Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 162 - 27. august 2004 Nr. 162 - 27. august 2004 7 – Í fjør var eingin munur á árstíðini. Toskur fekst víða um og alla tíðina, men nú glóvar ongastaðni, sigur reiðarin á Pison og Kvikki, Torleif Sigurðsson FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir ólavsøku í fjør gjørdi línuskipið, Pison úr Klaks- vík, fleiri roktúrar á Føroyabanka. Tá skipið hevði verið fýra túrar, var samlaða veiðinøgdin 647.000 pund. Teir høvdu tá fiskað í tilsamans 32 dagar, og miðalveiðan lá omanfyri 20.000 pund um dagin. Miðalprísurin lá millum 18 og 19 krónur fyri kilo, og skipið seldi hesar fýra túrarnar fyri umleið 5,6 miljónir krónur. Hetta gav ein manningar- part upp á einar 170.000 krónur í tveir mánaðir! Í samrøðu við Sosialin, segði reiðarin, Torleif Sig- urðsson, at fiskiskapurin hevði verið óvanliga góður. Tá ið hendan samrøðan var gjørd í fjør heyst, átti Pison stívliga 20 fiskidagar eftir á bankanum. Nógv broytt Síðan rokfiskiskapin á Føroyabanka fyri minni enn einum ári síðan, er nógv broytt. Nøgdirnar av toski eru smáar, og tað eru tær sum heild um allan landgrunnin, bæði hjá teimum, sum royna við húki og hjá teimum, sum royna við troli. Hýsa, brosma og longa eru aftur vorðin álitið hjá línuflot- anum. Samstundis, sum fiski- skapurin hjá línubátunum er nógv minkaður, fæst eisini minni fyri fiskin, og prísurin á høgguslokki er øktur seks krónur fyri kilo seinastu mánaðirnar. Prís- irnir á makreli og sild eru á leið teir somu, sum teir hava verið Torleif Sigurðsson, reið- ari á Pison og Kvikki, ásannar, at nógv er broytt bara í eitt ár. – Jú, tað er ein øgilig broyting í heyst í mun til seinasta heyst, sigur hann. Hann vísir á, at í fjør var august mánaði kanska tann besti mánaðurin hjá línu- bátunum, bæði til veiði og úrtøku. Nú er nærmast fiskaloysi – og nógv minni fæst fyri fiskin, hýsu, longu og brosmu, sum skipini fáa. Smáligt Sum skilst á Torleifi, er Pison aftur farin út á Føroyabanka at royna, men teir siga frá vánaligum fiskiskapi. Lítil toskur er uppi í veiðini. Nú er slagið mest hýsa. – Eg vil siga, at støðan er farin at líkjast henni, ið menn kenna. August mán- aði varð vanliga hildin at vera ein hin vánaligasti mánaðin til fisk, og tað er hetta, vit síggja í dag – bert eitt ár eftir, at skipini høvdu rokfiskiskap. Reiðarin vónar tó, at línufiskiskapurin fer at batna, so hvørt tað líður út á heystið. Torleif Sigurðsson vísir á, at um hesa tíðina í fjør høvdu línuskipini ofta eini 20.000 pund á setuna, so- leiðis at veiðan eftir 8-9 setum táttaði í 200.000 pund. – Í ár er vanligt, at skipini liggja um eini 60-80.000 pund hvønn túrin – og tá verður tað hildið at vera gott, sigur hann. Fuglurin er neyvan fyrri á sjónum í ár enn vanligt. Fyrst í hesi vikuni var onkur maður á báti við glúpi, men sum skilst, fingu teir bert nakrar fáar fuglar FUGLAVEIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár var 26. august, sum eisini verður kallaður »Líradagur«. Hetta er dagurin, tá ið teir gomlu plagdu at byrja at draga líra í bakka og urðagróti. Skrápur, sum er tann gamli fuglurin, eigur ymsastaðni í Føroyum, men ikki í so stórum tali sum eitt nú lundi. Vanligt var – og er framvegis onkustaðni í landinum – at taka líra á kvøldi eftir, at tað er vorðið myrkt. Hetta er ein veiða, sum nógv vita lítið um og sum lítið verður gjørt burtur úr. Men hon livir framvegis ymsastaðni í Føroyum. Havhestatíð Samstundis, sum farið er um líradag, nærkast hav- hestatíðin eisini. Okkurt árið fæst náti á sjónum longu fyri 25. aug- ust, men vanliga er besta tíðin um mánaðarskiftið, august/ september. Er fuglurin lagstur sum vanligt í ár, og líkindini til vøkstur hava verið á eini leið, kann roknast við, at nakrir hundrað fuglar enda í glúpunum hjá nátamonn- unum komandi leygardag, um veðrið verður til vildar. Okkurt bendir tó á, at fuglurin ikki er fyrri á sjónum í ár enn vanligt. Fyrr í hesi vikuni var onkur maður á báti við glúpinum, men sum skilst, fingu teir bert nakrar fáar fuglar. Tað hevur eisini verið so stilt í veðrinum, at lítla lot- ið, ið verið hevur onkran dagin, neyvan hevur lokkað teir feitu nátungarnar á rók- ini at lætta sær á. Men nú nærkast so tíðin og menn, ið ætla sær at fáa nakað burtur úr nátunum, hava riggað seg til – bæði í bátinum og neystinum. Hetta er ein spennandi tíð hjá teimum, sum hava áhuga fyri fuglaveiði. Navnið Ymiskt er, sum menn rópa havhestin og ungan, sum nú fer á sjógvin. Í summum bygdum verð- ur tosað um havhestatíð; í øðrum siga teir, at teir fara at taka náta. Øll kenna vit bæði heit- ini, havhestur og náti, og í nógvum bygdum verða nøvnini ivaleyst brúkt hvørt um annað. Eisini er kent, at menn rópa gamla fuglin, havhest og ungan, náta. Tað glógvar ongastaðni við toski Um hesa tíðina í fjør hevði línuskipið, Pison, rokfiskiskap á Føroyabanka. Teir fyrstu fýra túrarnar eftir ólavsøku fiskaði skipið 647.000 pund, meginparturin toskur. Manningin tjenti einar 170.000 krónur í tveir mánaðir. Nú er lítið at fáa, og meginparturin av veiðini á Føroyabanka er hýsa Torleif Sigurðsson, reiðari á Pison og Kvikki, ásannar, at nógv er broytt bara í eitt ár. - Jú, tað er ein øgilig broyting í heyst í mun til seinasta heyst, sigur hann So er aftur havhestatíð Hetta er ein spennandi tíð hjá teimum, sum hava áhuga fyri fuglaveiði. Vanliga er besta tíðin um mánaðarskiftið, august/ september Mynd: Edvard Joensen Leygardagin letur viðgerðastova upp í Sandavági, har til ber at fáa viðgerð fyri ymiskt, sum bilar heilsuni VIÐGERÐ Edvard Joensen Í gamla Sigvaldsa Handli í Sandavági letur Kropsrøkt- in upp leygardagin. Talan er um viðgerðarstovu, sum kann veita massagur og ymsa aðra kropsviðgerð, umframt at seldar verða ymsar vørur, sum hava eitthvørt við kropsrøkt at gera. Tað eru tær báðar Kára á Steig og Gunvør Falkvard, sum lata viðgerðastovuna upp í gamla handlinum í Sandavági. Tær hava áður havt slíkt tilboð, men ikki soleiðis savnað á einum stað fyri seg sjálvan. Tilboðini eru rættiliga ymisk, siga tær báðar. Tað verið seg frá vanligari kropsmassagu til nýmótans viðgerðartól, sum fáa eitt nú blóðrensl og innvortis gøgn at ganga betri. Og heldur tú ov nógv avfals- evni vera í kroppinum, kenna tær eisini onkran hátt at sleppa av við slíkt. Millum tilboðini, tær bjóða, er oyraljósviðgerð, sum hevur til endamáls at tøma kroppin fyri avfall av ymsum slagi. Eitt nú restir av heiligvági ella upphóp- aðum kálki, sum savnast í oyrunum á fólki og tann vegin kann takast út úr kroppinum. Maskinur eru, sum kunnu bøta um veikar vøddar, hjálpa móti fiti- savningum og hovnaðum beinum. Laserviðgerð fæst í samband við zoneterapi, eins og blóðrenslið kann fáast at ganga lættari við serligari viðgerðarmaskinu, tær hava fingið. Tær báðar leggja tó dent á, at hetta er ikki eitt stað, har fólk bara kunnu koma og so vænta undirverk av øllum handa slagi. Tær ásanna, at sjálvandi verður neyðugt at vísa fólki til eitt nú fysiotrapeut, tá tørvur er á tí. Umframt tey viðgerðatil- boð, tær hava, fara tær eisini at selja ymiskt til krops- og heilsurøkt. Fólk, sum áhugað eru í at frætta nágreiniligari um tey tilboð, ið eru, eru vælkom- in at seta seg í samband við Kropsrøkitna. Leygardagin millum klokkan 11 og 13 er opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið, siga tær báðar Gunvør Falkvard og Kára á Steig. Tær ætla annars at hava viðgerðarstovuna opna eftir avtalu. Kvinnupolitiskt seminar hevur verið á Hotel Føroym, sum hevði til endamáls at økja um politisku ávirkanina hjá kvinnum, og at økja um javnstøðuna á politiska økinum JAVNSTØÐU- SAMRØÐA Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Eg haldi, at hetta hevur verið eitt ótrúliga gott tiltak og øgiliga gevandi fyri allar partar, sigur Elin Linden- skov, sum luttók á kvinnu- politiska seminarinum. – Men hvussu hjálpir kvinnupolitiska seminarið upp á tað føroyska javnstøðuarbeiðið? - Eg trúgvi, tað hjálpir. Mann kundi kanska sagt, at onnur skuldi verið við - kanska menn skuldu sloppið at hoyrt meir upp á hetta. Mann møtist og lærir av hvørjum øðrum, og finnur útav, hvat mann kann gera betur hjá sær sjálvum. - Men hvørjum málum hava tit rokkið á seminarinum, heilt ítøkiligt? - Ítøkiligt er eitt sindur ringt at siga, men fyrst og fremst tað, at vit hava kjakast øgiliga nógv, men nú sita vit so í bólkum og skulu so framleggja seinnapartin (hósdag, red.), tað sum vit koma fram til. So tað er ongin niðurstøða komin enn. Men har hava nokkso nógv ting verið uppi at venda. - Ert tú á seminarinum komin fram á nøkur ting, sum føroyingar kunnu læra av øðrum norðurlendingum? - Heilt sikkurt. Har eru nokk fleiri ting. Eg kann ikki seta orð á akkurát nú, hvat mann kundi gjørt betur. Men bara í kjakinum hevur mann fingið nógv hugskot. Jú, heilt sikkurt, har er nógv. Vit kundu tikið Grønland, sum nú er blivið eitt valdømi. Tað hevur verið øgiliga positivt fyri kvinnusíðuna ella javnstøðusíðuna. Fleri kvinnur eru nevniliga komnar inn. Um hetta hevur nakað við eitt valdømi at gera, tað veit eg ikki, men hetta er absolut ein spurningur, mann eigur at diskutera í Føroyum. - Eru kvinnulistar ein gongd leið? - Tað hava vit ikki diskutera so øgiliga nógv her. Ikki annað enn tað, at ein kvinnulisti møguliga kann vera eitt amboð. Persónliga ivist eg í tí, sum tíðin er nú, men í Vestmanna hevur tað givið góð úrslit. - Nú er tað kvinnupolitiska seminarið liðugt. Hvat fyri boðskap vilt tú senda teimum kvinnum, sum ikki hava verið á seminarinum? - Fyrst og fremst at fáa tær at luttaka meir í politikki. Til sjálva kvinnuna: at fáa tær at verða meir aktivar og sjónligar, luttaka meir í samfelagskjakinum. Og tað haldi eg eisini er okkara uppgáva at fáa tær til. Tað má eisini vera uppgávan hjá teimum, sum eru her og sum eru valdar, at fáa fleiri kvinnur aktivar og vísa teimum, at tað ber til. - Men hvat er tað stóra málið hjá tykkum? 50-50? - Tað vil altíð vera málið, 50-50, tað vildi verið tað allarbesta. Tá hava vit tað ideella samfelagið, vildi eg hildið. Nýggj viðgerðarstova í Sandavági Kára á Steig og Gunvør Falkvard lata leygardagin nýggja viðgerðarstovu upp í Sandavági Mynd: Edvard Joensen Tað ber til hjá kvinnum Hervør, Høgni og hini eitur bókin, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út. Hetta er lesibók til 2. Skúlaár, og hetta er framhald av bókini Her- vør og Høgni í skúla, sum er til 1. flokk. Rann- veig Hovgaard og John Næs Berg hava skrivað bókina og Olivur við Neyst og Hannis Egholm hava myndprýtt. Bókin er løtt at lesa og byggir á heimligt um- hvørvi. Hon er um Her- vør og Høgna og floks- felagar teirra. Bókin er um bæði frítíð og skúla. Ymsir tættir úr bókment- unum eru eisini tiknir við, t.d. sagnir, ævintýr, sangir, skjaldur, orðatøk og gátur. Bókin fylgir skúlaáarinum og hevur tilfar, sum svarar til árs- tíðir og hátíðir. Eisini eru ymiskar uppgávur, ið børnini kunu gera, t.d. jólapynt, lættar fysikk royndir og uppskriftir. Hervør, Høgni og hini er 144 síður og kostar 180 kr. Lærarabók og arbeiðsbók koma út seinni í heyst. eys Luttakarar á kvinnupolitiska seminarinum vóru úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum Nýggj lesibók til 2. flokk C M Y K 7 6