Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 162 - 27. august 2004 Nr. 162 - 27. august 2004 11 Dagarnar 27. og 28. august verða umleið 50 norðurlendskir málfrøðingar savnaðir til fundar í Havn. Talan er um tann árliga norðurlendska málfundin, sum hesa ferð verður hildin í Føroyum. Tað eru tær norðurlendsku málnevndirnar, sum skiftast um at skipa fyri fundi. Á fundinum hittast umboð fyri málnevndirnar í Norðurlondum. Umboð eru úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Í ár er tað Føroyska málnevndin, ið skipar fyri. Hetta er 51. árið, at hesin fundur verður hildin. Evnið fyri henda fundin er málnormering og málbroytingar. Tað er hugaligt, at slíkur fundur verður hildin her í Føroyum. Mál og málrøkt hevur, alt frá tí tjóðskaparørslan tók seg upp, verið ein týðandi táttur í føroyskari tjóðskaparligari menning. Í skúlum og á fróðskaparsetirnum verður gjørt eitt stórt og kanska mangan ótakksamt arbeiði fyri at menna føroyskt mál. Hetta arbeiðið eiga vit øll at viðurkenna. Móðurmálið er ein so týðandi partur av okkara samleika sum tjóð, at einki eigur at verða spart til tess at styrkja og menna málførleikar hjá børnum og ungum og til tess at menna og styrkja móðurmálið. Tað er eisini neyðugt, at tær almennu Føroyar hava ein málpolitikk. Hetta hevur verið umrøtt á tingi, og er eisini samtykt. Hetta er gott. Men samstundis má ásannast, at vit føroyingar eru ómsamdir um, hvussu langt eigur at verða farið við málreinskan og orðasmíði. Vandi er fyri, at tað skrivaða málið og vísindamálið flyta seg ov langt frá talumálinum. Her ræður um at finna røttu javnvágina. Eisini er umráðandi, at vit hava eitt skrivað mál, sum øll kunnu læra. Her eru nógvir álvarsamir og áhugaverdir spurningar, og tað er neyðugt støðugt at hava eitt alment orðaskifti um øll hesi viðurskifti.Málfrøðingarnir hava í hesum høpi eina serstaka og stóra ábyrgd. Ein málráðstevna sum hendan, ið verður hildin seinni í vikuni, kann uttan iva stimbra áhugan fyri málpolitikki, málrøkt og málvísindum. Tað er tí sera gott og jaligt, at slík stevna verður hildin í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugaverdur málfundur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. "Skríggið"!! John Myllhamar Viðmerking til Berg D. Joensen Hóast eg ikki eri heitur fyri donsku biskuppunum, so havi eg eftir at samrøðan var gjørd við Sosialin, fingið at vita, at ein av teimum, biskuppurin á Fjóni, hevur verið inni á nøkrum av tí sama, at niðurleggja brúðarvígsluna í kirkjuni. Eg kenni annars ikki støðu hansara, ella hvussu hann hevur úttalað seg. Men so langt eru vit í hvussu so er samdir. Annars, so ger Bergur D. Joensen prestur nakrar viðmerkingar til tað, sum eg segði við blaðmann á Sosialinum hin 24 august. Í nógvum av tí hann førir fram eri eg sjálvsagt samd- ur. Men hann sigur, at kirkjan skal halda fast. Eg veit ikki rættiliga hvat kirkjan skal halda fast um, tá ið tað snýr seg um vígslu og signing av hjúnum. Har er væl ikki nógv eftir at halda fast um. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at somu menniskju fleiri ferð- ir ganga fram fyri altarið, at geva Guði og hvørjum øðrum lyftið um fylgiskap fyri lívstíð. Heldur ikki dugi eg at ímynda mær, at ta í framtíðini verður vent aftur til einaferð-gifting. Luther, hóvast hann gjørdi eitt vígsluritual, metti, at brúðarvígsla var eitt borgarligt fyritakandi. Tí er lættari hjá okkara evangelisk luthersku kirkj- uni, at leggja brúðarvígsl- una niður. Var ta tann kat- ólska kirkjan, hevði tað verið torførari, tí har er hjúnalagið eitt sakramenti (ein heilag gerð) altso eins heilagt og týðandi sum okkara dópur og altarborð eru. Var talan um at nomið við okkara sakramentir, so tosa vit um heilt onnur ting. Tey eru beinleiðis innsett av Jesusi. Men vit ganga ikki skriftini ímóti, við at leggja brúðarvígslu burtur, tí í Halgubók fáa vit einki at vita um hvar og hvussu tvey vóru gift. Einki bendir í hvussu so er á, at hetta fór fram í synagogum ella í templinum. Ikki heldur, at nøkur signing av hjúna- lagnum fór fram av fyri- støðumonnum í heilgidóm- inum. Vit vita bara, at mað- ur og kona skulu giftast. Og hvat viðvíkur hjúna- vígslu av samkyntum, er at siga: Um vit halda at tann føroyska kirkjan kemur at standa sum eindømi í Europa, at fora fyri at sam- kynd vera vígd til hjún í henni, ja, so skulu vit nokk hugsa okkum um einaferð afturat. Líkamikið hvussu sterka leiðslu hon annars fær, so noyðist hon at geva eftir. Vit kenna tað frá Svøríki. Vit kenna tað frá Danmark. Fyrst verður gjørd lóg um skásett parlag, men vit halda kirkjuna uttanfyri, siga politikarar- nir. Tá ið so sjógvarnir hava lagt seg, verður lagt til brots fyri at taka næsta stigið - inn í kirkjurnar. Tí er rættast at binda um heilan fingur, at kirkjan sum skjótast loysir seg frá øllum, sum hevur við vígslu og signing av hjún- um - og "hjúnum" - at gera. So kunnu fólk giftast og gifta (Matt. 24,38), uttan at kirkjan leggur sína signing til. Óli J. Poulsen Til avvarðandi myndug- leikar, hvør tað so er. Eg havi roynt at kanna hvør er hægsti myndug- leiki. Eg havi fingið at vita, at tað er Kristina Larsen, hon er farin í orlov, rýmd frá eini søkkandi skútu, ið hon sjálv hevur borða hol í. Næst henni er stýrifor- kvinnan Doris Hansen, hon greiðir mær frá, at skúlin byrjar aftur mánadagin tann 30. august 2004. Hon hevur lova mær bræv, ið váttar hetta, eg havi nú bíðað í næstan tríggjar vikur, men einki bræv er komið enn. Hon hevur sagt, at teir komu lærarnir koma at virka sum áður, eg havi spurt meg fyri, teir siga at teir einki vita enn, tað eru bert fáir dagar eftir til mánadagin, umt að er mánadagin 2004 ella 2005 – hvør veit. Øssur av Steinum bleiv ákærdur millum annað at hava tikið næmingarnar til gíðslar, hvør hevur nú tikið okkum til gíðslar? Mín spurningur er nær byrjar skúlin við Áir aftur, hvør verður skúlastjóri og hvørjir lærarar verða? Hvør hevur ábyrgdina av skúlanum við Áir? VIÐMERKINGAR Grønt afturstig Pínir sjómansskatturin teg, so keyp oljuklæði og stivlar… Leivur Hansen Fryktandi er fyri, at nýggju reglurnar fyri ruskmóttøku á Endurnýtsluni á Sand- víkarhjalla, sum koma í gildi 1. september, kunnu koma kommununi aftur um brekku. Sambært reglunum, sum heilsu- og umhvørvis- nevndin hjá býráðnum hevur samtykt, fer nú bert at bera til hjá privatfólki at sleppa av við rusk leygar- dag. Vanligar gerandisdagar verður bert tikið ímóti vinnuligum burturkasti. Higartil hava privatfólk sloppið av við burturkast allar dagar - hósdag enntá til kl. 20. Men nú verða borgararnir í kommununi noyddir at savna sær ruskið saman til leygardag, um teir ikki skulu gjalda fyri at sleppa av við tað. Hugsast kann, at hetta fer at økja um bíðirøðina á Sandvíkahjalla og harvið minka um áhugan fyri hesum tilboði, soleiðis at fólk aftur fara at freistast at velja ta lættastu loysnina: at blaka ruskið frá sær bara onkunstaðni - til miklan ampa bæði fyri umhvørvi og náttúru. Og tá er lítið vunnið! Endamálið hjá undan- farna býráði við at taka av gjaldið fyri burturkast frá privatfólki var júst at sleppa undan hesum tá alsamt vaksandi trupulleika - og tað eydnaðist, tíbetur. Tí haldi eg tað ikki vera serliga væl umhugsað av heilsu- og umhvørvis- nevndini nú aftur at avmarka møguleikarnar hjá borgarunum at sleppa av við húsarhaldburturkast. Somuleiðis tykir tað mær løgið, at gjald nú verður lagt á slíkt burturkast aðrar dagar enn leygardag, tá breið semja annars var í býráðnum undir viðgerðini í fjørheyst av fíggjarætl- anini fyri 2004, um ikki at fylgja áheitan frá umsit- ingini um hetta. Áhugavert kundi í hesum sambandi verið at fingið upplýst, hvussu hetta hongur saman. Tíverri er ikki líkt til, at nøkur greið linja er í umhvørvispolitikkinum, sum heilsu- og umhvørvis- nevndin leggur fyri dagin. Fyrr í ár gjørdi hon eftir mín tykki eitt annað álvar- samt mistak, tá hon í sam- bandi við skipanina av nýggju ruskmóttøkuni á Sandvíkahjalla samtykti at taka av árligu almennu ruddingardagarnar í kommununi við teirri grundgeving, at brúk ikki longur var fyri teimum. Hetta var stórt spell, tí hetta fyrimyndarliga tiltak var vorðin ein siðvenja, sum borgararnir av fullum huga tóku undir við - sam- stundis sum hetta eisini var eitt frálíkt høvi hjá bæði ungum og eldri í ymsu bý- lingunum at brúka ein dag í felag at hjúkla um um- hvørvi og náttúru umframt at njóta eina góða løtu sam- an. Skerdu møguleikarnir at sleppa av við húsarhals- burturkast og avtøkan av ruddingardøgunum eru so- statt eftir mínum tykki onki minni enn eitt stórt, grønt afturstig fyri kommununa. Sámal Jacobsen (y) fiskimaður Nú ilskast summi á landi aftur inn á skattin hjá sjó- monnum. Teir verða skuld- settir fyri at skáka sær undan at bera sín lut av skyldunum móti samfel- agnum. Loftið fyri tí upp- hædd, sum hjá sjómonnum verður serskattað, skal lækkast úr verandi 500.000 kr. niður í eitt nú 400 ella 300 tús. Hetta er hvørki fyrstu ella neyvan heldur seinastu ferð, at henda øvundin ger seg galdandi. Neyvan lata tingmenn seg tó tøla til at broyta hesa gagnligu skattaskipan. Fyrst nøkur orð um, hví lógin varð samtykt í 1997: Politikarar varnaðust, at føroyskir fiskimenn fóru heldur við útlendskum skipum, tí har fingu teir meiri burturúr. Noreg, Dan- mark og Ísland (onnur lond við) góvu sínum sjó- og fiskimonnum skattligar sersømdir fyri at samsýna teimum teirra serliga ar- beiði. Í Skotlandi bera sjómenn, sum eru meiri enn 180 dagar í sjónum um árið, lítlan og ongan skatt. Uttan sersømdir í Føroy- um var mitt í 90-árunum vandi fyri, at okkara fiski- menn fluttu við familju til grannalondini at búgva. So misti føroyski búskapurin bæði skattin og nýtsluna hjá familjunum hjá okkara fiskimonnum. Óli Jaocbsen var tá á tingi og í landsstýr- inum. Anfinn Kallsberg, landsstýrismaðurin í fíggj- armálum tá, legði lógina fyri løgtingið, sum sam- tykti sjómannaskattin við stórum meiriluta. Tað var skilagott, tí henda skipan hevur gagnað Føroyum í ovurmát. Tað hevur m.a. við henni eydn- ast at tryggja lands- og kommunukassum optimala inntøku frá fiskivinnuni, tí vit behildu okkara góðu sjómenn. Teir veiða nevni- liga rávøruna til 99% av landsins útflutningsvirði (upp ímóti 4 miljardum krónum um árið). Síðan nøkur orð um, hvussu skipanin virkar: Veruligi skattalættin hjá einum fiskimanni er ikki 15%, sum nógv halda, men max 7-8% av inntøkuni upp til hálva millión. Altso helvt at teim 15%, sum skattskylduga inntøkan verður lækkað í álíkningini. Fiskimenn fáa sostatt max uml. 35.000 kr. minni skatt um árið av hesi skipan. Men fáir koma so høgt upp. Tær fáu árshýrurnar (mest yvirmenn og menn við bestu skipum), sum liggja oman fyri 500.000 kr., verða skattaðir sum allar aðrar inntøkur í landinum. Fiskimenn høvdu árini fram til 2002 vaksandi inn- tøkur, tí fiskiskapur og fiskaprísir vóru góðir. Tá kom henda serskattaskipan væl við. Men nógv flestir fiskimenn komu heldur ikki tá í nánv av 1/2 mió. kr. um árið og fingu tískil ikki mest møguligan skatta- frádrátt. Farnu tvey árini eru hýr- urnar falnar 20-40%. Skattalættin hjá sjómonn- um er minkaður hareftir. Tað sansar at hjá mongum fiskimonnum og skipum at fáa endarnar at røkka sam- an nú. Tað hevði verið ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum á landi, um limirnir í Føroya Arbeiðara-, Starvsmanna-, Lærara-, Heilsurøktar-, Magistara-, Búskapar- og løgfrøðingafelag livdu undir líka óstøðugum løn- arkorum, sum føroyskir fiskimenn. Løgið, at øvundin skal sita so djúpt í teimum, sum nú aftur ilnast inn á sjómannaskattin. Hví hugsa tey ikki heldur um eitt nú: – at fiskimenn eisini gjalda fyri, men brúka nógv minni landsvegir, musikk- og kvøldskúlar, sjónvarp, læknar, forsorg og øll hini tilboðini hjá landi og kommunum til aðrar borg- arar? – at fiskimenn gjalda tað sama sum onnur, men hava ikki sama rætt til at fáa úr ALS? – at fiskimenn brúka nógvan pening til telefon- samrøður við konur og børn, meðan teir eru á sjón- um – ella at fiskimenn virka undir hørðum korum og á ótryggum arbeiðsplássum og eru burtur frá konu, børnum, heimi og kenning- um langar tíðir av árinum meginpartin av lívinum? Tingmenn skilja vónandi, at ein orsøk til, at fiskim- enn nú bíta saman tenn og klára at liva við verandi lønarfalli, er júst, at sjó- mannaskatturin doyvir nakað pínuna av inntøku- missinum. Til øll hini, sum enn øv- unda fiskimonnum einar tvær ferðir tíggju túsund krónur minni skatt um árið, eru bert eini ráð: Keypið tykkum oljuklæði og gummistyvlar og farið til skips. Kanska vóru tit skjótari í land aftur, tí tit halda ikki, at hesi vátu, skitnu, buldrandi og rull andi arbeiðspláss eru verd tann lítla skáa í skatti, sum fiskimenn fáa. Tað mátti verið virðilig- ari mál hjá teim øvund- sjúku at tala og virka fyri, at allir føroyskir skattgjald- arar fáa eina ella helst fleiri ferðir 7-8% minni í skatti. Vit fiskimenn høvdu ikki øvundað tykkum henda lætta, og vit skulu eisini stuðla tykkum at røkka hesum máli. EM fyri seyðahundar Føroysk luttøka í stórstu seyðahunda- kapping í Europa "Continental 2004" SEYÐAHUNDA- KAPPING tíðindaskriv Aftur í ár eru føroyingar við í størstu seyðahunda- kappingum í Europa, ið verður nú um vikuskifti.. Kappingin verður hildin í býnum Zwolle í Hol- landi, har 79 hundar fara at kappast. Teir eru úr Føroyum, Danmark, Svø- ríki, Norra, Finnaland, Týskaland, Belgia, Frak- land, Italia, Eysturríki, Sveis, og vertslandinum Holland. Teir, sum umboða Før- oya, eru Absalon Hansen við Jim og Eyðstein Jen- sen við Ben. Seinasta ár luttóku føroyingar eisini, og tá var tað um reppi at vit fingu eitt finalupláss, tað restaði bert 3 stig hjá Eyðsteini og Ben at koma í finaluna. Ein tílík kapping er sera kostnaðarmikil og uttan stuðul frá MBM, Mærsk Air, Shell, og Norðbil. og øðrum hevði tað ikki verði møguligt hjá Føroyum at luttikið. Innleiðandi umførini vera fríggjadagin og leyg- ardagin, og finalan verður sunnudagin, har 15 teir bestu frá teimum innleið- andi umførunum skulu kappast. Í teimum innleiðandi umførunum skulu hundar- nir heinta 5 seyðir, ið standa 400 metrar frá manninum og megna at reka seyðin um leið 850m. Í finaluni skulu teir í tveimum førum heinta 10 seyðir, ið standa 750 m frá. Føroyingarnir fóru avstað hósdagin 26. aug- ust og koma aftur við Mærsk-Air mánadagin 30 august. C M Y K 11 10