
ætlaði.
Bilurin var settur uttanfyri Breytina
oman móti ánni. Har stóð hann alt tað Poul
Jóhan minnist. Hann var eitt sindur stoltur
av, at tað var abbi hansara, sum hevði átt
bilin. Hann minnist, at dreingirnir spældu
í bilvrakinum.
Pápi og systir doyðu eisini
Pápi giftist uppaftur við Teklu úr Hovi,
tá var eg 12 ár. Hetta hevur verið um 1944.
Hann hevði eitt stórt brúdleyp í Hovi, tað
segðist at vara eina viku! Men sjálv kundi
eg ikki vera við.
Tá kundi eg koma heim aftur til okkum
sjálvs at vera. Tey bæði fingu ein fitta dóttir,
sum bleiv uppkallað eftir mammu, Marin
Kristina. Men tað var skjótt, at tuberklarnir
hjá pápa brutu út aftur, hann doyði einans
41 ára gamal.
Pápi hevði verið á sanatoriinum í fyrsta
umfarið, tá hann bleiv sjúkur, men hann
doyði heima í Húsavík. Eingin lækni var tá í
Sandoynni, so Aksel Poulsen, læknin í Havn,
mátti koma við læknabátinum úr Havn, tá
tað bar móti endanum hjá pápa. Aksel var
so lagaligur, at hann bjóðaði sær til at blíva
í Húsavík náttina av. Men tá doyði pápi, so
hetta gjørdist ikki neyðugt.
Tá ið pápi var deyður flutti Tekla suður
aftur til Hovs við dóttrini. Tá var hon eisini
smittað. Árið eftir doyði hon, einans trý
ára gomul. So nú átti eg ongan eftir, hvørki
foreldur ella systkin. Tekla giftist ikki aft
ur. Hon náddi høgan aldur og eg hevði sam-
band við hana alt lívið.
Hervør saman við mammuni
Poul Johan saman við seinni konuni, Teklu
Tekla, seinna kona Poul Johan, saman við Marin Kristinu, hálvsystir
Hervør. Tann størra gentan er Kristianna, bróðurdóttir Teklu