Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 162 - 27. august 2004 Nr. 162 - 27. august 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Tað gongur rætta vegin Í einari meting av búskapargongdini í teimum skand- inavisku londunum sigur Danske Bank, at tað gongur tann rætta vegin í Danmark, Svøríki og Noregi, men at framburðurin hevur ikki havt stórvegis ávirkan á arbeiðsloysið í teimum trimum londunum. Um danska búskapin saigur Danske Bank, at brutto- tjóðarframleiðslan fer at veksa 2,4 prosent í ár og 2,3 prosent næsta ár. Samstundis roknar bankin við, at 20.000 danir fáa arbeiði afturat í hesum árinum. Svenski vøksturin er uppaftur størri enn tann danski. Danske Bank væntar, at bruttutjóðarframleiðslan í Svøríki verður 3,0 prosent í ár og 2,5 prosent næsta ár. Men hinvegin veksur arbeiðsloysið í Svøríki, soleiðis at tað er 6,0 prosent nú ella eitt prosentstig meiri enn fyri einum ári síðani. Um tann norska búskapin sigur Danske Bank, at har gongur tað eisini tann rætta vegin, men at heldur ikki har hevur framburðurin havt stórvegis ávirkan á arbeiðsloysið. Ein orsøk kann vera, sigur bankin, at yvirkapasitetur er í fleiri norskum vinnugreinum. Kennir seg hótta Iranska kvinnan Shirin Ebadi, sum fekk Nobel-friðar- heiðurslønina í fjør fyri arbeiði sítt fyri mannarætt- indum í Iran, sigur við tíðindastovuna Reuters, at hon kennir seg ikki trygga. Í samrøðuni sigur hon, at onkur hevur brotið jarn- portrið, sum er uttan fyri hús hennara, og tað tulkar hon sum eina ávaring frá teimum, sum eru ímóti tí, sum hon tekst við. Ebadi, sum er útbúgvin løgfrøðingur, sigur, at hon hevur altíð kent seg hótta, men at hon fer ikki at gevast við arbeiðinum at útvega teimum muslimsku kvinnunum størri rættindi. Umframt sítt arbeiði fyri mannarættindum arbeiðir Shirin Ebadi sum sakførari. Í løtuni umboðar hon tey avvarðandi hjá kanadisku tíðindakvinnuni Zahra Kaz- emi, sum doyði, meðan hon sat í varðhaldi hjá iransku løgregluni í fjør. Kazami bleiv tikin, tí hon hevði tikið eina mynd av einum iranskum fongsli. Stríðast um havnapláss Tað er vorðið so trongligt í havnini í Bergen, at har er ikki nóg mikið av plássi til teirra, sum fegin vilja vera har. Teir, sum rógva út, vilja fegnir sleppa at leggja at, so teir kunnu selja áhugaðum fiskin, men trupulleikin er, at tað er ikki pláss til tess, skrivar Bergens Tidende. Men hesa umberingina hóvar útróðrarmonnunum lítið. Teir halda tað vera nógv fyri, at havnarmyndugleikar- nir sýta teimum atløgupláss í havnini, meðan stutt- leikabátar í stórum tali sleppa at liggja við bryggju. Teir kommunalu myndugleikarnir siga, at teir noyð- ast at hugsa um fiskahandlarnar á torginum í býnum, sum sjálvandi ikki vilja hava kapping frá útróðrar- monnunum. Harafturat má býráðið hugsa um tær nýggju reglurnar um yvirgang. Sambært Bergens Tid- ende heldur kommunan, at tað kann vera óheppið at fáa fleiri fólk oman á bryggjuna, tí tað kann vera ein hóttan ímóti trygdini, sum tikið verður til. Seinur postur Ein kvinna í suðurtýska landslutinum Saarland fekk nú um dagarnar eitt postkort frá beiggja sínum. Í sjálvum sær er einki løgið í hesum, men søgan er løgin kortini, tí postkortið varð sent úr París fyri 42 árum síðani. Tað eru umleið 300 kilometrar úr París til Saarland, og bæði franska og týska postverkið ásanna, at hóast posturin ikki altíð gongur so skjótt, so hevur hetta postkortið havt dekan ov langa tíð um at koma fram. Sambært blaðnum Saarbrúcker Zeitung skrivaði beiggin, at hann vónaði at frætta aftur frá systrini skjótt, men hann slapp at bíða leingi. Franska postverkið hevur eina frágreiðing um, hví postkortið var so nógv seinkað. Tað vísti seg, at frímerkið, sum beiggin hevði sett á kortið, var ikki franskt, men írskt. Amerikanararnir bera orð fyri at hava gott hugflog. Nú hava teir hongt eina ovurstóra klokku á Times Square í New York, og har kunnu fólk fylgja við, hvussu nógv kríggið í Irak kostar USA USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá klokkan í Times Square bleiv sett í gongd fyrradag- in, vísti hon, at tá hevði kríggið í Irak kostað amer- ikanarunum 134,5 milli- ardir dollarar. Men pinnarnir standa ikki í stað, tí felagsskapur- in, sum eigur klokkuna, hevur roknað út, at kríggið kostar amerikonsku skatt- gjaldarunum umleið 170 milliónir dollarar um sam- døgrið. Tí er klokkan gjørd soleiðis, at fyri hvønn min- utt leggur hon einar 700.000 dollarar afturat kostnaðinum. Tað er felagsskapurin Project Billboard, sum er komin við hugskotinum um klokkuna í Times Square, og tað er ikki av tilvild, at hon er komin at hanga har bara fáar dagar undan landsfundinum hjá republ- ikanska flokkinum. Ein líknandi klokka hev- ur hingið í Times Square fyrr. Hon vísti hallið á amerikonsku fíggjarlógini. Hevði klokkan hingið har enn, høvdu tølini verið størri nú enn nakrantíð fyrr, tí herfyri kunngjørdu Hvítu Húsini, at hallið á verandi fíggjarlóg verður um 500 milliardir dollarar. Tá segði altjóða gjaldoyragrunnurin IMF, at hallið er ein hóttan ímóti øllum heimsbúskap- inum, skrivar Reuters. George W. Bush, for- seti, vil ikki hoyra talan um samkynd hjúnarløg. Dick Cheney, varaforseti, roynir at verja sína samkyndu dóttur USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Kjakið um amkynd hjúnar- løg hevur fingið rættiliga stóra rúmd í orðaskiftinum upp undir amerikanska for- setavalið í heyst, men sam- stundis er tað vorðið alt meiri sjónligt, at republik- anararnir hava ein trup- ulleika í hesum málinum. George W. Bush, forseti, er eirindaleysur, tá tað snýr sum um at viðurkenna sam- kynd hjúnarløg. Tað vil hann ikki hoyra talan um, og varaforseti hansara, Dick Cheney, hevur tikið undir við honum. Hinvegin hevur amerikanski almenn- ingurin leingið verið vit- andi um, at tann 34 ára gamla Mary Cheney, sum er dóttur varaforsetan, og sum arbeiðir hjá republik- anska flokkinum, er samkynd. Á einum veljarafundi í statinum Iowa nú um dag- arnar bleiv Dick Chenet spurdur beinleiðis, hvørji rættindi tey samkyndu eiga at hava eftir hansara tykki. Hann svaraði, at øll skulu hava sama frælsi og somu rættindi til at skipa seg, sum tey vilja. New York Times skrivar, at ósemjan um rættindini hjá samkyndum hevur elvt til split í republikanska flokkinum, og at spurning- urin uttan iva verður eitt av stríðsevnunum, tá republik- anararnir fara at hava landsfund í New York í næstu viku. Samstundis hevur ein felagsskapur við 12.000 samkyndum republikanar- um boðað frá, at hann vil hava forsetan at broyta áskoðan. Felagsskapurin vil vera við, at ein umleið millión samkyndir amerik- anarar atkvøddu fyri Bush fyri fýra árum síðani. Klokkan sigur hvat kríggið í Irak kostar Samkynd geva Bush og Cheney trupulleikar George W. Bush, forseti, góðtekur ikki, at samkynd ganga saman í hjúnalag. Hann vil hava tað bannað í sjálvari grundlógini Dick Cheney, varaforseti, eigur eina dóttur, sum er samkynd. Hann sigur, at tey samkyndu skulu hava somu rættindi sum onnur Føroyskur rockur ger innrás í Keypmannahavn Leygarkvøldið skipa Norðurlandahúsið og Vega í Keypmanna- havn fyri fyrsta At- lantic Music Event til- takinum, har Eivør Pálsdóttir, Bill Bo- urne, Gestir og Makr- el spæla. Tiltakið verður í Vega TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vega í Keypmannahvn verður karmur um føroysk- an tónleik um vikuskiftið. Norðurlandahúsið og Vega skipa fyri tiltakinum At- lantic Music Event, sum ber heitið eftir Atlantic Air- ways, sum er høvuðsstuðul, nú føroyskur rockur ger innrás í Keypmannahavn. Eisini Dansk Musikerfor- bund og Norðoya Spari- kassi stuðla og millum aðr- ar møguligir stuðlar er Mentunargrunnurin. Eivør, Gestir og Makrel Talan verður um búgvið borð, tá borðreitt verður við føroyskum berstubitum. Eivør og Gestir sessast við borðið, har eisini Makrel er at fáa. Umframt Eivør verður Bill Bourne við hennara lið. Eivør, Bill, Gestir og Makrel skulu umboða før- oyska tónleikin á Vega. Dansk Musikerforbund fylgir tiltakinum og eisini blaðið tónleikablaðið Mus- ikeren. Somuleiðis verður væntað, at eisini aðrir tón- leikahugaðir miðlar taka táttin upp og fara at ummæla. Lýst verður í hesum døg- um við tiltakinum, har Eivør prýðir plakatina við stórari mynd og Gestir og Makrel síggjast á smærri myndum. Prísurin fyri konsertina leygarkvøldið 28. august er bert 100 krónur. Á heimasíðu Norður- landahúsins kann lesast nærri um tiltakið og har síggjast eisini góðu um- mælini, sum hesir tónleik- arar hava fingið úti og heima. Tórshavnar kommuna nærkast nú máli sínum um, at barnaansingartørvurin verður nøktaður. Tveir nýggir barnagarðar eru nú reistir, sum hvør fara at hýsa um 60 børnum. Hetta fer so at merkja, sum støð- an er í dag, at tá báðir teir nýggju stovnarnir eru tiknir í nýtslu, verða ongi børn á bíðilistanum hjá Tórshavn- ar kommunu. Tað var eisini málið hjá býráðnum, at við árslok 2005 skuldu ongi børn standa á bíðilista til ansingarpláss. Týsmorgunin varð nýggi barnagarðurin undir Brúnni reistur, og verður hann sum skilst tikin í nýtslu seinni í ár. - sae – Makrel verður millum bólkarnar, sum l eygarkvøldið fara at spæla á Vega Ansingartørvurin næstan horvin Týsmorgunin varð barna- garðurin undir Brúnni í Havn reistur Mynd. Jens K. Vang C M Y K 3 2 Føroya Keypssamtøka í Hoyvík Søkt verður eftir fólki til grøn- metisdeildina / blómudeildina at byrja 1. oktober ella eftir nærri avtalu Vit vænta av tær ..... at tú hevur hollan kunnleika til frukt, grønmeti og blómur frá núverandi ella fyrrverandi arbeiði ..... at tú hevur eyga fyri dygd og búskapi ..... at tú ert kreativur og virkin og kann vísa fram eina fyrsta floks deild, sum er tann besta í landinum Vit kunnu bjóða tær ..... eitt sjálvstøðugt og menn- andi arbeiði ..... eitt gott arbeiðsumhvørvi Løn: Sambært avtalu Áhugað kunnu venda sær til Bent Lundsgaard, deildarleiðara, tel 214016. Skrivlig umsókn skal sendast til FK Hoyvík, boks 349, 188 Hoyvík, innan 4. september Keypssamtøkan í Hoyvík Keypssamtøkan søkir eftir fólki til grønmetis- og blómudeildina