fríggjadagur 27. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 162 - 27. august 2004
Nr. 162 - 27. august 2004
9
Brandur og
Tróndur
í Stóra
Pakkhúsi
Leygarkvøldið 28.
August spæla
Brandur og Trónd-
ur Enni í Stóra
Pakkhúsi í Vági
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Brøðurnir Tróndur og
Brandur Enni spæla
tónleik í Stóra Pakkhúsi
í Vági leygarkvøldið.
Byrjað verður kl.
22.00. Stóra Pakkhús er
tó opið frá kl. 21.00.
Umframt kaffi, te, øl,
vín og sodavatn, fæst
eisini lættari ábit og
okkurt omaná til keyps.
Tiltakið er tað fyrsta í
røðini av tónleikatiltøk-
um í Stóra Pakkhúsi í
heyst. Millum annað fær
Stóra Pakkhús 11. sep-
tember vitjan av trubad-
urunum Johan Piribauer
úr Laplandi og Per
Warning úr Danmark -
hetta tiltakið er í sam-
starv við Norðurlanda-
húsið. Annars fara tón-
leikarar úr Suðuroynni
at spæla í Stóra Pakk-
húsi leygarkvøld í bæði
september, oktober og í
november.
Funnið lík
niðurgrivið
Danska løgreglan hevur
funnið eitt lík, sum var
niðurgrivið í Holbæk.
Talan er helst tann 51
ára gamli Benny Ced-
erquist, sum løgreglan
setur í samband við eitt
annað dráp, har ein
kvinna av føroyskari ætt
er blandað uppí.
Fyrr í summar var ein
maður funnin í eini
frystiboks í Jyllinge, og
í tí sambandi vóru fleiri
fólk varðhaldsfongslað
– millum annað ein før-
oysk kvinna, sum viður-
kendi drápið.
Síðani kom tað fram, at
ein annar maður við til-
knýti til fólkini var
horvin fyri trimum ár-
um síðani, og løgreglan
eftirlýsti mannin. Hann
er nú funnin deyður og
niðurgrivin á einum
garði í Holbæk.
Løgreglan heldur, at
maðurin,
sum
var
funnin í frystiboksini,
gjørdi av við mannin,
sum
nú
er
funnin
deyður.
-ek
Einki afturstig
Leiðarin á Brenni-
støðini á Sandvíkar-
hjalla, Bárður Michel-
sen, væntar ikki, at
nýggju reglurnar hjá
Tórshavnar býrað fyri
ruskmóttøkuna verð-
ur eitt afturstig fyri
borgaran í Tórshavn-
ar kommunu
BURTURKAST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
1. september koma nýggjar
reglur í gildið fyri rusk-
móttøku á Brennistøðini á
Sandvíkarhjalla.
Nýggju
reglurnar bera við sær, at
vanligu gerandisdagarnar
verða halgaðir til burtur-
kast
frá
vinnulívinum,
meðan
privatfólk
bert
sleppa av við burturkast
leygardag.
Higartil hava privatfólk
havt møguleika at sleppa av
burturkastið allar dagar,
men nú skal ruskið savnast
saman leygardag, um tú
ikki ynskir at gjalda fyri at
sleppa av við tað.
Í lesarabrævi í dag ger
býráðslimurin,
Leivur
Hansen, vart við, at tað
kann væl hugsast, at nýggju
reglurnar fara at økja um
bíðirøðirnar á Sandvíkar-
hjalla leygardag.
Leiðarin á Brennistøðini
á Sandvíkarhjalla, Bárður
Michelsen, vísir hesum
uppáhaldi aftur.
Eingin forðan
– Eg vænti ikki, at nýggju
reglurnar um, at privatfólk
bert sleppa av burturkastið
ókeypis leygardag fer at
økja um bíðitíðina. Sum er
nýta flestu privatfólk nýta
leygardagarnar til at sleppa
sær av burturkast, og vit
hava nógvar byngjur og
gott pláss, so eg vænti ikki
tað verður nakar trupul-
leiki, sigur Bárður Michel-
sen.
Leiðarin á Brennistøðini
vísir eisini á, at vitjunar-
tíðin leygardag er longd við
trimum tímum, og hetta fer
óivað at taka nakað av
trýstinum, sum møguliga
verður.
Leivur Hansen nevnir í
lesarabrævinum, at hann
óttast, at longdu bíðirøðir-
nar leygardag fer at fáa fólk
at freistast at velja ta lætt-
astu loynina: at blaka rusk-
ið frá sær bara onkun-
staðni- til miklan ampa fyri
bæði umhvørvi og náttúru,
sum hann málber seg.
– Tað vóni eg sjálvsagt
ikki verður støðan. Eg
haldi, at fólk í hesum um-
hvørvistíðum eru blivin so
mikið at sær komin, at slík-
ur atburður ikki finnur stað.
Eg vil í hesum viðfangi
gera vart við, at hava fólk
átrókandi tørv at sleppa av
við burturkast ein vanligan
gerandisdag, tí tey eitt nú
hava hildið eina stóra
veitslu, so sleppa tey sjálvs-
sagt tað, vísir Bárður Mich-
elsen á.
Minni burturkast
Ofta verður havt á lofti, at
burturkast er eitt frálíkt mát
fyri, hvussu væl tað gongur
búskaparliga í einum landi.
Seinasta árið hevur nógv
verið tosað um niðurgongd
í føroyska samfelagnum, og
tí hava vit spurt leiðaran á
Brennistøðini á Sandvíkar-
hjalla um teir merkja, at
minni burturkast kemur inn
á Brennistøðina.
– Jú vit hava merkt í ár, at
burturkastið er minkað
nakað sammett við í fjør. Í
2002 og 2003 var nærum
líka nógv burturkast, men í
ár er nøgdin minkað nakað,
sigur Bárður Michelsen at
enda.
Frá 1. september skulu privatfólk rinda fyri at sleppa av við burturkast ein gerandisdag.
Mynd: Jens Kristian Vang
Formaðurin í heilsu-
og umhvørvisnevnd-
ini, Tórfinn Smith,
sigur, at nýggju regl-
urnar er ein millum-
loysn, áðrenn ein
sonevnd vektskipan
verður sett í verk
BURTURKAST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Nýggju reglurnar eru
fyrst gjørdar við tí fyri eyga
at fáa greiðan skilna mill-
um privat- og vinnuligt
burturkast. Eg vil kalla
nýggju reglurnar fyri eina
millumloysn, tí ætlanir eru
um veruliga at umskipa
galdandi skipan, sigur Tór-
finn Smith, ið er formaður í
heilsu-
og
umhvørvis-
nevndini
Hann greiðir frá, at
ætlanin er at seta í verk eina
sonevnda vektskipan. Við
vektskipanini
skal
alt
burturkastið vigast, tá tað
verður latið Brennistøðini.
Henda skipan skal bæði
fevna um vinnuna og
vanliga borgaran. Ætlanin
er, at vinnan rindar fyri
burturkastið, meðan hvørt
húsarhald fær eina so-
nevnda árliga ruskkvotu.
Við hjálp av einum korti
verður eyga hildið við um
húsarhaldið heldur sína
ruskkvotu.
Spurdur, nær henda skip-
an verður veruleiki, sigur
Tórfinn Smith, at tað er
torført at meta um.
– Seinni í ár verður sum
kunnugt
býráðsval,
og
kemur ein onnur samgonga
frammat við øðrum ætlan-
inum, fer henda skipan í
vaskið. Heldur samgongan
eftir býráðsvalið fast í
somu ætlaninum, vænti eg,
at tað nýtist ikki at ganga
meir enn eitt gott ár, áðrenn
vektskipanin verður sett í
verk, sigur formaðurin í
heilsu-
og
umhvørvis-
nevndini.
Avmarkað
Hevur samgongan eftir
tínum
tykki
avmarkað
møguleikarnar hjá borgar-
unum at sleppa av við
burturkast?
– Tað kanst tú gott siga, tí
eftir 1. september verður
bert møguleiki fyri at
sleppa av burturkast ókeyp-
is leygardag. Eftir mínum
tykki verður henda avmark-
ing kortini útjavnað nakað
við, at vitjanartíðin verður
longd leygardag, og at
nýggju skipanirnar gera tað
lættari at burturbeina burt-
urkastið í eini handavend-
ing, sigur Tórfinn Smith.
Ein fyribils loysn
Óvissan er ræðulig
Agné Masénaité kom
til Føroyar fyri trim-
um árum síðani at
spæla hondbólt við
Stjørnuni. Í dag livir
hon saman við einum
føroyskum manni, og
eiga tey ein son. Men
við fleiri dømum um
útlendingar, sum fáa
noktandi svar upp á
umsóknir um uppi-
haldsloyvi, er lívið hjá
Agné og hennara
familju brádliga vorð-
ið sera óvist, tí henn-
ara visum gongur út í
november
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Í einari lítlari kjallaraíbúð
búgva Agné, Fróði og son-
urin, Gabriel. Fróði arbeiðir
á fiskavirki, meðan Agné
gongur heima og passar
sonin, sum er góðar átta
mánaðir gamal.
Hetta ljóðar sum ein púra
vanlig føroysk familja, men
so er ikki. Ein skuggi hong-
ur oman yvir teimum, og er
hann, at Agné, sum er úr
Litavia, ikki veit, um hon
fær longt sítt uppihalds-
loyvi, tá tað gongur út.
Hendan óvissan, sigur
Agné, er ræðulig at liva í.
– Eg havi valt at liva her,
og familjulívið byrjar at
taka skap, og nú er tað
brádliga vandi fyri, at alt
fer í vaskið, sigur hon,
meðan hon eygleiðir sonin,
ið spælir á gólvinum.
Agné roynir at lata vera
við at hugsa ov nógv um
støðuna, sum hon kann
koma í, men hon viðgongur
tó, at tað er lættari sagt enn
gjørt.
Hon heldur, at tað er
nógv fyri, at slíkt kann
koma fyri. Og samanber
hon tað við, at tað verður
spælt við familjurnar.
– Hetta ger eisini, at ein
kennir ikki vælkomnan í
Føroyum longur, leggur
hon dent á.
Ómenniskjasligt
Tá Agné, sum hevur búð í
Føroyum í trý ár, fyrstu ferð
hoyrdi um, útlendingar,
sum vórðu sendir av land-
inum, vildi hon illa trúgva
tí. Og sum tað ljóðar á
henni, so vil hon illa trúgva
tí enn.
– Tað er so ómenniskja-
ligt at slíta familjur sundur
orsakað av eini lóggávu.
Tað kann ikki vera normalt,
sigur hon.
Hon heldur fram, at hon
fær seg ikki til at trúgva, at
myndugleikarnir fara at
nokta henni uppihaldsloyvi
frameftir og harvið skilja
hennara familju.
– Politikkararnir hugsa
bara um búskapin í øllum
hesum, tað er púra vist.
Kenslur hugsa tey so í øll-
um førum ikki um, heldur
litaviski hondbóltsleikarin.
Hon ristir við høvdinum,
meðan hon spyr, um tað ber
til at siga við ein persón,
sum kemur til eitt ókunnugt
land, at hann fyri alt í
verðini ikki má forelska
seg, meðan hann er har.
– Eg spyrji bara, um hasir
politikkararnir ikki hava
børn ella ommu/abbabørn
sjálvi. Hvat við allari fam-
iljuni her, um Gabriel og eg
mugu av landinum, spyr
Agné.
Hon tosar eisini nógv um
uppáhaldið um, at útlend-
ingarnir taka arbeiðið frá
føroyingum. Tað halda tey
bæði er púra burturvið.
Fróði sigur, at hann hevur
ikki merkt nakað til, at
føroyingar tíma so øgiliga
væl at arbeiða við fisk, har
sum hann arbeiðir.
– Útlendingarnir í Føroy-
um arbeiða so at siga bert í
fiskivinnuni, og har er
mangan tørvur á arbeiðs-
megi, so eg spyrji bara,
hvar føroyingarnir eru, sum
útlendingarnir
stjala
arbeiðið frá, sigur hann.
Giftið tykkum
Fróði og Agné eru ikki gift,
og tað er komið meira enn
einaferð fyri, at fólk hava
sagt við tey, at nú mugu tey
gifta seg, áðrenn Agné
verður send heim.
Eisini spyrja fólk ofta,
hvat og hvussu tey fara at
gera, um Agné ikki sleppur
at verða í Føroyum.
– Tað er strævið, tí vit
royna jú at lata vera við at
hugsa ov nógv um hetta.
Hartil eru vit ein familja
fyri tað, um vit ikki eru gift,
sigur hon. Og leggur púra
avgjørd afturat, at hon ætlar
sær ikki at gifta seg fyri at
kunna verða verandi í
Føroyum.
– Tað eru nógv, ið ikki
kenna meg, sum siga, at eg
eri komin her fyri at fáa
barn og so sleppa at verða
her. Tað skilji eg slettis
ikki, at fólk yvirhøvur
kunnu hugsa, tí eg livi bara
mítt lív, sum tað er blivið,
greiðir hon frá.
Hon hevði ikki droymt
um, tá hon sum 23 ára
gomul kom til Føroya at
spæla hondbólt, at hon fór
at búseta seg her og fáa
familju.
– Tað var hart tað fyrsta
árið at vera her, men eg
trívist væl nú. Og eg vil
fegin verða her, sigur Agné
Masénaité.
Um tað hendir, at Agné
fær eitt noktandi svar, so fer
Fróði so avgjørt at um-
hugsa at flyta við teimum,
men tað heldur hann kortini
ikki er bara sum at siga tað.
–
Arbeiðsumstøðurnar
har eru munandi verri enn
her, so eg veit ikki, um tað
hevði verðið til, at eg ar-
beiddi nógv í Føroyum fyri
síðani at fara á vitjan í Lita-
via, sigur hann. Men hann
veit ikki, um hann hevði
klárað at verið Agné og
Gabriel fyri uttan í gerand-
isdegnum. Agné og sonurin
vóru í Litavia í seks vikur
herfyri, og Fróði helt tað
vera so einsligt ta tíðina,
áðrenn hann fór aftaná.
Aftur hondbóltur
Eftir gott hálvtannað ár á
áskoðarabeinkinum
er
Agné umsíðir farin at venja
hondbólt aftur. Tað er so
hon fegin um, tí sum hon
sigur sjálv, er tað gott at
sleppa eitt sindur út millum
fólk aftur, tá ein gongur
heima og passar eitt barn
allan dagin.
Men hóast tað, so søkir
hon ikki nýtt visum sum
hondbóltsleikari.
– Eg kann jú ikki arbeiða,
tí eg havi onki ansingar-
pláss til sonin, vísir hon á.
Umsóknin um longt uppi-
haldsloyvi liggur á borð-
inum. Agné er ikki liðug at
fylla hana út, men so skjótt
sum tað er komið upp á
pláss, verða skjølini send
avstað.
– Og so er bara at bíða,
sigur hon og andar djúpt
inn.
Agné
viðgongur,
at
Gabriel spælir ein rættiliga
stóran leiklut í hesum sam-
anhanginum.
– Hann knýtir jú okkum
saman og tvær familjur,
sum, hóast tær búgva í hvør
sínum landi, nú hava nakað
so týdningarmikið sum eitt
barn í felag. Og hvat við
Gabriel og Fróða, um eg
noyðist av landinum, spyr
hon.
Agné er sannførd um, at
nógv er broytt hjá henni nú.
– So longi sum møgu-
leikin fyri, at eg ikki fái
longt uppihaldsloyvið er
tilstaðar, so fer óvissan at
hanga oman yvir okkum.
Tað ger tað torført at liva
eitt vanligt lív, tí vit vita jú
ongantíð, um ella nær eg
verði send av landinum,
sigur hon at enda og gevur
Gabriel eitt ordans klemm.
Hann pjátrar og spælir við
sama lag á gólvinum, og
foreldrini fegnast um, at
hann ikki skilir torføru
støðuna, sum tey kunnu
koma í, tá uppihaldsloyvið
hjá Agné gongur út.
26 ára gamla Agné Masénaité úr Litavia saman við soninum Gabriel, sum er átta mánaðir gamal. Uppihaldsloyvið hjá Agné gongur út í november, og sum støðan
er nú, veit hon ikki, um hon sleppur at leingja tað
C
M
Y
K
9
8