fríggjadagur 27. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 162 - 27. august 2004
Nr. 162 - 27. august 2004
5
Tann serligi spenn-
ingurin, ið hongur
við grindaboðum,
fánar líkasum eitt
sindur, tá boðað
verður frá, at hendan
grindin skal ikki
haldast til, tí sendarar
skulu setast á nakrar
hvalir vísindini at
frama
GRINDABOÐ
Orð og myndir
Edvard Joensen
Sandavági:
Grindaboð!
Hon liggur fyri Syðradali,
og rákið ber hendanveg.
Tað er ikki at leggjast á
boðini. Rigga til sum skjót-
ast og vera klárur. Tað verð-
ur helst á sandinum í dag.
So koma næstu boðini.
Hon skal ikki haldast til, tí
sendarar skulu setast á.
Tá minkar hugurin bein-
anveg hjá fleiri, og fremm-
andamenninir, sum ringja
at fregnast, siga sum við ein
munn, at so tíma teir ikki
vestur.
Men hetta tykist áhuga-
vert kortini. Nú er nakað
síðan, at hetta varð gjørt
seinast. Eisini ta ferðina í
Sandavági, so kanska verð-
ur hetta høvuðsstøðin fyri
slíkum royndum.
Út á Trøð at forvitnast,
hvussu man ganga. Jú, teir
liggja har fyri Nípuni.
Einki sæst til nakara grind,
men
nakrir
bátar
eru
kortini, og onkur kemur aft-
urat.
Men skjótt er, so eru teir
á Klovningi við henni.
Reka hana inn um og
steðga so á, meðan bíðað
verður eftir vísindamonn-
unum, sum skulu gera
sendarar og aðra útgerð
klára.
Tað gongur ein løta, so
koma boð frá formonnun-
um um, at nú verður farið at
reka. Bara nakrar fáa hvalir
á land, siga teir. Vit mugu
royna at skaða sum minst.
Grindin er ikki so øgiliga
stór, so gott pláss skuldi
verið á sandinum. Og tað
gongur eisini rímiliga væl,
hóast eitt sindur striltið er
at fáa teir fyrstu á land.
Farast skal varisliga við
teimum, og tann nógva
ferðin og øðin, ið plagar at
vera, tá soleiðis er, er ikki í
dag.
Fremmandafólkini, sum
standa uppi á landi og
hyggja at, fáa eina øðrvísi
grindasøgu at siga heima,
enn ta, sum vanliga verður
søgd um hetta fyritakssemi
Grindaboð
Kirkjan og grindarakstur hava frá gamlari tíð verið tengd saman
Tað krevur sínar menn at handfara slíkt stórdýr
Tað sendarin er festur og royndir tiknar, verður hvalurin leiddur á flot aftur
føroyinga.
Fyrstu
hvalirnir
eru
komnir á sandin, og menn-
inir renna út til teirra við
hesi góðu útgerð, sum set-
ast skal á teir.
Eitt festi, ella beslag, við
nógvum holum í, sum bolt-
að verður fast í hornið á
hvalinum. Verður lagt nið-
uryvir. Síðan verður ein síl
rend ígjøgnum, og bolturin
settur í holið. Skrúvað
verður fast við einum hond-
svingið.
Meðan hetta verður gjørt
av summum, eru aðrir, sum
taka royndir av spiki, máta
longd á hvalinum og kanna
eftir, hvat kynið er. Send-
arin hevur eitt nummar,
sum skrásett verður saman
við restini av upplýsingun-
um, sum fingnir eru um
hvalin.
Tá nokk er fingið av
hvalum at seta sendarar á,
verða hinir, sum hava gjørt
landgongd, beindir útaftur.
Summir fara beinanveg.
Men onkur er, sum líkasum
heilt hevur mist staðsansin
og er aftur á sandinum við
tað sama.
Men sjáldsama góðir eru
teir at fáast við hóast teirra
stødd og veldi. »Godmodig
er han, som han er stærk,
han kender slet ikke sit
vælde....«,
kann
við
Grindavísuni sannast.
Eitt tak í bøkslið, og so
verður hann leiddur sum
kúgv útaftur.
Grindin varð rikin út
aftur av Sandavági og helt
við sjógv á baki til havs.
Sendararnir virkaðu, og
skjótt frættist frá henni, at
hon var einar sjey fjórðing-
ar vestur úr Høvdanum.
Finningabáturin og formansbáturin upp á prei
Teir standa spentir og bíða eftir landgongdini
Sendarin liggur klárur á
sandinum
Borað verður gjøgnum hornið og fest í beslagið báðumegin
Boltarnir verða skrúvaðir fastir í hornið
Teir fyrstu hava gjørt landgongd
C
M
Y
K
5
4